hósdagur 27. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Ljóðmynd,
Terji &
føstufressar
Fløga: Terji & Føstufressar
Lag: Terji Rasmussen
Orð: Anker Eli Petersen
Útgávan hjá Terji &
Føstufressum er Føroya
gull, ein varið. Hon hevur
so ótrúliga nógv magiskt
yvir sær á øllum frontum,
løgini, orðini, sangurin og
spælið. Her er so nógv gott
at siga um alla fløguna.
Men um eg skal velja eitt
lag fram um hini, so er
tað Ljóðmynd. Tað virkar,
sum um yrkingin er fødd
til lagið, og lagið er føtt
til yrkingina. Orðini liggja
so væl til lagið og lagið
gevur orðunum so nógva
meining.
Náttar-
ravnar,
Moirae
Fløga: Moirae
Lag: Kaj Johannesen
Orð: Annika Lávík
Moirae var ein bólkur mær
dámdi væl. Serliga fyrra
fløgan er ordiliga góð. Hon
er nokkso 70’araslig. Eg
lurti enn ofta eftir henni.
Hon er gjøgnumførd og
virkar sum ein heild, eisini
sjálvt um talan er um fleiri
ymiskar sangskrivarar og
sangarar.
Mær dámar væl Kaj
Johannesen, hann dugur
væl at smíða løg. Lagið
Náttarravnar hevur okkurt
yvir tí, ið varar ævigt. Her
rigga orð og lag sera væl
saman.
Vøgguvísa,
Ólavur
Jacobsen
Fløga: Tornið við
Heimsins Enda
Lag: Ólavur Jacobsen
Orð: William Heinesen
Vøgguvísa er besta lagið
sum pápi mín, Ólavur
Jacobsen hevur skrivað.
Tað rørir meg upp um fjøll.
Hann hevur annars skrivað
eina rúgvu av løgum. Í
Vøgguvísu, rigga lag og
yrking sera væl saman. Eg
haldi eisini, at yrkingin er
stak væl umsett til føroyskt
Fløgan Tornið við Heimsins
Enda er ein verkætlan við
løgum, ið pápi mín hevur
gjørt til tekst eftir William
Heinesen.
I Know I Have
To Listen
Charles Gade &
Pianoholdet.
Fløga: Komið øll við
Lag: Charles Gade
Orð: Michael Drud
I Know I Have To Listen
hjá Charles Gade &
Pianoholdet er eisini eitt
lag, sum varar við. Tað
hevur nakað at siga. Eg
haldi lagið í sær sjálvum er
ordiliga deiligt og lekkurt.
Tað rørir mítt hjarta og
skapar eitt ávíst sorgblídni,
ikki bara hjá mær, men tey
flestu, sum eg kenni, hava
tað soleiðis við hesum lag-
num. Sangarin syngur so
inniligt, at tú verður rørdur.
Hvítar
Flykrur,
Frændur
Fløga Frændur II
Lag: Eyðun Nolsøe
Orð: Steintór Rasmussen
Eyðun Nolsøe imponerar á
Hvítar Flykrur, bæði gittar
arrangementi og lagið
sjálvt er heilt øgiliga gott.
Orðini eru eisini sera fitt
og eitt sindur móðurlands-
kend. Frændur er fólkaogn,
eg vaks upp við Frændum,
og kanska serliga fløguni
80’ini. Eg havi upplivað
bólkin á so ræðuliga nóg-
vum konsertum, og sungið
Frændur sangir í so øgiliga
nógvum ballum. Hetta er
bólkur, sum hevur havt eitt
heilt serligt pláss í mínum
lívi.
Løg íð vara
Fimm tær bestu við Flóvin E. Viderø
Flóvin E. Viderø er saman Líggjas
Olsen ein av monnunum handan
inniliga og vakra tónleikin hjá
Deja Vu. Hann hevur síðan bólkurin
fyrstu ferð gjørdi ordliga vart
við seg í Prix Føroyum 2003,
verið sæddur sum ein tann fremsti
og inniligasti sangskrivarin á
føroyska tónleika pallinum.
Løg, ið vekja ans
Fyrsta fløgan hjá Deja
Vu, ið kom út í fjør,
varð vald besta fløga
í 2006 av lesarum
hjá
Dimmalætting,
og hon var millum
bestu fløgurnar á
Planet Awards. Bæði í Føroyum og í
útlandinum hava løgini hjá bólkinum
vakt ans. Eitt nú varð Jesper
Binzer sangari í stóra danska
rokkbólkinum D:A:D heilt bergtikin
av Deja Vu fløguni, tá hann vitjaði
í Føroyum í januar.
Á konsertferð
Seinastu vikuna hevur Deja Vu
verið í Íslandi, har bólkurn hevur
spælt fimm konsertir, umframt í
íslendskum sjónvarpi. Konsertirnar
hava verið á Akureyri, í Reykjavík
og í Keflavík. M.a. saman við
øðrum føroyskum bólkum á stóra
AME tiltakinum í NASA. Seinastu
vikurnar hevur tónleikurin hjá
Deja Vu verið, nógv at hoyrt í
Íslandi.
Vit hava fingið orð á Flóvin E.
Viderø, og prátaðu við hann um
góðar sangir og um sangskriving.
Hevur seg sjálvan við
Men hvussu arbeiðir ein av fremstu
føroysku sang skrivarunum við sínum
løgum. Flóvin greiðir frá, at tá
hann skrivar tónleik, byrjar hann
næstan altíð við einum riffi.
Riffini fær hann íblástur til úr
ymiskum upplivingum, ofta er tað
úr filmum, ið hann sær, ella úr
náttúruni. “Eg brúki meg sjálvan,
tá eg skrivi. Ting, sum eg havi
upplivað, og eisini onkuntíð ting,
sum fólk eg kenni, hava upplivað”.
“Eg vil, at tónleikur og orð
skulu vera innilig. Tað sum eg
skrivi skal passa, ella um tað er
fiktivt, so skal eg føla, at tað er
veruligt.”, sigur Flóvin.
Góð løg vara ævigt
Vit bóðu Flóvin velja tey fimm
føroysku løgini, ið hann helt
vera tey bestu. Flóvin sigur, at
góð løg vara við. Tey doyggja
ongantíð. Hann valdi tí fimm løg,
ið hava hendan eginleikan, fimm
sterk løg, ið eru flott skrivaði og
væl útsett. Eisini er samanhangurin
millum tekst og lag góður.
Flóvin E. Viderø er ein av bestu
yngru føroysku tónasmiðjunum,
sambært honum eru tey bestu
løgini, løg ið vara ævigt. Vit
hava biðið Deja Vu’aran um at
velja fimm tey bestu føroysku
løgini.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo