Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Hvussu nevna vit eitt mannfólk, sum starvast sum flogterna? Umborð á Atlantic Airways kjakaðust flogternurnar dúgliga um hetta. Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Hvussu nevna vit eitt mannfólk, sum star- vast sum flogterna? Hesin spurningurin var leingi viðgjørdur umborð á Atlantic Airways. Flogtænari, flogkallur, flogsveinur, flogskarvur, steward ella flogterningur vóru uppskotini, sum vóru á lofti millum flogternur- nar, ið vóru til arbeiðis henda túrin: Á Málstovuni verður sagt, at orðið flogterna hóskar best sum heiti um bæði konufólk og mannfólk, men tað eru mannfólk ikki samd í: – Summi kalla okkum menn flogternur, men tað haldi eg ikki er rætt. Kanska flogsveinur er tað besta orðið, sigur Sveinur Dam, ið starvast sum flogterna hjá Atlantic Airways, brosandi. – Ja, tað er alt ov kventlasligt. Tá tað nú er broytt frá at eita sjúkrasystur til sjúkrarøktari, eigur tað somuleiðis at bera til at finna eitt nýtt orð til mannfólk, ið arbeiða sum flogternur, leggur Høgni afturat. Marius Staksberg, ið er málfrøðingur og starvast á Mál- stovuni, sigur soleiðis um uppskotini, flogternurnar umborð á Atlantic Airways eru komnar við: – Eg havi fatað orðið flogterningur sum skemt. Hini orðini eru sum so í lagi, men flogtænari er kanska tað orðið, merkingin hóskar best til. Men tænari er eitt starv frammanundan, og tað verður brúkt um bæði mannfólk og konufólk. So hví ikki eisini nýta orðið terna um mannfólk? Tað haldi eg hóskar best, sigur Marius og skoytir uppí, at konufólk hava tað ofta lættari við at góðkenna kallkynsorð sum starvsheitið, enn mannfólk hava við at góðkenna kvennkynsorð sum sítt arbeiði: – Ein orsøkin til hetta er møguliga, at størv, sum menn vanliga hava havt, hava verið hægri mett enn konufólkastørv. Men í hvussu er tykist tað, sum vit ofta hava lættari við at góðtaka kallkynsorð um konufólk enn kvennkynsorð um mannfólk. Starvsheiti sum lækni, sakførari og tænari verða góðtikin um konufólk, uttan at fólk flest hugsa um tað, og tá vit hava serligar kvennkynsformar, verða kvennkynsorðini bara brúkt um konufólk, men kallkynsorðini um bæði mannfólk og konufólk. Eitt nú verður lærarinna bert brúkt um konufólk, men lærari um bæði kyn, og formaður verður brúkt um bæði kyn, men forkvinna ella forkona verður bara brúkt um konufólk, sigur Marius Staksberg, málfrøðingur. Sostatt eitur ein stewardessa flogterna á føroyskum, líkamikið um tað er eitt mannfólk ella konufólk, ið er til arbeiðis. Flogterna úttalast og stavast terna, og ikki tedna, sum flytifuglurin, sum kemur til Føroya á Halvarsøku. Flogterna og flogterningur? Fakta Klædnareglur n Allar flogternur- nar skulu vera í eins búna. n Øll klæðini skulu vera rein og sita væl at kroppinum n Skulu bera slips n Skógvarnir skulu vera einkultir, svartir og ikki hava nakra sjónskt prýði n Sokkarnir skulu vera svartir ella myrkabláir n Tá ein er í jakka, skal jakkin vera knappaður n Hárið skal ikki vera langt og altíð reint og væl sett. n Neglirnar skulu vera reinar og snøggar n Belti og annað tilhoyr skal vera svart, myrkablátt ella hvítt. – So skjótt flogfarið er farið á flog, reisa teir seg aftur og byrja at avgreiða tollfríu vørurnar og matarbakkarnar. – Síðan kemur Høgni við kaffi: - Ynskja tygum mjók í kaffi?, spyr Høgni vinaliga hvørja ferð, hann fer fram við einum ferðafólki. – Tveir tímar seinni eru vit í Kastrup. Nú skal ruddast og gerast klárt aftur til heimferðina. – Um ein tíma er flogfarið fult aftur og klárt at fara aftur til Føroya 3 4