hósdagur 27. apríl 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 27. apríl 2006
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Fólkaheilsan í
Vandar fyri fólkaheilsuna
• Royking
• Ov lítil rørsla
• Skeivur kostur
• Yvirvekt
• Rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla
• Arbeiðsumhvørvið
• Umhvørvisárin
• Vanlukku- og skaðaelvingar
Fólkasjúkurnar eru:
• Sukursjúka (typa 2 diabetes)
• Krabbamein
• Hjarta-æðrasjúkur
• Beinbroyskni
• Sjúkur í rørslulagnum
• Ovurviðkvæmi
• Sálarlig líðing
• Roykjaralungu
18
Tað verður stuttligari
at vera føroyingur, tá
vit eta sunnari, røra
okkum meira og ikki
roykja og drekka.
Harumframt skulu vit
hava fleiri og gjøllari
upplýsingar um
heilsustøðu føroyinga.
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hetta var høvuðsboðskapurin
hjá Hans Paula Strøm, lands
stýrismanni í almanna – og
heilsumálum, tá hann í dag
bjóðaði til kunnandi fund um
fólkaheilsuætlanina.
Og landssstýrismaðurin
greiddi frá, at fólkaheilsu
ætlanin skal betra um heilsu
støðuna hjá føroyingum og
betra um lívsgóðskuna í
liviárunum og harvið eisini
leingja um livitíðina.
Fólkaheilsuætlanin er í
tveimum pørtum, har ann
ar skal fáa til vega vitan
um heilsustøðuna hjá før
oyingum, meðan hin part
urin snýr seg um at gera
ítøkilig heilsufremjandi og
sjúkufyribyrgjandi tiltøk.
Hetta skal gerast við at
raðfesta økini soleiðis: Vitan,
fyribyrgjandi tiltøk, kostur,
rørsla, royking og rúsdrekka
og -evnismisnýtsla, greiddi
lansstýrismaðurin frá.
Sambært Hans Paula
Strøm, eru málsetningar orð
aðir fyri, hvussu bøtast kann
um heilsustøðuna, og mál
eru sett, sum røkka fl eiri ár
fram í tíðina. Í ætlanini verða
vanligastu vandatættirnir
og fólkasjúkurnar lýstar.
Harumframt verður dentur
lagdur á at fáa neyðuga vitan
til vega og fáa vælvirkandi
eftirlitsskipanir, sum skulu
tryggja, at til ber at fylgja við
gongdini viðvíkjandi heilsu
støðuni, sjúku- og deyða
títtleika.
Tað var í 2004, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum setti ein arbeiðsbólk,
at viðgera og koma við uppskotum til ein yvirskipaðan fólkaheilsupolitikk, ið snýr seg
um bæði heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk.
Limirnir í arbeiðsbólkinum vóru:
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum
Andor Ellefsen, formaður í Kommunulæknafelag Føroya
Bjarta Vilhelm, leiðari á Heilsufrøðiskipanini
Pál Weihe, yvirlækni, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Høgni Debes Joensen, landslækni
Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnum
Aibritt á Plógv, aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum
Katrin Gaard, fulltrúi í Almanna- og heilsumálaráðnum
Fólkaheilsuætlanin fevnir um: Vitan, fyribyrgjandi
tiltøk, kostur, rørsla, royking og rúsdrekka og -
evnismisnýtsla, sigur Hans Pauli Strøm