hósdagur 27. apríl 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Rokkbólkurin 200 verður
við á siglandi festivalinum,
ið verður dagarnar aftan
á jóansøku umborð á
Norrønu. Hetta er enn
eitt stórt tónleikanavn, ið
verður avdúkað á Ungdóms-
túrinum’06.
Festival summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Norrøna mánadagin 26. juni
fer av Havnini á Ungdómstúrin’06,
verður rokkbólkurin 200 við á ferðini.
Longu frammanundan er kunngjørt
at Showmenn, Skunk, Thor
Simonsen Og DJ Tummix vera við,
men nú hava fyrireikararnir altso
eisini tryggjað sær punkrokkbólkin
yvir allar føroyskar punkrokkbólkar,
við á ferðina.
Føroya besti bólkur
200 varð besti føroyski bólkur
á Planet Awards í ár. Hittlagið
Musclemanblað lá ovast á 15
teimum bestu í 9 vikur, og fløgan
Viva La Republica seldi so mikið væl,
at hon gjørdist millum 10 tær mest
seldu fløgurnar í Føroyum í 2005.
200 hevur spælt á AME, á MjúS,
á G!, á íslendsku Airwaves, í Vega
í Keypmannahavn, í SMS, á Faroe
Expo og í spælistøðum kring allar
Føroyar seinasta árið.
Stutt áðrenn ungdómstúrin
fer 200 á pallin á stóra danska
ídnaðarfestivalinum Spot 12
í Århus og á Asfalt í Havn. Í
vikunum millum hesar konsertir
og Ungdómstúrin er bólkurin í
upptøkuhøli og spælir inn eina
nýggja fløgu, og uttan iva verður
tilfar av hesi fløgu at hoyra á
Ungdómstúrinum. Hesin túrur
verður partur av ferðini hjá 200
niður á Roskilde Festivalin, har
bólkurin eisini skal spæla.
Rokka heilt til Noregs
Rokkenda punk trioin kom fram í
sambandi við upptøkurnar av Rock
í Føroyum 2 í 1997. Bólkurin spældi
tá antipopp á føroyskum, tað flutti
seg síðan til fullveldispunk á fyrstu
fløguni 200% í 2001. Nýggjasta
fløgan Viva La Republica tekur tráin
upp eftir 200%, men er heldur meira
rokkkend enn fyrra fløgan, og tek-
stirnir eru enn meira argandi. Niels,
Uni og Mikael eru allir tríggir framúr
góðir tónleikarar, sum uttan iva fara
at fáa Norrønu at rokka allan vegin
til Noregs.
Fantastiskir karmar
Hetta er triðju ferð, at skipað verður
fyri ungdómstúri við Norrønu, men
tað er longu greitt, at hesaferð
verður fyriskipanin av túrinum
munandi meira umfatandi. Stutt sagt
verður alt gjørt fyri, at túrurin verður
ein risa uppliving fyri tey ungu. Tey
fáa fantastiskar karmar at hátíðar-
halda, at skúlarnir eru farnir í sum-
marfrí. Fyrireikararnir hava veruliga
spíla seg út, soleiðis, at túrurin í ár
næstan verður eitt slag av flótandi
festivali, við tónleiki og tiltøkum
dag og nátt frá mánamorgni 26. til
mikudagin 28. juni.
Fult drøn
Elin Hentze í Stórustovu er sett sum
samskipari, hon hevur góðar royndir
sum konsert fyriskipari, og var m.a.
við til at fyriskipa frálíku Náttin er
Ung tiltøkini. Elin sigur við Planet.
fo. At tey hava lagt seg eftir at skipa
fyri einu góðum túri, har tey ungu
fáa eina veruliga uppliving. “Tað
verða tveir dagar við fullum drøni á.
Undirhaldið byrjar, áðrenn vit leggja
frá landi í Havn, og heldur fram,
heilt til vit koma aftur mikudagin,
so ongin noyðist at keða seg” sigur
Elin.
Tónleikur dag og nátt
Allan túrin er tónleikur á skránni,
og bæði um morgunin, dagin, um
kvøldið og alla náttina er livandi tón-
leikur við einstaklingum og bólkum,
og Dj Tummix. Hetta verður í Viking
Club, Naust Bar og í Sky Bar. Serliga
forkunnug er Sky Bar, sum er ein
úti barr á dekki 7. Hendan barr skal
nýtast til fulnar. Har verður tónleikur
bæði á fløgu og livandi framførslur.
Men har verður eisini annað enn
tónleikur Saranja Hammer frá
Yndi Fitness fer at undirvísa í
Aeroboksing, Trim aerobic, Salsa
Aerobic og Salsa dansi
Útsjóndin verður eisini røkt
Tvær hárfríðkunarkvinnur vera við
á túrinum, og fara at sveisa lokkar
í hárið á teimum, sum hava hug
til tað. Eisini verður ein vakur-
leikaserfrøðingur, ið fer at gera
andlitsviðgerðir og leggja make-up
hjá teimum, ið vilja tað. So útlitini
fyri at pynta seg, eru eisini sera góð
á túrinum.
Tey, ið vilja røkja heilsuna á ferðini,
kunnu gera hetta í fitnessrúminum,
ið er opið sum vanligt
Lægri prísur komandi vikurnar
Ferðaseðlarnir verða nú settir til
sølu og vera seldir fyri ein lægri prís
til 15. mai, eftir hetta fer prísurin
upp. Um man er 16 ella 17 ár, skulu
foreldrini vátta, at tey ungu kunnu
fara. Meira fæst at vita um hetta við
at venda sær til Smyril Line. Tey, ið
eru 18 ár, skulu prógva aldurin við
passi ella koyrikorti, tá tey keypa
ferðaseðilin.
2
0
0
s
j
ó
m
e
n
n
á