Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 80 - 26. apríl 2006 ] Dómarin mundi vera tann, sum átti størsta fokus, tá HB vann fyrstu grannauppgerðina móti B36. Hetta í einum dysti, sum kundi fara báðar vegir, men har teir svørtu og reyðu at enda drógu longra stráðið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var lagt upp til eitt brak, tá liðini, sum hava býtt øll FM-heitini seinastu fimm árini sínamillum brustu saman í Gundadali mikukvøldið. Undan dystinum høvdu meistararnir úr B36 odda­ sessin at verja, sam­stundis sum HB fyri alt í verðini ikki hevði ráð at tapa. Og tað í sjálvum sær átti at lagt upp til ein undirhaldandi dyst, har girndin eftir sigrinum helst skuldi verið størri enn óttin fyri at tapa. Action eftir steðgin Fyrstu trý korterini var tó lítið at skriva heim um. Lið­ ini bæði høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógv beinleiðis álopsspæl fekst til vega. Hjá B36 var eisini galdandi, at ein nýggj skipan skuldi finnast á miðvøllinum, har Ingi Højsted hevði av­­ loyst leikbannaða Fróða Benjaminsen. Og tá sami Ingi longu eftir 11 minuttum mátti berast av vøllinum, gjørdist tann trupulleikin sjálvsagt ikki minni. Eftir steðgin kom tó spakuliga meira ferð á. Bæði liðini tóktust nú bæði vilja og tora meira, og tað gav betri spælirúm í báðum endum. HB hevði nýtt steðgin at umskipa liðið nakað, men tað tóktist tó vera B36, sum hevði betra trýstið hesa løtuna. Alt hetta varð tó gjørt til­ einkis, tá dómarin brádliga hevði reyða kortið á loftið. Hendingin, har Alex dos Santos og Ólavur í Ólavs­ stovu stríddust um bóltin, tóktist neyvan vera meira enn tað, sum hendir á miðvøllinum fleiri ferðir í hvørjum dysti, men dóm­ urin var eirindaleysur. Með­ an Santos stóð sum eitt stórt spurnartekin, varð osta­skorpan drigin úr reyva­ lummanum. Og øðin hjá B36’arunum gjørdist ikki minni, tá HB stutt eftir legði seg á odda. Eitt fríspark frá Rasmus Nolsøe ferðaðist beina leið í málið, og Jákup Mikkelsen kendi seg væl og virðiliga snýttan, tá hann varð hildin og tí ikki slapp upp eftir bóltinum. Trýst við tíggju monnum Eina løtu var B36 skilliga mest sum í upploysn. Teir royndu at flyta fólk fram, men tað gav eisini kontra- møguleikar hinvegin, og tá Jákup á Borg fekk tann størsta av hesum, átti hann at lukka dystin. Tað gjørdi hann ikki, og tá B36-bonkurin so framdi nakrar framrættaðar útskiftingar, kom HB av álv­ara undir trýst. Ivaleyst eisini, tí teir ótilvitað trektu seg longur aftur. Og møguleikin fyri útjavn­ ing tóktist liva fram til teir 90 minuttirnar væl og virðiliga vóru farnir. Tann størsta møgu­leikan átti Sylla, tá hann sera hegnisliga dróg ígjøgnum alla HB-verjuna, men skotið varð sent beint í krovið á longu selda HB- málverjanum. Í aðrar mátar gjørdist talan um hópin av innleggum og fleiri lang­ skot, men heilt nær tí opna møguleikanum kom B36 tó ikki aftur. Og í yvirtíðini fekk HB so beint allan iva til viks. Heldur ikki hesa ferð vóru tey í B36 nøgd um dómin, tá Jákup á Borg vann brotsspark. Talan var tó um skump í ryggin inni í brotsteiginum, og so hjálpti lítið, at teir hvítu hildu Jákup hava framt fríspark í støðuni, sum leiddi til hetta. Brotssparkið sendi Rókur í kassan, og so var HB aftur partur av oddastríðnum. Eitt stríð, sum teir vóru í vanda fyri at missa luttøkurættin í, men sigurin skapti aftur samband. Og tað mundi vera tann veruleikin, sum vigaði mest av øllum í teirra hugaheimi. Dómaraavrikið Tá talan er um granna­ upp­gerðir, so er væl altíð væntandi, at talan er um fleiri dramatiskar støð­ur. Og mangan verður dómara­ avrikið havt á munni eftir slíkar. Men tað man tó vera sjáld­ an, at dómarin er somikið nógv