Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 81 - 27. apríl 2006 UTTAN ÚR HEIMI Tær fimm bumb­ur­ nar, sum eru brostnar í Sinai seinastu tríggj­ ar dagarnar, hava fingið onnur lond í Miðeystri at stúra fyri framtíðini Yvirgangur Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrst brustu tríggjar bumb­ ur í frítíðarbýnum Da­hab, har 25 fólk lótu lív, og í gjár sprongdu tveir sjálv­morðs­ bumbumenn seg í luftina. Fimm bumbur eftir trim­ um døgum. Tað hevur fing­ ið myndugleikarnar í Mið­ eystri at stúra. Ikki minst teir egyptisku myndugleikarnar. Flestu egyptar halda, at tað er felagsskapurin Tawhid Wal Jihad, sum sprongdi bumburnar í Dahab. Hesin felagsskapurin bleiv stovn­ aður í 2002 og sigst hava fingið góða undirtøku ímill­ um egyptar, sum kenna seg kúgaðar og settar uttan fyri samfelagið. Sinai-oyðimørkin hevur leingi verið goymistaður hjá hernaðarligum islamistum. Í sjeytiárunum skipaði felags­skapurin Gama’a al- Is­lamiyya fyri fleiri blóð­ug­um atsóknum ímóti stýrinum hjá Anwar Sadat, forseta. Hesin felagsskapurin gjørd­ist seinni upprunin til al Qaeda, og ein av leiðarunum har, Ayman al- Zawahiri, er egypti. Í nítiárunum smuglaðu pale­stinskir felagsskapir vápn úr Sinai til Gaza, og nú Hamas hevur fingið valdið í teimum palestinsku økjunum, stúra teir egyptisku myndugleikarnir fyri, at yvir­ gangurin har kann breiða seg til Sinai og líka til Kairo. Eisini í Jordan stúra mynd­ ugleikarnir fyri gongdini, skrivar AP. Fyrradagin skuld­settu jordansku mynd­ ugleikarnir Hamas fyri at hava lagt ætlanir um fleiri bumbuatsóknir í landinum. Eisini Jordan hevur samband við al-Qaeda, tí Abu Musab al-Zarqawi, sum er ovasti hjá al-Qaeda í Irak, er ættaður úr Jordan. Eisini í Ísrael fylgja myndug­ leikarnir við tí, sum hendir, og trygdarserfrøðingar siga við AP, at al-Qaeda nærkast Ísrael. Higartil hevur tað ikki eydnast felagsskapinum at søkja at málum í Ísrael, men serfrøðingarnir vísa á, at tær seinastu vikurnar hava talsmenn hjá al-Qaeda hótt Ísrael fleiri ferðir, og at orðalagið er vorðið hvassari í seinastuni. Palestinski forsetin, Mah­ moud Abbas, ávaraði herfyri um, at al-Qaeda roynir at fáa fótafesti í Gaza. Atfinnarin teptur Meiri enn 1.000 ferðir hava flogfør hjá amerikonsku fregnartænastuni CIA verið á flogi í evropeiskum luftrúmi seinastu fimm árini, men tað kann ikki koma óvart á stjórnirnar í Evropa, tí tær vistu tað. CIA-flúgving Árni Joensen fartekst@mail.dk Hetta stendur at lesa í einari frágreiðing, sum ein nevnd hjá ES-tinginum hevur skriv­að, og sum varð latin ting­inum í gjár. Sambært EUObserver styrkir frá­ greið­ingin illgrunan um, at CIA hevur havt ymiskt loyniligt virksemi í Evropa í sambandi við amerikanska stríðið ímóti yvirgangi. – Tað er greitt, at CIA hevur burturflutt fleiri fólk í Evropa og handtikið fleiri uttan lóg­ arheimild, sigur Claudio Fava, sum er talsmaður hjá kanningarnevndini. Nevndin vil vera við, at USA hevur brotið altjóða reglurnar um flogferðslu, tí at CIA hevur brúkt privat leiguflogfør fyri at sleppa uttan um frá­ boð­anarskylduna, ið er gald­ andi fyri stjórnarflogfør og hernaðarflogfør. Kortini heldur nevndin tað vera sannlíkt, at myndug­ leikarnir í teimum evropeisku londunum hava verið vit­ andi um flogferðirnar hjá CIA í Evropa. Í hesum sam­bandi vendir nevndin ser­liga eygunum ímóti Italia, Svøríki og Bosnia, sum verða løgd undir at hava givið CIA loyvi til at taka og avhoyra fólk, sum sam­bært ameri­kanarunum kundu hava sam­band við yvir­gang. Bumburnar í Sinai elva til ótta í Miðeystri Nógv ólóglig CIA-flogfør í Evropa Síðani mánadagin hava útlendsk ferðafólk og egyptar