Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 82 -28. apríl 2006 Fyrr mátti Karl Mikkelsen ganga tríggjar ferðir um vikuna upp um fjallið eftir postinum. Nú hevur Gásadals­ tunnilin gjørt lívið lættari hjá honum. Samstundis minkaði arbeiðsdagur hansara Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Gásadalur: – Ja, teir frá Sosialinum eru her. Hmm, til Kollfjarðardal?! Eg skal spyrja. Bíða við! Vit eru staddir inni í einum av húsunum í Gásadali – hjá tí 61 ára gamla Karl Mikkelsen, postmanni og bónda í bygdini. Ein góður kaffimunnur stendur á borðinum og kaka afturvið. Telefonin ringir. Tað er ein kona úr Havn í hinum endanum. Henda kvinnan hevur verið og vitjað systur sína í Gásadali í nakrar dagar og ætlar sær nú heimaftur. Bilurin hjá Sosialinum – SNAR– er lítil, men hann skínur kortini upp í lands­ lagnum her í Gásadali. Hon var eisini vitandi um hesa vitjanina. Nú ynskir hon at fáa fart aftur móti Havnini, har maðurin skal møta henni í Kollfjarðardali. Fyri okkum í tíðindatænastuni er hetta bara ein eyka uppliving til ta longu og forvitnisligu ferðina, sum byrjar henda góðveðursmorgunin í næst­ vestastu bygd okkara. Var koyrandi longur vestur, høvdu vit verið í Mykinesi. Ætlan okkara er at bjóða Karli ein túr eftir teirri gomlu farleiðini til Viðareiðis og síðani koyra hann allan vegin aftur til heimbygdina eftir landsvegnum. – Jú, teir siga at tað er í fínasta lagi. Vit eru klárir at fara um fimm minuttir, svarar Karl henni á sínum eyðkenda vágamáli. Løtu seinni eru vit klárir at leggja til brots. 1700 metrar Tað er liðið nakað út á morg­ unin. Sólin roðar á teir fimm tindarnar á Tindhólmi, tá bilurin verður settur í gongd og kósin verður sett móti norðastu bygd okkara. Vit steðga á við fyrstu húsini í bygdini, har áður­ nevndu systrar búgva. Løtu seinni er bilurin full­mann­ aður, og niðan brekkuna ber nú leiðin eftir tí 1700 metrar langa vegnum, sum á sinni gav navn til forvitnisliga filmin um Gásadal. Tey bæði kennast, og skjótt fellur prátið inn á ym­isk viðurskifti í bygdini – vegasamband, landbúnað og ikki minst spennandi upplivingarnar, sum standa Karli fyri framman. Tað er ikki á hvørjum degi at ein soleiðis verður borin á lógvum av tíðindatænastuni. Og at ein sum tann fyrsti nakrantíð fær møguleikan at koyra allan vegin til norðastu 1700 metrar til umheimin Karl býr ovarlaga í bygdini og hevur gott útsýni yvir bygdina – og ikki minst Gásadalstunnilin Seyður og neyt hava hansara størsta áhuga. Karl ansar og eigur tilsaman 28 kríatúr