í fokus, sum hann var tað mikukvøldið. Soleiðis sum dysturin háttaði sær, so var ikki annað enn náttúrligt at seta kikaran á reyða kortið og fyrsta málið hjá HB. Men júst hesi bæði vóru tó meira lutir, sum koma undir »dómarans meting«, og tá veldst altíð um eygað, sum sær. Verri var, at avrikið sum heilld var væl undir tí, sum roknast kann við í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Ein dystur av slíkum slag krevur eina greiða linju frá dómaranum, soleiðis at dysturin fyri tað mesta kann snúgva seg um tað, sum hann er ætlaður til - nevnliga fótbóltsspæl. Í hesum førinum varð tíverri alt ov nógv loyvt frá fyrstu minuttunum, og tá bæði Kenneth Jacobsen og Kári Nielsen órevsaðir sluppu at fremja grov fríspark aft­an­ífrá, var linjan líkasum løgd. Og hon gjørdist ikki betri, sum dysturin leið. Ónollur av ringasta slag vóru í fleiri førum at síggja, og tað tóktist í løtum ófatuligt, at dómarin ikki hevði dirvi at revsa hesi. HB-B36 2-0 (0-0): Keðiligt fokus á grann Skaða í knæið Tað tóktist heilt álvarsligt, tá Ingi Højsted varð borin av vøllinum eftir bert 11 minuttum av grannauppgerðini í Havn mikukvøldið. Eina løtu bóru tey í B36 eisini ótta fyri, at talan var um beinbrot, men so álvarsligt er tað neyvan. Men sum skilst, so hevur Ingi toygt nøkur liðbond í knænum, og tað er helst ivasamt, hvørt hann er tøkur, tá B36 um 10 dagar fær vitjan av EB/Streymi. Til tann dystin hevur árstalsfelagið bæði Fróða Benjaminsen og Alex dos Santos leikbannaðan, og tí er einki at ivast í, at fingrarnir verða krossaðir fyri at skaðin hjá Inga ikki verður drúgvur. -mørk Fremad vann í Ølstykke Andrew av Fløtum og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu mikukvøldið útsetta dystin ímóti Ølstykke. Dysturin, sum var á útivølli, endaði við 2-0 til Fremad Amager. Martin Skov skoraði bæði málini. Andrew av Fløtum hevði tíðliga í dystinum tveir góðar møguleikar, men fekk ikki mál. Hann var tó við í seinna málinum, tí tá vann hann bóltin og legði upp til Martin Skov. Andrew var á vøllinum, til tað restaði eit tkorter. Tá var hann skriftur út. -ek Fløskur sendandi á vøllin Tað mundu vera nógv, sum vóru samd í, at dómaraavrikið í Gunda­ dali ikki var nóg gott. Men samstundis stóð eis­ini púrasta greitt, at atburðurin hjá pørtum av áskoðarafjøldini eis­ ini var langt undir tí, sum kann roknast sum bara toluliga góður fólka­siður. Eftir reyða kortið til Santos hjá B36, var tað eina løtu beinleiðis hættisligt at vera á vøllinum, tá bæði tómar - og ein einstøk full sodavatnsfløska! - varð tveitt langa leið av B36-tribununi og inn á vøllin, og serliga í hesum seinasta førinum var tað bara hepni, sum bar við sær, at eingin á vøllinum varð raktur. Hendingar av slíkum slag eiga sjálvandi ikki at finna stað yvirhøvur, men í verandi støðu er tó ivasamt, um hetta fær nakrar fylgjur. Av FSF-skrivstovuni verður sagt, at tey í eina tíð hava arbeitt við at fáa FSF-umboð til allar dystir, soleiðis at slík viðurskifti eisini kunnu rapporterast av øðrum enn dómara og eyðleiðara. Og sum so er eisini heimild at revsa feløg, um skil ikki verður hildið á áskoð­ arunum. Á komandi eyka­ aðal­fundi, sum verð­ur 6. mai, verða ætl­andi eisini nýggjar dis­cipli­ nærreglur samtyktar, og ein partur av hesum eru eisini greiðar ásetingar fyri, hvussu farast skal fram í slíkum førum. Eftir dystin var blóðið framvegis heitt hjá fleiri pørtum. B36-venjarin var alt annað enn blíður um dømingina, og tá dóm­­arin ikki fírdi fyr at svara aftur við somu kaliber, kom av álvara dramatikkur í. Og riðilin av áskoðarm, sum vildu hava orð á dómaran, var eisini somikið stórur, at hesin mátti hava eksortu út av vøllinum. -mørk