Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 82 - 28. apríl 2006 Norðoyatunnilin er ein kollvelting, ein gleðilig og jalig kollvelting kundu vit lagt afturat. Tá tunnilin leygardagin verður latin upp fyri ferðsluni, broytast samferðsluviðurskiftini grundleggjandi ikki bert í Norðuroyggjum men í øllum landinum. Norðoyggjar gerast ein partur av einum meginøki, har 85% av fólkinum býr, eftir at tunnilin er latin upp. Tað er yvirhøvur eingin ivi um, at her er talan um eitt ómetaligt framstig, sum ivaleyst fer at koma í fyrsta lagi norðingum og í øðrum lagi øllum føroyingum til góðar. Tunnilin er bæði ein møguleiki og ein avbjóðing. Tunnilin fer í sjálvum sær at økja um valmøguleikarnar hjá fólki og vinnulívi. Øll mentanar- og ítróttartilboð verða nú nógv lættari atgongd hjá øllum borgarum í hesum nýggja meginøki. Mentanarlív, list, ítrótt og ungdómsarbeiði fáa heilt nýggjar og munandi betri fortreytir í einum nógv øktum virkisøki. Hetta gevur nógv øktar møguleikar fyri nýggjum upplivingum og harvið fyri betri trivnaði fyri øll – ikki bert norðingar. Samstundis fara tær broyttu umstøðurnar at geva borgarunum skjótari og betri almennar og privatar tænastur, eins og trygdin í gerandisdegnum verður størri. Møguleikar fyri samskipan og samstarvi eitt nú innan útbúgvingarverkið og heilsuverkið eru nú sera góðir. Samantikið fer tunnilin sostatt at gera lívið lættari, tryggari og innihaldsríkari ikki bert hjá norðingum men hjá øllum borgarum í meginøkinum og í landinum sum heild. Fyri vinnulívið í Norðoyggjum merkir tunnilin ein einastandandi møguleika til at røkka út um Klaksvíkina og Norðuroyar. Tað er alment viðurkent, at vinnulívið í eitt nú Klaksvík er eyðkent av áræði, fyritakssemi og dugnaskapi. Fiskivinna, handverk, tænastur og byggivinna eru millum tey fremstu í landinum. Tunnilin verður tí ikki bert ein nýggjur møguleiki – hann er eisini ein sera stór avbjóðing. Hetta merkir, at vinnulívið eitt nú í Klaksvík kemur at virka undir broyttum fortreytum bæði á ein og annan hátt. Hetta er einki neiligt ella negativt. Tað er jú tvørturímóti soleiðis, at vinnulívið blómar, har tað fær nýggjar avbjóðingar saman við nýggjum møguleikum. Tunnilin er tí eitt einastandandi høvi hjá vinnulívinum í Norðoyggjum at mennast, vaksa og taka kappingina upp við kappingarneytar í hesum nýggja meginøki, í øllum landinum og uttanlands. Tað er tí lítið at ivast í, at tunnilin fer at styrkja búskapin lokalt so væl sum um alt landið. Norðuroyatunnilin er eitt ómetaliga stórt tak og eitt tøkniligt bragd. Hetta er ein verkætlan, sum ber boð um áræði, bjartskygni og trúgv á, at tað ber til støðugt at menna okkara fortreytir fyri at byggja hetta land. Hetta er ein verkætlan, sum prógvar, hvussu langt ein lítil tjóð kann røkka við áræði, semju og vilja. Her hevur verið hugsað stórt og neyðugt er at hugsa stórt, um okkum skal vera lív lagað í eini tíð við altjóðagerð og ómetaligum og skjótum broytingum. Ein verkætlan sum Norðoyatunnilin eggjar til samanhald og til at troyta teir nýggju møguleikar, sum nú her eru skaptir og til at taka við teimum avbjóðingum, sum koma av nýggjum og grundleggjandi broyttum fortreytum. Tillukku allir norðingar! Tillukku allir føroyingar! DAGSINS MEINING Sosialurin Norðoyatunnilin - møguleiki og avbjóðing VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tað kann neyvan koma heilt óvart á nakran, at Norðoyatunnilin letur upp leygardagin. Tí er tað trupult at skilja, hví leiðsla og nevnd í tunlunum báðum í síðstu løtu boðar frá, at frítt verður at