mótmælt yvirganginum Mynd: Reuters Vápnahvíld í Nepal Teir maoistisku uppreistrar­ menninir íNepal kunn­ gjørdu í morgun, at teir eru til reiðar at binda frið teir næstu tríggjar mánaðarnar. Tað var uppreistrarleiðarin sjálvur, Prachanda, sum kunngjørdi tilboðið. Maoistarnir hava tik­ið undir við mótmælis­til­tøk­ un­um, sum at enda noyddu Gyanendra kong at endur­ stovna tjóðartingið, sum hann koyrdi til hús fyri fýra árum síðani. Meðan mótmælini vóru upp á tað harðasta, avbyrgdu upp­­reistrarmenninir høv­ uðs­staðin Katmandu, men teir hava nú tikið seg aftur haðani, eftir at tann komandi stjórnarleiðarin hevur lovað at skriva út val, og at tað nýggja tingið skal orða eina nýggja grund­ lóg. Tað seinna hava upp­ reist­rarmenninir kravt, síð­ani uppreisturin byrjaði fyri tíggju árum síðani. Kravið hjá maoistunum er einm nýggj grundlóg, og at kongur skal hava minni vald enn nú. Ein av teimum, sum leingi hevur funnist at poli­ tikkinum hjá George W. Bush, forseta, er út­varps­ maðurin Tony Snow, sum hevur arbeitt hjá Fox News. Men nú gevst hann við tí. Orsøkin er, at forsetin rættiliga óvæntað hevur gjørt av at seta Tony Snow í starv sum talsmann hjá Hvítu Húsunum, eftir at Scott McClellan segði seg úr starvinum í síðstu viku. Sum útvarpsmaður hevur Tony Snow millum annað lýst Bush sum ein forseta, ið hevur mist tamarhaldið á fíggjarviðurskiftunum, eins og hann eisini hevur funnist at øðrum viðurskiftum hjá forsetanum. Men nú er alt gloymt. – Hann er ikki bangin fyri at siga sína hugsan, segði Bush í gjár. Tony Snow takkaði fyri starvið og segði, at hóast tað kann tykjast mongum løgið, gleð­ ir hann seg til at arbeiða saman við forsetanum. Ótrúgvur ráðharri Bretski varafor­sætis­ráð­ harrin, John Prescott, við­gongur í samrøðu við blaðið Daily Mirror, ta hann hevur verið konu síni ótrúgvur í tvey ár. Tann 67 ára gamli vara­ maðurin hjá Tony Blair, forsætisráðharra sigur, at hann og skrivari hansara, tann 43 ára gamla Tracy Temple, gjørdust væl á einari jólaveitslu í 2002, og at tey vóru javnan saman eftir tað. John Prescott sigur, at sambandið millum hann og skrivaran vardi í góð tvey ár, men at tey samdust um at fara hvør til sítt. – Eg havi sagt konu míni frá tí, og hon varð sjálvandi sera ólukkulig, men eg vóni, at vit bæði kunnu halda fram við lívi okkara, sigur varaforsætisráðharrin. Sambært Daily Mirror vóru starvsfelagar hansara ovfarnir, tá teir frættu tíð­ indini, men tey komu kort­ ini ikki heilt óvart á øll. Onkur sigur seg hava sæð Tracy Temple kína vara­ forsætisráðharranum um nakkan, eina ferð tey vóru í einari lyftu í forsætis­mála­ ráðnum. Dýr flogfør burturkast Í Svøríki hevur flogvápnið skotið upp, at 70 jagara­ flogfør av slagnum JAS skulu høggjast upp sum gamalt jarn, eydnast tað ikki at selja tey av land­in­ um. Tað skrivar Svenska Dagbladet. Tað er verju­ ovastin, Håk­an Syrén, sum er kom­in við uppskotinum, sum hann nú hevur lagt fyri Leni Björklund, verju­ málaráðharra. Sambært v erjuovastanum skal svenska flogvápnið hava 100 jagaraflogfør av JAS-slagnum í framtíðini, og tað ger, at millum 65 og 70 flogfør skulu beinast burtur. Orsøkin er, at teir svensku politikararnir hava samtykt at skarva nógv av flogvápninum. Fyri 30 árum síðani hevði Svøríki umleið 700 stríðsflogfør, men fyri tveimum ár­um síðani samtykti Ríkis­dag­ urin, at talið skal niður á 120. Svenska Dagbladet skrivar, at arbeiðið við at menna og byggja JAS- flogførini hevur kostað svensku skattgjaldarunum einar 100 milliardir krónur tey seinastu tjúgu árini. Tey 70 flogførini, sum kanska skulu høggjast upp nú, hava kostað umleið 20 milliardir krónur.