fríggjadagur 28. apríl 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 28. apríl 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan
við
Nelly
Mortensen, fer úr
kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi í dag kl.
18. Jarðarferðin verð
ur úr Tvøroyrar kirkju
fríggjadagin kl. 13.
Sungið verður úr Sálma
bókini. Tey, ið vilja
minnast Nelly, kunna
lata eina peningagávu til
Tvøroyrar kirkju: konta í
peningastovninum.
Kistan við Bjarnfríðu
Simonsen
ferð
úr
Tingeyrar
kirkju
leygardagin 29. apríl kl.
14.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takk til tykkum øll, sum á
ymiskan hátt gjørdi 100 ára føðingardagin
hjá mær ógloymandi.
Takk til skúlabørnini, lærarir, dagpleygu,
barnagarðir og øll onnur sum møtti upp og
sungi og spældi fyri mær, fyrapartin.
Takk til Vágs Kommuni og hjálparir, sum
fyrireikaði alt so hugnaligt og vakurt og til
sangkórið Ljómur, Landstýrismenn, Løg
tingsmenn, Ríkisumboði, røðarar og til tykkum
øll í møtti upp í VB húsinum og heiðraði meg.
Takk fyri heilsur, blómur og gávur og til
familjuna fyri stóra hjálpsami tykkara.
Bestu heilsanir
Johanna Maria Olsen, Toftalíð, Vágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýndu samkenslu við
deyða og jarðarferðina hjá elskaðu mammu,
vermóður, ommu, langommu og oldurommu
okkara
Anna Maria Mikkelsen
Mia á Støðini
Syðragøta
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til
Filadelfia.
Tøkk fyri troystarrík orð og tøkk til tykkum, sum
hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
seinasta hvíldarstaðið.
Familjunnar vegna
Tórur, Katrin og Marjun
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Karolina Clementsen
av Sandi
andaðist í heiminum hósdagin 27. apríl,
65 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Herman
Lis, Eyðbjørn og Eyðfinn v/fam.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenlu og hjálpsemi,
tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Lisa Haraldsen
Sørvági
(ættað úr Vági)
so brádliga andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Sørvágs missiónshús.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Tøkk til øll tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til
í sambandi við jarðarferðina.
Tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri góð og troystarrík orð.
Tøkk til Noomi, sangarar og urguleikara,
ið gjørdu sangin í kirkjuni til nakað heilt serligt
hendan dagin.
Ein serlig tøkk til heimahjálpirnar, ið vóru um hana
tey seinastu 10 árini.
Harrin signi arbeiði tykkara.
Familjunnar vegna
Harald, Sanna, Svenn og Jonna
Mánadagin 24. apríl fylti
Thomas Michael Smith
málarameistari í Havn 70
ár.
Thomas Michael er ættaður
úr Vági sum næstelstur av
teimum 11 børnunum hjá
Mariu, f. Strøm, sum var
ættað úr Trongisvági, og
William Smith úr Vági.
Systkini eru: John (sáli),
Thomas Michael, Jens Erik
(sáli), Heri (sáli), Ruth,
Marjun, Marita, William,
Sonne, Josefina og Hanna
Maria.
Smith familjan er kend
fyri síni listarligu evnir
bæði innan tónleik og
málningalistina og ikki
at gloyma málarayrkið.
Thomas Michael bregðar
ikki burtur úr ætt. Hann
hevur verið í málarayrkinum
síðan hann var 14 ára gam
al, tá hann fór í læru sum
málari hjá pápanum, og
síðan hevur hann arbeitt
sum málarameistari. Eitt
skifti rak hann málinga- og
tapethandilin “Ælabogan”
í Havn fyri donsku mál
ingafyritøkuna Sadolin &
Holmblad.
Hann er kendur sum ein
góður handverkari. Hann
hevur sett lit á fleiri kirkjur
kring landið og er ein av
teimum heilt fáu, sum
dugir at æðramála. Eisini er
hann spesialistur í at prýða
kirkjurnar við blaðgulli.
Í 2002 gav hann út bók
ina “Málarasøgur”, sum
er ein áhugaverd bók um
málarameistarar og málara
yrkið sum heild. Tann sum
lesur bókina leggur skjótt til
merkis, at høvundurin veit
havt hann skrivar um og er
ein spesialistur á økinum.
Í mong ár var hann faklærari
hjá málaralærlingunum á
Tekniska skúla.
Thomas Michael er eisini
kendur frá tónleikabólkinu
Ad Libitum, har hann spælir
mandolin.
Eitt av frítíðarítrivunum
hjá Thomas Michael er gaml
ar motorsúkklur. Hann er
limur í Føroya Ellisakførum
og hevur tvær motorsúkklur,
eina BSA frá 1947 og eina
Honda frá 1982. Hann er
við í øllum “treffum” hjá
felagnum.
Thomas Michael er giftur
Hervør, f. Wang, úr Havn.
Tey eiga børnini Magnus og
Anniku. Eisini eigur hann
abbadøturnar Miu og Fíu.
Thomas Michael Smith 70 ár