hósdagur 27. apríl 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Nelly Mort
ensen, fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi í
dag kl. 18. Jarðarferðin
verður úr Tvøroyrar
kirkju fríggjadagin kl.
13. Sungið verður úr
Sálmabókini. Tey, ið vilja
minnast Nelly, kunna
lata eina peningagávu til
Tvøroyrar kirkju, konta í
peningastovninum.
Kistan við Bjarnfríðu
Simonsen
ferð
úr
Tingeyrar kirkju leygar
dagin 29. apríl kl. 14.
Torgerð
Petersen,
Vestmann a,
ættað
úr Hósvík, andaðist
mánadagin 24. apríl á
Landssjúkrahúsinum,
56 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Saknið tungan harmin vekur
at so dátt vit mistu teg,
Harrin gevur, Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist tann,
lívsins gátu grunda kann:
Best sum sólin fagrast skúnur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
Hesi orðini hjá skaldinum kunnu
vit taka til okkum, nú okkum var so
dátt við at missa mostur, minst sum
okkum vardi tað.
Eisini kunnu vit taka til gomlu
orðini: Skjótt er Harranum um.
Mostur var dóttir Jóhonnu og
Sofus Debes við Gjógv, elst av
trimum systkjum. Hon varð doypt
Jóhanna Louisa Berlina Sofía eftir
báðum ommunum, men var altíð rópt
Hannelina eins og ommurnar vóru
róptar ávikavist Hanna og Lina.
Mostur vaks upp í heimi við handli,
telefonstøð og nógvari jørð.
Har var nógv at takast við: Handilin
kravdi sítt, telefonstøðin tað sama,
men ikki minst jørðin: eplir skuldu
setast niður og takast upp, hoyggið
skuldi fáast til høldar og so var tað at
taka upp, tá flett varð.
Lívsstarvið hjá mostur gjørdist at
taka sær av øðrum. Hon byrjaði lívs
skeið sítt við at ganga foreldrunum til
handa, síðani fór hon til Eiðis at ganga
til handa, til Gøtu at tæna hjá familju
har og so aftur til Gjáar at taka handilin
upp á seg, tá yngra systirin giftist.
Sjálv giftist mostur í 1963 við
Erlingi, og saman fingu tey einkar
dóttrina Odu.
Tað hevur altíð verið okkum øllum
eyðsýnt, at mostur var Erlingi ein sera
góð kona og Odu ein góð mamma, ja,
tað er ikki ov nógv sagt, at tær báðar
høvdu eitt óvanliga tætt samband sín
ámillum. Tá svigarsonurin kom í húsið,
varð tikið ímóti honum við opnum
ørmum, og so ikki at gloyma ommu
børnini, Hannelinu, Elsu og Erling; tey
vóru eygnasteinar hennara.
Hon elskaði Hannelinu, Elsu og
Erling yvir alt, og tey hana. Mangir eru
túrarnir, hon gjørdi suður til Havnar
at passa tey, tá tey vóru sjúk ella á
annan hátt varð brúk fyri barnagentu,
og bæði mostur og ommubørnini
elskaðu tað.
Tá omma og abbi á ellisárum tørv
aðu umsorgan tók hon gleðiliga upp á
seg at passa tey eisini. Hetta var henni
ein sjálvfylgja, og gestablídni teirra
førdi hon víðari.
Í húsunum hjá ommu og abba
var bæði handil og telefonstøð, so
har komu nógv fólk. Eisini vóru
tað skyldfólk og aðrir kenningar,
ið vitjaðu við Gjógv, sum sjálvsagt
stukku inn á gólvi, og øllum varð
vístur blíðskapur. Tað eru mong, ið
hava sitið væl har, og mostur var altíð
ein hollur stuðul hjá ommu og abba,
so tá tey fullu frá, tók mostur móti
gestunum í sínum egna heimi.
Vit minnast mangar glaðar løtur
frá barnaárunum, bæði frá dagliga
arbeiðinum, so sum hoyggingini, har
mostur var tann náttúrligi generalurin,
ja, mangar hugnaligar og stuttligar
løtur vóru uppi í Bø hesar dagarnar.