koyra eina viku bæði í Norðoyatunnlinum og Vágatunnlinum. Frí koyring í Vága- tunnlinum vil sjálvandi viðføra krav aðrastaðni frá um fría sigling eisini. Hetta er heilt náttúrligt. Tí burdi nevnd og leiðsla boða landsstýrismanninum í samferðslumálum frá hesum í góðari tíð, so alt landi kundi luttikið í hesi stórhending. Hevði henda fráboðan komi ein mána áðrenn, so kundi nógv fingist burturúr. Vanligar gerandisdagar verður trupult hjá fólki í Suðuroynni og Sandoynni at gera brúk av møguleikanum at sigla og koyra ókeypis. Tey sum eru til arbeiðis á flakavirkjunum kunnu illa leggja ein dag burturúr, sama er við teimum sum hava anna arbeiði at passa ella hava skúlabørn. Tað man neyvan verða eitt húsarhald sum ikki hevur onkran sum er bundin at einum ella øðrum allar vanligar gerandisdagar. Var tíðin til tað so kundi bæði hotell og handlar í Suðuroynni bjóða serlig tilboð til ferðandi sum gera brúk møguleikanum at eisini verður ókeypis at ferðast til Suðuroynna, og helst verða tað mong íð gerða brúk av tí møguleikanum eisini. Mín áheitan á lands- týrismannin verður. Lat suðringum og sand- oyingum fáa møguleikan at sigla ókeypis í eini trý vikuskiftir,og samtíðis fáa avtalu við leiðsluna í báðum tunlunum um ókeypis koy- ring teir dagar eisini. So kundi øll fingið møguleikan at roynt eina ordans ferð kanska heilt til Viðareiðis at eti ein góðan bita áðrenn vent var suðuryvir aftur. Við ongari fyrireikingartíð ber ikki nógv til. Somuleiðis verður neyðugt við neyvari samskipan, tá slík útmerkaði tiltøk verða gjørd í fram- tíðini. Annars skal eg ynskja norðingum og øllum tillukku við hesi stórhending. Tað verður í øllum førum nemmari at koma norður til ein gódan hondholtsdyst herðeftir. Neyvan nakar er ímóti, at fjølmiðlar vísa leiðarum í ymsum fyritøkum áhuga, men tá áhugin byrjar at líkjast forfylging, er ovboðið. Í so máta er fjølmiðladekningurin av stjóranum í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum nú farin út um mark. Tað er í lagi, at fólk, sum gera eitt gott arbeiði, fáa góða løn Seinastu dagarnar hevur Útvarp Føroya valt at varpa ljós á lønarviðurskiftini hjá Dávid Reinert Hansen, stjóra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Miðlarnir hava sjálvsagdan rætt at fremja journalistisk val, men tá áhugin hjá miðlunum byrjar at líkjast forfylging, er neyðugt at tala at. Í fyrsta lagi er vert at leggja sær í geyma, at um vit í Føroyum vilja hava skikkað fólk at loysa krevjandi uppgávur, mugu vit vera til reiðar at gjalda fyri tað. Í hesum førinum skal undirstrikast, at stjórin, sum hevur verið á breddanum, er væl skikkaður og hevur servitan, og hann loysir uppgávur sínar á fullgóðan hátt. Harumframt er stjórin settur í eitt tíðaravmarkað starv, og tá er púra vanligt, at lønin er nakað hægri enn í føstum størvum. Stjórin í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum arbeiðir fyri privatar fyritøkur, sum sjálvar taka avgerð um, hvussu starvsfólkini í fyritøkunum skulu lønast. Harvið er talan um starvssetanir, ið eru leysar av almennum lønarviðurskiftum. Mest týðandi er, at vit í Føroyum tola, at fólk vinna pening. Tað er einki forgjørt ella ólógligt í at vinna pening. Gert tú eitt gott arbeiði, er í fínasta lagi, at tú fært góða løn. Fjølmiðlarnir eiga at vera teir seinastu at renna ørindi fyri tey, sum seta jantelógina hægst. Ov seinur á sjóvafallinum Løgtingsmaður HENRIK OLD Í fínasta lagi at vinna pening nevndarformaður, Partafelagið Vágatunnilin Bjarni A. Bjarnason Nevndarformaður, Partafelagið Norðoyatunnilin Bergur í Garði