Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 80 - 26. apríl 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. P/F Kaupthing: Móttøka og gávuhandan í Bókbindaragøtu Fríggjadagin 7. apríl 2006 var móttøka í nýggju hølunum hjá Kaupthing í Bók­ bindaragøtu í Havn, har nógv fólk nýttu høvi at síggja nýggju hølini og heilsa upp á stjórar og starvsfólk Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Hetta seinasta árið er virk­ semið hjá Kaupthing í Før­ oy­um vaksið munandi, og talið av starvsfólkum er økt samsvarandi. Bankavirksemi stendur fyri framman, og tað setir nýggj krøv til pláss og umstøður. Fyri at betra um umstøðurnar hjá bæði viðskiftafólki og starvsfólki varð síðst í februar flutt í nýggj og munandi størri høli í Bókbindaragøtu 8 í Havn. Nógv fólk nýttu høvi at síggja nýggju hølini og heilsa upp á stjórar og starvsfólk hjá Kaupthing. Tónleikur var eisini á skránni. Undir móttøkuni handaði Peter Holm, stjóri í P/F Kaupthing, umboðum fyri Frelsunarherin 200.000 krónur til Herbergið, sum Frelsunarherurin stendur fyri. “Frelsunarherurin ger eitt framúrskarandi arbeiði fyri teimum heimleysu í Før­oyum, og hetta arbeiðið hevur bæði viðurkenning og stuðul uppiborið”, segði Peter Holm m.a. í grund­gevingum sínum. Tá Kaupthing í Føroyum skjótt fer at virka sum banki, fáa kundarnir í Føroyum eina uppaftur betri tænastu frá einum av teimum stóru evropisku bankunum, sum Kaupthing Bank nú er vorðin. Kaupthing verður nógv tann størsti bankin á føroyska marknaðinum. Hósdagin 27. apríl kunn­gjørdi Kaupthing Bank metgott úrslit fyri 1. ársfjórðing. Úrslitið eftir skatt gjørdist 1,6 milliardir danskar krónur og hetta er ein hækking upp á 69,5% sammett við 1. ársfjórðing í fjør. Kaupthing hevur verið á føroyska marknaðinum sein­ astu 6 árini, og í dag starvast 15 fólk hjá Kaupthing í Føroyum. Peter Holm, stjóri í Kaupthing, handar umboðunum fyri Frels­ un­ar­herin, Toril og Niels Edvard Olsen, 200.000,- krónur til Herbergið Frukt og góður matur frá Gourmet v. Leif Sørensen Poul Clementsen, frá Team 85, Hjalgrím Samuelsen, frá Dimma­ lætting, heilsa upp á Jan Otto Holm, íløgustjóra hjá Kaupthing Ólavur H. Olsen frá Farodane heilsar upp á Peter Holm, stjóra. Eisini sæst Hans Birgir Hansen Jóannes Dalsgarð frá Húsaláns­ grunninum og Jan Otto Holm frá Kaupthing Jan Otto Holm heilsar upp á Tórmóð Djurhus, advokat Søren L. Bruun, stjóri, og Rúni H. Johannesen, deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa og Peter Holm, frá Kaupthing Jan Otto Holm heilsar upp á Ásu Johnsdóttir og Birnu Gaard frá Hotel Hafnia Dánjal Poulsen, frá Faroe Travel, Jan Otto Holm, Marner Jacobsen og Finn Damberg frá Føroya Sparikassa Beinir Kristiansen, stjóri á Blika, saman við Jan Otto og Peter Holm frá Kaupthing Kaupthing í Bókbindaragøtu 8