Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 80 - 26. apríl 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 1. apríl 2006 yvirtók Jói Winther í Havn handilin Heimdesign í Dr. Jacobsensgøtu 15. Eisini hevur hann yvirtikið granna­­handilin “Dula­­menn”, ið m.a. seldi dustsúgvarar og onnur el-húsar­halds­ tól. Í hesum sambandi byrjar útsølan leygar­ dagin Handil Handilin Heimdesign í Dr. Jacobsensgøtu er nú yvitikin av Jóa Winther í Havn. Jói Winther sigur, at Heim­ design leggur ser­ligan dent á sølu av køksútgerð og smáum húsarhaldstólum sum t.d. el-ketlum, kaffimaskinum, páleggsmaskinum, toastar­ um og breyðristarum, serliga av merkinum “Severin”. Eisini eru nógv ymisk sløg av koppastellum at fáa sum t.d. Rosendahl, Zone, Aida og Eva-Trio. Innan dustsúgvarar er tað serliga Miéle, sum er høv­ uðsmerkið. Annars eru posar til flest allar dust­súgvarar eisini at fáa. Heimdesign hoyrir undir P/F Runsival, sum er eitt partafelag hjá Jóa Winther. Í sambandi við yvirtøkuna av handlinum byrjar útsølan leygardagin 29. juli kl. 9.00. Heimdesign: Alt til køkin og húsarhaldið Jói Winther í handlinum Heimdesign í Dr. Jacobsens­gøtu. Hann hevur eisini yvirtikið granna­handilin “Dulamenn”, ið m.a. seldi dustsúgvarar og onnur el-húsarhaldstól Mynd: Jens Kristian Vang Páll hevur ofta tikið heldur skemtiliga til, at, ”tá eg havi føðingardag, eru øll fløgg í Føroyum á fullari stong”. Páll á Dul varð føddur í Havn 25. apríl 1916. For­ eldrini vóru Agnas og Jógvan Jensen. Hann vaks upp saman við átta øðrum systkjum. Í 1933 kom Páll til Klaks­ víkar at arbeiða á post­ húsinum. Eitt ár seinni fór hann í starv hjá J. F. Kjølbro. Hevur helst verið har í góð tvey ár og fór síðani aftur til Havnar, har hann tók studentsprógv í 1939. Leiðin lá síðani til Keyp­ mannahavnar, fyri at fáa sær hægri útbúgving. Hann tók handilsskúlaprógv í 1939 og í 1948 leyk hann prógv í løgfrøði. Í 1941 giftust hann og Alex­andra (fødd Isaksen) dóttir Sáru og Jens Clæmint Isaksen. – Tey vórðu so í Danmark øll krígsárini. Trý eru børnini. Sára, sum giftist við Sverra Hentze av Sandi, búgva í Danmark. Agnar er giftur við Evy (fødd Christensen) ættað úr Danmark búgva í Klaksvík. Marita, gift við Jón Nystrøm úr Klaksvík, og búsett í Danmark. Spennandi fyritøka Um ta tíðina, Páll tók prógv í løgfrøði, var J. F. Kjølbro á veg móti vinnuliga tind­in­um, og felagið sum vaks til nógv størstu og víð­­fevndu fyritøkuna í Føroyum nakrantíð, gjørd­­ ist tí eitt av mest spenn­andi arbeiðsplássum í Norð­ur­­ londum. Hann kom í fyri­ tøkuna í 1949 sum pro­kur­istur, eftir at Poul Als, sum tá hevði verið stjóri í eini tíggju ár, fór aftur til Danmarkar. Páll var har til 1966. Soleiðs gjørdist hesin gávuríki havnarmaðurin klaksvíkingur. Lat vera sagt, at Páll varð ein fongur fyri Klaksvík meir enn á ein hátt. Eg kundi tí hugsa mær at nomið við onkrar tættir av mongu virðunum, sum eyðkendu Páll. Góður vegleiðari Hann hevði djúp árin á okk­­um sum børn, við hans­ ara serstøku evnum sum sunnudagsskúlalærari. Hans­ ara trúfesti, lætta lyndi og góðu frásagnarevni, settu seg føst í okkum. Hann var við til at geva okkum, sum tá vuksu upp, eina góða barlast fyri lívið. Seinni kom eg í læru á skrivstovuni hjá Kjølbro, har Páll eitt nú var starvs­ fólka­leiða ri. Her vísti hann aftur arbeiðssemi, vildi hava mál avgreidd, var trúfastur, prinsipfastur og møtti upp til tíðina og tá nakað var áfatt. Tók lut Í 1971 varð hann valdur í bý­ráðið á uttanflokkalista, og varð valdur til borgar­ stjóra. Fyri okkum yngru sum tá vóru innvaldir, Kára Kjelnæs, Olvheðin Jacob­sen og meg, vóru Páll, Trygvi Laksáfoss, Hans Andreas Jacobsen (Hansy) og Asbjørn Joensen góðir garvaðir lærumeistarar. Páll var greiður og altíð hampuligur í orðaskiftum og hann greiddi málini væl við tí holla praktiska og teoret­ iska førningi, hann hevði við sær. Umframt at sita í býráðn­ um, var hann stjóri á ný­stovnaðu løngjalds-stov­ uni. – Í 1974 var hann valdur inn á Fólka­floks­listanum, men stillaði síðani ikki upp­ aftur valið eftir. Hevur verið sosialur Í samkomuni í Betesda hevur Páll verið hollur verkamaður, bæði at bera orðið fram og sum tolkur bæði frá enskum og týskum. Ja, og hvør minnist ikki eisini hansara mongu skemti­ ligu veitslutalur. Heimið hjá Alexandru og Páll hevur altíð staðið opið fyri fremmandum, og tá trú­ boðarar so mangan vitjaðu í Betesda, stóð