Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 27. apríl 2006 19 Heilsa & lívsstílur Heilsa i@sosialurin.fo fokus Vitan Í 2006 verður farið undir at gera eina kanning, sum lýsir livihátt, heilsu og sjúku­ títt­leika hjá umleið 3.000 tilvildarliga valdum føroyingum. Kanningin fer m.a. at lýsa teir lívsvanar, sum hava týdning fyri heilsuna og umhvørvið, bæði heima og í arbeiði. Her verður hugsað um royking, rúsdrekka, likamsvirkni og kost. Eftir ætlan fer kanningin at verða gjørd triðja hvørt ár. Á henda hátt ber til at fáa eina ábending um, hvørt støðan broytist, og hvussu hon broytist. Kostur Mál: • Miðað verður eftir, at øll, bæði børn og vaksin, eta heilsugóðan kost. • Talið av føroyingum, sum viga ov nógv, skal minka munandi. • Umstøðurnar á skúlunum til matna skulu betrast munandi. Tiltøk: • Vitan um kostvanar og vekt hjá føroyingum skal fáast til vega. • Átøk viðvíkjandi sunnum kosti og kostvanum skulu gerast. • Kostætlan fyri børn í dagansing og næmingar í skúlunum skal orðast. • Lýsingarátak, sum skal fremja sunnari kostvanar, skal gerast. Royking Mál: • Talið av teimum, sum roykja, skal í mesta lagi vera 20% í 2009. Í 2015 skal talið av roykjarum í mesta lagi vera 15%. • Talið á teimum, sum byrja at roykja, skal minka munandi. • Miðað verður eftir, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2000 og seinni, verða roykfríir. • Í almenna rúminum, har fólk koma saman í sambandi við arbeiði ella frítíð, skal verða roykfrítt í seinasta lagi í 2009. Tiltøk: • Dagføring av lógarverkinum. • Vitan um roykivanar hjá føroyingum. • Upplýsing um heilsuvandar við at roykja. • Færri (nýggjar) roykjarar. • Roykipolitikkur. • Talið av roykfríum umhvørvum skal økjast. • Tilboð um roykiavvenjing. • Tubbaksprísurin skal regulerast. • Samstarvsfelagar í tiltøkum móti royking. Rørsla Mál: • Rørsla skal vera ein natúrligur partur av gerandisdegnum alt lívið. • Talið av teimum, sum røra seg regluliga, skal økjast munandi. Tiltøk: • Vitan um rørslu og rørsluvanar skal fáast til vega. • Rørsluætlan fyri børn á dagstovnum og næmingar í skúlunum skal gerast. • Møguleikarnir fyri kropsvenjing á arbeiðsplássum skulu betrast. • Øktur dentur skal leggjast á mosjónsvirksemi innan ítróttin. • Súkklubreytir skulu gerast. • Likamsvirkni hjá gomlum skal økjast. • Skipað verður fyri einum rørsluári – “Føroyar í rørslu”. Rúsdrekka og rúseitur Mál: Minkast skal um rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsluna, og harvið skal eisini minkast um medisinsku og sosialu skaðaárinini av misnýtsluni. Útseta byrjunaraldurin tá ung byrja at drekka rúsdrekka. Tryggja børnum og ungum ein uppvøkstur, sum er fríur fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Rúsevnisfríar Føroyar. Tiltøk: • Vitan um rúsdrekka- og rúsevnisvanar skal fáast til vega. • Upplýsing um heilsuvandar við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. • Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur skal orðast á øllum arbeiðsplássum. • Talið av rúsdrekka- og rúsevnisfríum umhvørvum skal økjast. • Viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. • Fyribyrgjandi átøkini móti rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu skulu styrkjast. Hetta er serliga galdandi fyri tiltøk, sum eru ætlað børnum og ungum. • Eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum skal gerast munadyggari og virknari.