fríggjadagur 28. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 -28. apríl 2006
9
Hinvegin so vísti hann á,
at Handilsdepilin ikki fer at
verða orsøk til at handlar
doyggja út. Roknað verður
nevniliga við, at fólk fara at
koma aðrastaðni frá at keypa
í Klaksvík, nú koyrandi er
um Leirvíksfjørð.
Við báti og bili
Eitt er so handilsdepilin,
MargHøllin og Torgið. Uttan
dura verður eisini gjørt alt
fyri, at pláss skal verða
fyri teim vitjandi – og so er
líkamikið um tey koma við
báti, bili ella til gongu.
Rundan um Handilsdepilin
er ætlanin at gera bátabrúgv
ar, soleiðis at fólk kunnu
koma til býin sjóvegis og
lata bátar sínar liggja trygt
í miðbýnum.
Nógv parkeringspláss
skulu haraftrat útvegast,
bæði inni í deplinum,
men eisini uttandura. Ein
2000 fermetrar stórur par
keringskjallari skal gerast,
umframt tað at møguleikar
verða at seta bilin frá sær
uttanfyri.
Ætlanin er somuleiðis at
tey vitjandi skulu kunna
ganga av Biskopstø og yvir
í Handilsdepilin. Umhugsað
er, at gera ein langa gongu
brúgv yvir í depilin, men
spurningurin er kortini um
henda verður gjørd beinan
vegin.
Savningardepil og magnet
Hóast talan er um ein handilsdepil, verður tað kortini MargHøllin og tað stóra Torgið sum
koma at virka sum ein savningardepil – ella magnet – fyri fólk.
Á hesum støðum skulu verða møguleikar fyri alskyns sløgum av tiltøkum, so sum
konsertir, ráðstevnur, framsýningar, partar av tiltøkunum í samband við Norðoyastevnuna,
Sjómannadagin og annað.
Í Marghøllini verður somuleiðis møguleiki at skipa fyri fótbóltskappingum,
talvolympiadum, innandura rógvikappingum, sølustevnum, ráðstevnum og mongum øðrum
tiltøkum.
Endamálið er at draga klaksvíkingar inn í henda stóra depilin, og soleiðis fáa allir partar
gagn og gleði av hesum.
– Vit eru sannførdir um, at Klaksvíkin hevur brúk fyri einum slíkum handilsdepli.
– Tí vóna vit bara, at fólk fara at taka væl ímóti hesum – eisini aðrastaðni frá, sigur Óli
Marner.
Eitt kraft
sentur
Henda stóra ætlanin er
gjørd í tøttum samstarvi
við t.d. Klaksvíkar
kommunu.
Ein slíkur handilsdepil
hevur verið frammi
áður, men nú er líkt til,
at hann umsíðir gerst
veruleiki.
– Í dag er veðrið gott
uttandura, og er eisini
gott í hjørtum okkara.
Eg vænti avgjørt, at
hesin handilsdepilin
fer at verða til miklan
heiður fyri Klaksvík.
– Ja, eg vænti faktiskt,
at hesin fer at gerast
eitt kraftsentur aftrat
í okkara býi, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen.
a lívið í Klaksvík
Handilsdepil í Klaksvík
Íalt verður Handilsdepilin 14.500 fermetrar til støddar.
Av hesum verða 6.500 handlar og torg
2000 fermetrar parkeringskjallari
2000 fermetrar MargHøll
4000 fermetrar skrivstovur, handlar og annað
Kostnaður um 130 mió. kr.
Byrjast skal beinanvegin, soleiðis at øll ætlanin kann standa
liðug í november mánaði 2007
FAKTA
Í fleiri ár hevur ein stór grótrúgva ligið køld og myrk innast í
Klaksvíkini. Nú verður hetta økið umskapað til ein depil, sum
skal hýsa bæði handlum, skrivstovum, torgi, høll og øðrum
virksemi
Klingran fekk góða byrjan
Tær eru allar savnaðar saman til myndatøkuna – við eigaranum, Jórun Mørkøre fremst:
Vinstrumegin: Mariann Poulsen, Anita Svøðstein, Sólgerð Thomsen, Gunvør Hansen, Irena
Eysturdal, Judith Funch, Jeanette Sørensen, Vivian Viðbjørg og Malan Mortensen. Á myndini
vantar Anna Kristina Samson
Mynd: Jens Kr. Vang
Klaksvík: Í gjár fingu
køkuhugaðir klaksvíkingar
á fyrsta sinni høvið at
síggja og smakka úrvalið
av vørunum í nýggja
bakarí’inum hjá Jórun
Mørkøre, Klingruni.
Í samband við sína
upplating var høvið hjá
almenninginum at vitja
hetta snotuliga og ljósa
staðið beint við tunnils
vegin. Og rættiliga nógv
gjørdu eisini brúk av hesum
møguleikanum.
Klingran gjørdist sam
stundis karmur um fram
løgu av teirri spennandi
handilsligu kollveltingini
í Klaksvík, tá ætlanin við
miðbýinum varð avdúkað
á stórari samkomu á hesum
staði.
sb.
Opið hús í bygdarhúsinum
Leirvík: Hóast flestu til
tøkini í samband við upp
latingina fara fram í Klaks
vík, verður ikki heilt einki
gjørt burturúr hinumegin
tunnilin.
Eftir at snórurin er kliptur
og hábærsliga bilafylgið
við løgmanni á odda fer
gjøgnum tunnilin, verður
bygdarhúsið í Leirvík
opið.
Her verður høvið hjá
fólki at koma saman, og
hitta m.a. løgmann og aðrar
av almennu gestunum.
Á hesum staði verður
somuleiðis ein stórskýggi
settur upp, har møguleiki er
at fylgja hátíðarhaldinum.
Afturvið fær fólkið góða
høvdasuppu úr Leirvík og
annað, eins og tónleikur
verður á skránni. Sagt verð
ur, at øll eru vælkomin inn
á gólvið – bæði leirvíkingar
og gestir.
Annars kann verða nevnt
at Bátasavnið er opið frá
kl. 15 til 20 og at Bowling
høllin somuleiðis er opin
allan dagin.
sb.
Café í KFUM&K
Klaksvík: Leygarkvøldið
fer KFUM&K at skipa
fyri eini café, sum er ætlað
øllum fólkum í øllum ald
ursbólkum.
Á skránni hetta kvøldið
verður livandi tónleikur,
góður matur og andakt.
Byrjað verður kl. 22 og
er ætlanin at halda á til væl
út á náttina.
sb.
Nógv fólk vitjaðu inn
á gólvið seinnapartin
í gjár, tá bakaríið hjá
Jóruni lat alment upp
Mynd: Jens Kr. Vang