hósdagur 27. apríl 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 80 - 26. apríl 2006 ]
nauppgerðini
Mynd: HB-B36
Talan var fyri tað mesta um ein intensan
- men ikki serliga væl spældan - dyst,
tá grannafeløgini í Havn dystaðust
mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Holst og teir liggja fram við
Lyngby hevur av álvara sett ferð ímóti toppinum í næstbestu
donsku deildini. Tað kemur óvart á tey flestu, at Lyngby
skal fáa so góð úrslit, men í løtuni gongur sum eftir ánni
hjá teimum. Christian Holst Lamhauge, sum hevur spælt ein
landsdyst fyri Føroyar, er ein av spælarunum á liðnum, og
mikukvøldið vann Lyngby 2-1 ímóti HIK. Morten Norstrand
skoraði bæði málini hjá Lyngby. Um Lyngby nú vinnur sínar
tveir útsettu dystir, kunnu teir koma upp á javnt við Vejle,
sum liggur næstfremst í donsku 1. deild.
-ek
Stóri fingið vánaliga byrjan
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Henrik Larsen,
hevur fingið vánaliga byrjan í nýggja starvinum sum venjari
hjá Holbæk. Áðrenn hann tók við leiðsluni í Holbæk, sum er
oddalið í triðbestu donsku deildini, hevði liðið bert tapt tveir
dystir. Nú hevur Larsen havt leiðsluna í tveimum dystum,
og Holbæk hevur tapt báðar. Harvið er trýst lagt á Holbæk í
stríðnum um uppflyting til næstbestu deildina.
– Her er einki galið. Eg havi bara vant liðið einaferð
og havi spælt tveir dystir. Eg skal líka læra spælararnar at
kenna. Nú skulu vit bara hava høvdini upp, tí vit spæla aftur
sunnudagin, sigur Henrik Larsen við BT.
-ek
Eftir dystin mikukvøldið
var HB-liðskiparin, Janus
M. Joensen, skjótur at
ásanna, at trýstið á hansara
liðið var stórt undan
dystinum.
– Tað var »knall eller
fald« hjá okkum. Taptu
vit, so vóru níggju stig
upp til B36, og so vildi
tað verið mest sum
vónleyst at dystast um
nakað gullmerki í ár. Tí
vit vita, at teir ikki fara at
missa alt ov nógv stig á
vegnum. Hinvegin kundu
vit við einum sigri minka
munin í trý stig, og tíbetur
eydnaðist tað okkum
eisini.
Og gjørdist dysturin
eins harður, sum tit høvdu
roknað við?
– Harðari, um nakað.
B36 hevur eitt gott lið,
og teir góvu seg allir
100%. Eisini eftir at teir
vórðu ein færri. Sjálvandi
hjálpti tað okkum væl, at
vit stutt eftir løgdu okkum
á odda, men vit vóru alla
tíðina kroystir. Og Bárður
hevur einar tvær fínar
bjargingar.
Men tit høvdu eisini
tykkara møguleikar?
– Ja, Jákup skal nokk
skora upp á handan
møguleikan, og so eru
eisini aðrir størri og
minni kjansir. Men tað
var ikki, fyrr enn Rókur
skorar upp á hatta straffið,
at eg kendi meg tryggan.
Tá visti eg, at sigurin var
heima. Og nú ræður um
hjá okkum at halda fast í
góðu gongdini, staðfesti
Janus M. Joensen.
-mørk
HB-B36 2-0 (0-0)
1-0: Rasmus Nolsøe, 66.
2-0: Rókur av F. Jespersen (br.), 90.
Dómari: Lassin Isaksen
HB: Bárður Johannesen - Mortan úr Hørg, Vagnur M.
Mortensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen - Emil N.
Leifsson (Ólavur S. Í Ólavsstovu, 46.), Kári Nielsen, Rókur
av F. Jespersen - Jákup á Borg, Páll M. Joensen (Johan
Ejvind R. Moritsen, 46.), Tór-Ingar Akselsen (Svenn F.
Jacobsen, 87.)
Gult kort: Kári Nielsen
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Bárður H.
Joensen, Klæmint Matras, Alex Jose dos Santos - Ingi
Højsted (Johan V. Gunnarsson, 12.), Mikkjal Thomassen
(Herbert í Lon Jacobsen, 69.), Hanus Thorleifsson, Johan
Ellingsgaard - Símin Hansen (Okeke Obele Onyebuchi,
69.), Amed Sylla Davy
Gult kort: Mikkjal Thomassen, Símin Hansen
Reytt kort: Alex José dos Santos
FAKTA
Serliga grov dømi um hetta
vóru mongu fríspørkini, sum
Mikkjal Thomassen slapp
at gera, eftir at hann hevði
fingið - sera bíligt - gult
kort, og niðursparkanina av
Mortan úr Hørg, sum Símin
Hansen framdi undir nøsini
á dómaranum.
Tað er sjáldan ætlanin,
at dómarin skal koma í
fokus, men tað kom hann í
ólukkumát mikudagin. Og
tað er sjáldan serliga sunt
fyri ein fótbóltsdyst.
Vit máttu vinna
Tað var ein mest sum
útlúgvaður
Sigfríður
Clementsen, sum sat
á venjarabeinkinum hjá
B36, tá dysturin móti HB
var av. Tað stóð greitt, at
sálarligu aldurnar høvdu
gingið høgt gjøgnum
dystin. Nakað sum eisini
gjørdist sjónligt, tá hann
uppøstur mátti togast frá
dómaranum eftir orðadrátt
teirra millum.
Og hann var eisini
skjótur at staðfesta, at
eftir hansara tykki høvdu
hann og hansara menn
uppiborið betri hetta
mikukvøldið.
– Tú kennir teg púrasta
tóman at sita so. Eg fái ikki
sett ein fingur á innsatsin,
sum mínir menn leggja í
dystin. Hóast vit tíðliga
verða skerdir, tá Ingi fer
út, so haldi eg, at vit alla
tíðina hava tamarhald á
teimum.
– Men tá vit so fáa
eitt reytt kort, sum er
púrasta burturvið, og tá
HB eftirfylgjandi skorar,
hóast talan er um stórt
fríspark móti Jákupi,
verður tað tungt. Men vit
royna at trýsta kortini. Vit
fremja nakrar offensivar
útskiftingar og tað gevur
eisini úrslit í nøkrum
góðum møguleikum, sum
vit helst skuldu skorað
uppá, men tað gekk bara
ikki. Og tá teir so eisini
fáa eitt bíligt straffi, so er
tann søgan av.
Sigfríður legði soleiðis
ikki lok á, at hann helt lítið
um dómaraavrikið. Eitt
avrik, sum hann helt vera
langt undir lágmark.
– Hatta er púrasta
burturvið. Tú hevur
tvey lið, sum í roynd
og veru vilja sleppa at
spæla fótbólt, men tann
royndin verður púrasta
tileinkisgjørd. Har var
púrasta eingin linja í
dømingini, og tíverri
verða tað vit, sum verða
offur teimum avgerandi
feildómunum. Og tá tú
somikið markant hevur
nakrar dómaraavgerðir
ímóti tær, so verður tað
óluksáliga tungt. Eisini
hóast eg eri 100% nøgdur
við innsatsin hjá hvørj
um tí einasta av mínum
spælarum, segði altso
Sigfríður Clementsen.
-mørk
Ein tóm kensla