Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sveinur Dam og Høgni Øster hava arbeitt sum flogternur í ein góðan mánað og trívast báðir væl í starvinum: – At arbeiða sum flogterna er avgjørt ikki ov kventlasligt, siga teir báðir við ein munn. Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Í alt arbeiða um 50 flogternur hjá Atlantic Airways, og hava tær allar fingið eina grundútbúgving innan hetta yrkið. Sermerkt fyri arbeiðið sum flogterna er, at arbeiðstíðirnar eru skiftandi, tú skalt duga at arbeiða sjálv- støðugt, men somu- leiðis í tøttum toymi. Somuleiðis skalt tú vera tænastuhugaður, nærlagdur, tolin og megna at arbeiða í stressaðum støðum: – Okkum dámar væl hetta arbeiðið. Lønin er góð, og arbeiðstíðirnar skiftandi, ið gevur frálíkt fjølbroytni frá einum vanligum arbeiði frá klokkan 8-17. So tað er akkurát nakað fyri okkum, eru bæði Høgni og Sveinur samdir um. Spennandi og øðrvísi Fyri kortum var ein starvslýsing í bløðunum, har Atlantic Airways leitaði sær eftir fleiri nýggjum flogternum. Áhugin var stórur, men hóast eini 100 søktu um arbeiðið, var Sveinur ikki tikin á bóli, tá hann fekk at vita, at hann var millum tey 10, ið sluppu gjøgnum nálareygað: – Tá eg sá starvslýsingina í blaðnum, helt eg alt fyri eitt, at tað ljóðaði spennandi og øðrvísi. Eg slapp til samrøðu, ið gekk sera væl. So tá tey ringdu eftir mær, gjørdist eg ikki kløkkur, men sera glaður, sigur Sveinur. Høgni søkti somuleiðis um arbeiðið, tí hann ynskti at royna okkurt nýtt og øðrvísi, og kann, nú hann hevur arbeitt í ein mánað, av røttum staðfesta, at hetta arbeiðið er júst so: – Eingin túrur er eins. Men eg veit tó ikki, um hetta verður mín lívsleið. Eg havi ikki arbeitt so leingi, men tað hevði verið stuttligt og áhugavert at roynt at flogið fyri eitt stórt flogfelag uttanlands í framtíðini. So hevði eg upplivað og ment meg enn meira. Ella hvør veit – kanska eg fari at lesa til flogskipara, leggur Høgni afturat við einum smíli. Strong krøv Fyri at gerast flogterna eru tað nógv krøv, ein skal lúka. Tá Planet. fo setir spurningin um hvørji hesi krøvini eru, svarar Sveinur alt fyri eitt, at ein skal síggja ótrúliga gott út, men leggur tó beinanvegin afturat við einum skál- kabrosi, at tað avgjørt ikki er ein treyt: – Nógv strong krøv eru til eina flogternu. Tú skalt eitt nú vera 21 ár og hava eina góða heilsu. Einki skal vera galið – hvørki kroppsliga ella sálarliga. Tað ber heldur ikki til at hava eina flogternu umborð, sum verður bangin, bara tað rullar eitt sindur. Eisini skalt tú hava kunnleika til fremmandamál, hava eina vanliga hoyrn og sjón og orka heilt væl. Somuleiðis skalt tú gjøgnum nakrar royndir, áðrenn tú fært loyvi at arbeiða umborð. – Eitt nú eitt trygdarskeið har tú lærir, hvat tú skalt gera í eini neyðstøðu. So tað er ikki bara sum at siga tað at arbeiða á einum ferðafólkaflogfari, sigur Sveinur. Men var tað ikki ræðani at fyrireika seg til møguligar neyðstøður á trygdarskeiðnum? – Tað kendist rættiliga veruleikakent. Vit vóru eitt nú í einum stórum hyli við nógvum aldum, toruslátturi, regni o.ø. Har skuldu vit hjálpa neyðstøddum ferðafólki upp í bjargingarbátar. Tað var álvarsamt, men eg varð ikki ræddur. Heldur var tað læruríkt og stuttligt at royna. Eg kundi avgjørt ikki verið trygdarskeiðini fyri uttan í hesum arbeiðnum, sigur Sveinur og skoytir uppí, at tað truplasta var at læra allar reglurnar fyri flogferðslu. Høgni heldur, at flest øll hava misskilt arbeiðið hjá eini flogternu: – Nógv halda, at arbeiðið bert er grundað á at veita tænastu, men tað er tað rætt og slætt ikki. Í høvuðsheitum eru vit her fyri at tryggja, at alt er í lagi. At vit so eisini borðreiða mat og drekka til ferðafólkini er bert ein tænasta, sum ger tað dámligari hjá øllum at flúgva. Strævið arbeiði Høgni og Sveinur játta, at hóast tað er spen- nandi at arbeiða sum flogterna, er tað til tíðir strævið: – Alt skal ganga sera skjótt fyri seg, og vit skulu altíð vera væl upplagdir. Eitt nú tá vit flúgva til Íslands, skulu vit megna at gera alt tað sama arbeiðið á bert ein tíma, sum vit gera á ein tveir tíma langan túr til Danmarkar. Vit arbeiða um 40-60 tímar um vikuna, men vit eru ikki bert til arbeiðis, tá vit eru í luftini. Tá vit eitt nú flúgva til Norra, eru vit burtur í tríggar dagar. Ov kventlasligt? Høgni og Sveinur eru báðir á einum máli um, at arbeiðið sum flogterna ikki er ov kventlasligt: – Tað er tað avgjørt ikki. Tað eru bara gamlir fordómar, ið fáa fólk at hugsa soleiðis. Um tað er ov kventlasligt at vera flogterna, er tað avgjørt eisini ov kventlasligt at arbeiða í eini barr ella matstovu. Fordómarnir eru kanska komnir av teirri orsøk, at áður hava mannligu flogternurnar verið ov leysar í hondliðunum ella rættari sagt kventlar. Men soleiðis er tað veruliga ikki, sigur Høgni at enda avgjørdur. - Vit eru ikki kventlar Sveinur Dam og Høgni Øster: – Høgni og Sveinur møta klokkan 7.15. Teir fáa sær fyrst morgunmat, og síðan fara teir í manningarrúmið á flogvøllinum fyri at ráðleggja túrin. Umframt teir eru flogskiparin, stýrimaðurin og hinar flogternurnar, sum skulu við til Keypmannahavnar, í manningarrúminum. Síðan verður farið umborð á tóma flogfarið at gera klárt og kanna eftir, um øll útgerðin er, sum hon eigur at vera umborð. Tey 51 ferðafólkini koma umborð og verða víst upp á pláss. Høgni og Sveinur vísa ferðafólkunum, hvussu tey skulu bera seg at í møguligum neyðstøðum 1 2