Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Føroysku bólkarnir vóru í heimsflokki “Allir hesir bólkarnir kundu klára seg væl á samanborið við tónleikapallin í einhvørjum landi í heiminum”, segði íslendski samskiparin av AME-Reykjavík Ásger Eyþórsson, við planet. fo. Hann helt, at støðið á føroysku bólkunum var sera høgt, og við rætta hepninum og røttu sambondunum, kundu allir sum ein gera vart við ser uttanlands. Sjálvur dámdi Ásgeir serliga væl Gestir, ið spældu sera sannførandi. Hann helt tó, at tað ivaleyst var Høgni Lisberg, ið hevði størstar møguleikar í Íslandi júst nú. Tí hansara tón- leikur varð nógv spældur í útvarpi og sjónvarpi. Fólk tyktust at hava tikið hann til sín. Samansjóðan av føroyskum tónleikarum Umframt at vaksa um áhugan millum íslen- dingar fyri føroyskum tónleiki, so hevði AME Reykjavík stóra jaliga ávirkan á samanhaldið millum føroysku bólkarnar. Føroyski tónleika- pallurin kann ofta tykjast eitt sindur klikuttur, fólka í einum geografiskum umhvørvi halda mest saman við sínum egnu. Men á AME búðu allir luttakandi bólkar á sjómansheiminum og gjørdu nógv av at hugna sær saman. Á konsertunum, ið Deja Vu skipaðu fyri á Grand Rock møtti alt ferðalagið upp og stuðlaði hvør øðrum, um dagarnar fór fólk túrar saman t.d. í Bláu Lón og nýggj vinaløg vórðu knýtt. Lena á Rás 2 Føroysku luttakararnir á AME Reykjavík, vóru nógv í ymisku loftmiðlunum. Vit vóru við, tá Lena og Niklas vitjaðu og spældu tvey løg á Rás 2, ið er tónleikastøðin hjá Ríkisútvarpinum. Í tónleikasendingini hjá Águsti Bogasyni var Lena gestur, tey tosaðu um hana, um hennara tónleik og um hennara framtíðarætlanir. M.a. segði Lena, at hon væl kundi hugsa sær at komið aftur til Íslands og upplivað meira av landinum, enn hon sleppur hesaferð, tí longu mánadagin skuldi hon víðari til London at spæla inn. Lena og Niklas spældu løgini Stones In My Pocket og Dawn. Hetta eru tvey av ster- kastu løgunum og er henda útvarpsframførsla uttan iva sera sølufremjandi fyri hennara fløgu, ið kom út í Íslandi fríggjadagin. Í kjalarvørrinum av AME Reykjavík er almenni hittlistin hjá íslendsku tónleika niðurtøku heimasíðuni tonlist.is almannakunngjørdur við føroyskur ísletti. Lagið Morning Dew hjá Høgna Lisberg liggur á 15. plássi hesa vikuna. Høgni var mettur at vera høvuðs- navnið á AME-Reykjavík, og júst Morning Dew var nógv spældur í íslendskum útvarpi og sjónvarpi. Hetta sæðst nú aftur í sølutølu- num, á listanum hjá tonlist.is, ið má metast sum einasti veruligi stakfløgu hittlisti í Íslandi. Eins og í Føroyum er sølan av stakfløgum næstan eingin, men eins og í restini av heiminum er niðurtøka av løgum á alnetinum ein vaksandi marknaður. Tonlist.is almannakunngerð hvør- ja viku tey 20 mest niður tiknu løgini, og hesa vikuna er Høgni einasti útlendingur á listanum. Høgni var nógv umbiðin maður í Reykjavík, og gjørdi samrøður bæði í útvarpi, sjónvarpi og stóru bløðunum. Høgni sigur við Planet.fo, at hann er sera glaður um at vera komin inn á hittlistan, og at hetta vísir, at AME Reykjavík fyri hansara viðkomandi riggaði. Hann heldur somuleiðis, at tað er stuttligt at síggja, at okkurt hendir á alnetinum, her hevur hann ongantíð hitta áður. Høgni Lisberg hittar í Íslandi Høgni Lisberg var høvuðsnavnið á AME Reykjavík. Ásgeir Eyþórsson og Niclas Johannesen í Ríkisútvarpshúsunum Hans Marius úr Marius og Hergeir úr Makrel hugna sær í Bláu Lón, við hvítari móru masku. Lena vitjaði snotiligu Ríkisútvarpshúsini í Reykjavík