Og so ikki minst tá familjan var
samlað. Oda er okkara einasta systk
inabarn og bert fáir metrar eru mill
um húsini, so vit høvdu gott og tætt
samband okkara millum heilt frá
fyrsta degi. Nógvar hugnaligar løtur
hava vit at minnast afturá, tá familjan
var samlað um høgtíðir, føðingardagar
og aðrar dagar, har vit sum traditión
møttust, her lá hennara lutur ikki eftir
at skapa hugna.
Føðingardagarnar gloymdi hon
avgjørt ikki. Um tað av onkrari orsøk
ikki bar henni til at koma, so ringdi
hon, men bar tað á nakran hátt til at
koma, so var hon har. At ommusystirin
kom í føðingardag, var sjálvsagt fyri
børnini, og øll vóru tey eisini líka góð
við ommusystir.
Minni hevði hon sjáldsama gott.
Tað var ikki ein føðingardagur ella
merkisdagur annars í bygdini, hon ikki
mintist. Spurdi tú hana um nær onkur
hending fór fram, so visti hon næstan
altíð upp á dagin: “Tað var sama dag
sum tann ella tann var føddur”, ella “tað
var sama ár sum tann og tann giftust”.
Og tað gretti ikki, um tú kannaði eftir,
so passaði tað altíð til fulnar!
Alt, sum mostur tókst við, varð
gjørt til fulnar. Hon hevur vaska
skúlan í fleiri ár, og í fjøruti ár hevur
hon verið í kirkjuráðnum, og flestu
av hesum árunum hevur hon eisini
vaska kirkjuna. Hetta varð alt gjørt
av einslistum!
Mostur gjørdi ongantíð nakað burt
ur úr sær sjálvari. Hon var bara har og
fjálgaði um onnur ella vísti blíðsemi.
Hetta hevur hon eisini lagt niður í
Odu, og tað vísti eisini tann sera stóra
mannfjøld, ið var og fylgdi mostur
til gravar. Ongantíð man fjøldin hava
verið størri enn tað sama við Gjógv,
sjálvt um veðrið var stak vánaligt.
Nú hon gjørdist sjúk, gramdi hon seg
ongantíð fyri øðrum. Hon gleddi seg at
gerast frísk aftur, og koma út millum
fólk, men so skuldi ikki vera.
Tað kennist so tómt og óveruligt
nú ongin mostur er. Ongin er í gongs
vindeyganum, tá man gongur eystur
eftir veg ella fyri stovuvindeyganum,
tá man hyggur heimeftir! Saknurin
hjá okkum er ómetaliga stórur, men
størstur er hann hjá manni, dóttir,
vertssoni og ommubørnunum. Men
vit liva øll í vónini um at hittast aftur
ein dag.
Friður verið við minninum um most
ur, vit fara altíð at minnast teg!
Hvíl í friði!
Sofus, Ann a, Jóhann a og Hergerð
Minningarorð um mostur okkara,
Hannelinu Joensen, Gjógv
fødd 5-12-1937, deyð 24-3-2006
Dagurin í morgin
28. apríl. Vitalis, deyður umleið ár 171. Rómverskur
embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av
døgum
Tøkk
Hjartaliga takk til tykkum øll, sum á
ymiskan hátt gjørdi 100 ára føðingardagin
hjá mær ógloymandi.
Takk til skúlabørnini, lærarir, dagpleygu,
barnagarðir og øll onnur sum møtti upp og
sungi og spældi fyri mær, fyrapartin.
Takk til Vágs Kommuni og hjálparir, sum
fyrireikaði alt so hugnaligt og vakurt og
til sangkórið Ljómur, Landstýrismenn,
Løgtingsmenn, Ríkisumboði, røðarar og til
tykkum øll í møtti upp í VB húsinum og
heiðraði meg.
Takk fyri heilsur, blómur og gávur og til
familjuna fyri stóra hjálpsami tykkara.
Bestu heilsanir
Johann a Maria Olsen, Toftalíð, Vágur