hósdagur 27. apríl 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
21
Nr. 80 • mikudagur • 26. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
26 ára gamli Bjarni
Skaalum er fyri
fyrstu ferð blivin
føroyameistari
í billard fyri
einstaklingar. Hann
vann finaluna
á fleirfaldað
føroyameistaranum
Henrik Petersen
Billard
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Bjarni Skaalum gjørdi bart
í FM-kappingini í billard,
sum varð hildin í Havn um
vikuskiftið. 26 ára gamli
Kaggaspælarin, sum hevur
spælt billard seinastu 14
árini, vann fyri fyrstu ferð
føroyameistaraheitið fyri
einstaklingar.
Hetta hendi í frálíku bill
ardhølunum hjá Havnar
Klubba leygardagin, og
mótstøðumaður í finaluni
varð eingin minni enn ”Mr.
Billard himself ”, Henrik
Petersen, sum hevur vunnið
FM heitið so oftani, at tað er
ringt at hava tal á tí. Hesaferð
var Henrik ov stuttur.
Hóast tølini ikki vóru av
teimum allar bestu, so var
talan um eina spennandi og
javna finalu. Bjarni fekk
454 eygu og Henrik 418.
Í dystinum um 3. plássið
gjørdist Niels Nielsen vinn
ari, til stóra gleði fyri the
grand old man í føroyskum
billardspæli - faðirin Eirik
Nielsen hevur verið ein
av okkara bestu spælarum
nakrantíð. Hetta er so eisini
besta úrslitið hjá Niels
higartil og má sigast, at
hann nú eisini er við at
nærkast toppinum. Hann
vann á Carsten Hansen.
Dysturin teirra millum var
eisini javnur, 474 móti 422
eygum.
Vunnið allar
kappingar
Tað var eitt sindur óvæntað,
at ein av føroyameistarunum
seinastu árini, Krisjan Suni
Høgnesen, ikki náddi til enda
spurtin. Hann varð útsligin
í innleiðandi umfarinum
fríggjadagin saman við Jan
Müller, Sonhard Johannesen
og Jógvan Jørgensen.
Eftir tað vann Bjarni á
Niels og Henrik á Carsten,
og harvið komu vinnararnir
at dystast um 1. og tapararnir
um 3. pláss.
Bjarni Skaalum hevur við
hesum meistaraskapinum
vunnið allar kappingarnar,
sum verða spældar her á
landi. Hann gjørdist eisini
føroyameistari fyri lið í ár
saman við liðfeløgunum
Steinbirni í Dali og Jan
Müller.
Ì aðru deild í billard fyri lið
vann Kaggin eisini. Sostatt
vunnu kaggamenn allar FM
kappingarnar í ár.
Bjarni vann FM fyri fyrstu ferð
Frælsur ítróttur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í døgunum frá 6. til 8.
apríl kappaðust umleið
500 ungfólk frá 16 altjóða
skúlum í frælsum ítrótti í
Cario. Ungfólkini komu
úr Dubai, Bahrain, Oman,
Yemen, Qatar, Kuwait og
øðrum londum í Miðeystri,
og kappingin varð hildin
á Cairo American Col
lege í egyptiska høvuðs
staðnum.
Hetta er eitt árligt til
tak, har endamálið er at
lata ungfólk við ymsum
uppruna og mentan kappast
í somu kappingum.
Á vinnandi liðnum
hjá Cairo American Col
lege var argjagentan
Gyðja á Argjahøvda.
Hon vann silvur á 100
metrum, og hon vann
tvey gullheiðursmerki í
stafettum saman við lið
feløgunum. Gyðja býr í
løtuni í Egyptalandi.
Kappingin var sera væl
fyriskipað, og endamálið
at lata ungfólk við ymsum
húðaliti, átrúnaði og ment
an kappast saman var nátt
á besta hátt.
Argjagenta vinnur
heiðursmerki
í Miðeystri
Gyðja á Argjahøvda vann heiðursmerki í ítróttarkapping
í Cario
Bjarni Skaalum
føroyameistari í billard