heimið hjá hesum fyrimyndarliga pari altíð opið. Ein táttin afturat fari eg í stuttum at nema við, tað er ta vitjunartænastu hann í so mong ár trúliga ynti, har hann vitjaði gomul og veik, hevði eitt orð, ein sang og bøn við teimum og soleiðis gleddi tey. Her vóru brøðurnir Karl og Álvur Jos­ephsen hjálpsamir við bilflutningi. Góði Páll, her verður ikki pláss fyri meira í hesum umfari, men fari bert at ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum níti árunum, og at Harrin má signa teg og tíni, nú hesi seinnu árini hjá tær gjørdust so tunglig á røktarheiminum. Eg fari tí persónliga takka tær fyri ta fyrimynd tú var fyri meg og okkum ungu sum vuksu upp, tey árini tú var yngri, frískur, lættur og ferðugur og ongantíð spardi teg. Jógvan við Keldu Páll á Dul 90 ár Hósdagin 27. apríl fyllir Líggjas Joensen í Havn 65 ár. Líggjas hevur í mong ár verið vinnulívsmaður, og hann er fyrrverandi formaður í Ítróttarsambandi Føroya. Líggjas er gøtumaður. Foreldrini hjá honum vóru Hanna fødd Gregersen og Leon Joensen. Mamman var úr Syðrugøtu, og pápin var ættaður úr Froðba. Hanna og Leon fingu fimm børn: Jórun Smith, sum býr á Argj­um, Líggjas, Oddvá Natte­stad, sum býr í Havn, Jógvan Salemon, sum býr í Syðrugøtu, og Helgi, sum býr í London. Líggjas kom til Havnar í 1962, tá ið hann fór í læru í Føroya Banka. Meðan hann lærdi, koyrdi hann hýruvogn og rak SnarVask í Bøgøtu. Í 1964 flutti hann til niður til Danmarkar, har hann arbeiddi á skrivstovuni hjá General Motors í Keypmannahavn. Í 1966 flutti Líggjas aft­ ur til Havnar. Tá fór hann á skrivstovuna hjá Skipa­ fel­agnum Føroyar. Í 1971 fór hann at arbeiða á gran­ skoðaravirkinum hjá Carl Wil­helm Weihe. Har var hann í tvey ár, og so var hann í tíggju ár roknskaparstjóri hjá Tórshavnar býráði. Í 1983 fór Líggjas at arbeiða hjá Føroya Fiskasølu. Har var hann inntil í 1994, tá ið hann saman við øðrum stovnaði Farpack. Líggj­­as hevur verið stjóri øll árini, og tað er hann framvegis. Upp­runaliga var setningurin hjá Farpack at útvega pakki­til­ far til fiskivinnuna. Seinni er arbeiðsøkið víðkað rættuliga nógv. Líggjas hevur havt fleiri álitisstørv í vinnulívinum. Eitt nú er hann næstformaður í Oljuvinnufelagnum, sum er felag hjá teimum, ið hava áhuga í at vera við í oljuvinnuni eitt nú sum veitarar. Líggjas er giftur Hergerð, f. Joensen og ættað úr Fugla­ firði. Foreldur hennara vóru Herborg og Jóhan Joensen í Toftum í Fuglafirði. Hergerð og Líggjas búgva í hugnaligum heimi undir Heygnum, og tey eiga trý børn: Heðin, Joan og Herborg, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Líggjas er sera familjukærur, og hann gongur eisini høgt upp í abbabørnini. Higartil eru tey fýra í tali, og eitt er á veg. Líggjas er ógvuliga ítrótt­ ar­­áhugaður. Hann hevur spælt badminton í mong ár. Mestu orkuna í frítíðini hevur hann nýtt til at skipa fyri og at leggja til rættis ítrótt­ini at frama. Í 1970 gjørd­ist hann kassameistari í Havnar Badmintonfelag. Longu í desember 1971 varð hann valdur til formann í Ítrótt­­ arsambandi Føroya, og í tí sessinum sat Líggjas inn­til í 1976. Í 1974 gjørdust Før­ oyar limur í altjóða hond­ bólts­samgonguni. Líggjas var saman við øðrum føroy­ ing­um hjástaddur í Jesolo í Italia. Hetta hevur hann altíð mett sum ein av tindunum í síni ítróttarligu karrieru, tí frammanundan var frá før­oyskari síðu gjørt stórt fyrireikingararbeiði, soleiðis at hetta skuldi eydnast. Før­ oyar vórðu limir í altjóða hond­ bóltssamgonguni saman við eitt nú Saudi Arabia! Eitt annað stig, sum varð tikið hesi árini, var at bøta um húsaumstøðurnar hjá um­sitingini. ÍSF keypti hús­ini, sum Neistin átti í Gundadali. ÍSF, sum framm­ anundan hevði leigað tvey rúm í Sverrisgøtu, flutti inn í Gundadali í 1974, tá ið ÍSF fylti 35 ár. Teir bygdu um og víðkaðu um húsini, og ÍSF heldur framvegis til í Gundadali. Í 1978 var Líggjas mill­ um teirra, sum fóru undir arbeiðið at fáa C HM kapp­ ingina í hondbólti til Føroya. Tað eydnaðist, og kappingin var í Føroyum stutt eftir árs­skiftið í 1980. Tá ið Hondbóltssamband Føroya varð stovnað í 1980 gjørdist Líggjas formaður. Hann sat í sessinum inntil í 1982. Síðani hevur hann ikki verið í nevndum, men hann hevur hjálpt til og stuðlað eitt nú, tá ið Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989. Líggjas Joensen 65 ár Heimdesign í Dr. Jacobsensgøtu 15 Mynd: Jens Kristian Vang www.sosialurin.fo