Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 -28. apríl 2006 15 bygdina úr vestastu bygdini við vegasambandi. Hetta er ein serstakur dagur. Ferðin er byrjað. Nú standa bert upplivingarnar eftir. Long ferð Húsini hjá Karli her í Gása­ dali eru rættiliga eyðsýnd. Í fyrsta lagi standa tey ovast í bygdini – ella rættari: vestast, og í øðrum lagi eru tey reyðmálað. Her er tí lætt at finna vegin fram til høvuðspersón okkara í dag. Vit hava frammanundan greitt Karli frá ætlan okk­ara henda dagin: Vit ætla at koyra úr Gása­dali til Leir­víkar, og hagani sigla um Leirvíks­ fjørð til Klaksvíkar. Úr Klaksvík verður leiðin løgd norður til Viðareiðis, við einum eykatúri til Kunoyar gjøgnum tunnilin, har ein døgverðabiti skal etast. Á Viðareiði býr mostir hansara, og hana ætla við at støkka inn á gólvið hjá. Síðani skal koyrast til tann partin av bygdini sum kallast Uppi við Garð. Higani skal so koyrast eftir asfalti allan vegin vestur í Gásadal. Hetta ljóðaði eisini sum eitt gott hugskot í oyrunum á Karli. Hann takkaði fyri tilboðið. – Ja, kom avstað. Eg eri klárur, sigur Karl. Klokkan er ikki níggju, tá vit leggja til brots niðan móti tunnilsmunnanum við Gásadal. Tríggjar ferð um vikuna Karl er føddur og uppvaksin her í Gásadali. Hann er ein av trimum í systkinaflokkinum – hini bæði eru systrarnar Anna og Poula, sum búgva í Havn. Karl hevur siglt ein stóran part av lívi sínum, men legðist uppá land í 1992. Við ársbyrjan árið eftir byrjaði hann uppá tað, sum fram um nakað annað er hansara starv í løtuni. Hann byrjaði tá sum post­ boð í Gásadali. Hetta var langt áðrenn nakar tunn­il var byrjaður til bygd­ina. Hjá honum var tí einki annað at gera enn at ganga somu leiðina, sum undan­ gongumaður hansara upp um fjallið. Hetta varð gjørt – og verður framvegis gjørt – tríggj­ar dagar um vikuna, nú kortini við bili: Hvønn týsdag, mikudag og fríggja­ dag verður postur borin út í Gásadali. At bera postin út í Gásadali er ein søga fyri seg. Her eru bert 6 húski, og tí er lætt hjá staðkendum persóni at fáa postin bornan út. Posturin kemur fyrst til Sørvágs, har hann verður skild­ur til Gásadals. Kl. 12:30, tá postavgreiðslan letur upp í Sørvági er Karl á staðnum og heintar postin til sína rutu. Tá hann nú kortini er í stórbygdini, fer hann ofta fyrri frá húsum, um so er at hann skal gera sær onkur ørindi í Sørvági. Hóast talan ikki altíð er um so nógvan post, skal hann skiljast einaferð aftrat til tey, sum skulu hava post henda dagin. Síðani fer hann runt bygdina við postinum. Til gongu um fjallið Bygdin er lítil og tí eru eingi gøtunøvn nakrastaðni, men fyri Karl, sum bæði er føddur og uppvaksin her, er hetta ein løtt uppgáva og sum eftir stuttari løtu er avgreitt skjótt og væl. Í dag er ólíka lættari at heinta postin í Sørvági. Hann fer við bili til Sørvágs og koyrir sjálvur allan vegin aftur til Gásadal. Áðrenn koyrandi varð gjøgnum tunn­ ilin vóru hesir 1700 metr­ arnir frá framtíðini rættiliga drúgvir. Tá mátti hann frá húsum, óansæð hvat veðurlag tað var. Upp um fjallið og niður hinumegin, har bilur stóð fyri honum við postinum til dagin. Síðani upp aftur um fjallið til Gásadals. Tá varð hann í starvi sum postboð 18 tímar um vikuna. Fyri mong var tunnilin ein fyrimunur, men hjá Karli førdi hetta við sær at tímatal hansara varð skorið niður í góðar 10 tímar um vikuna. – Men at sleppa undan at ganga um fjallið tríggjar ferðir um vikuna, tað var veru­liga ein lætti, sigur Karl. Kríatúr Ein vanlig arbeiðsvika verð­ ur í dag roknað sum 40 tímar ella nakað niðanfyri tað. Men tá Karl er liðugur við útberingina av postinum hesar tríggjar dagar um vik­ una, – hvat ger hann so? Held­ur hann bara frí? – Nei, tað geri eg ikki. Mær dámar væl at fáast við kríatúr. Eg havi bæði neyt og seyð, sigur hann. Hann eigur og ansar í dag eftir 28 kríatúrum, og tey krevja sítt hvønn einasta dag: Her skal sópast, hoyggj gevast og annars hyggjast eftir, at bæði neyt og seyður hava tað gott. Nú ið lembingin er fyri verður ein stórur partur av frítíðini nýttir til slíkt uttandura virksemi. – Eg eri einki serligt fyri at lesa, sigur hann. Í stovuni heima við hús hevur hann eitt stórt sjón­ varp og uttanfyri er ein stór­ur parabolur, sum gevur honum atgongd til ein hóp av sjónvarpsrásum úti í heimi. Her nýtir ein annan part av síni frítíð, tí væl dámar honum at hyggja eftir DR 1 og DR 2, og sum ein, ið hevur áhuga fyri náttúru og upplivingum har, er rásin Discovery altíð eina vitjan verd. – Men so dámar mær eis­ ini sera væl at hyggja eftir Dagur og Viku, sigur Karl. Hóast nútíðin er komin til Gásadals og koyrandi er teir 1700 metrarnar til næstu bygd, er Karl sannførdur um, at teirra tunnil kom ov seint Tunnil Gásadalur: – Tað er altíð tað góða fólkið sum fer fyrst, staðfestir Karl. Fólkatalið í Gásadali hev­ur verið í støðugari mink­ing tey seinastu árini, hóast ábøtur eru gjørdar á møguleikunum fyri sam­ bandi við umheimin hjá gása­dals­fólki. Tyrlan hevur flogið reglu­ liga til Gásadals og Myki­ nes, og hevur hetta verið til bæði gleði og gagn fyri bygdarfólkið. Semja man tó vera um, at hetta als ikki kann samanberast sum fast vega­ sam­band. – Var rætt atborið, kom Gásadalstunnilin um somu tíð sum tunnilin til Kunoyar. Varð tað so, hevði nógv verið øðrvísi her hjá okkum, staðfestir Karl. Í Gásadali er miðalaldurin á íbúgvunum rættiliga høg­ur, eftir at fólkatalið minkaði nógv í sjeyti- og áttatiárunum. Serliga flutti nógv av unga fólkinum av bygdini, og eru tey ikki afturkomin enn, hóast vega­ samband er til bygd­ina. Hagtølini frá Hagstovu vísa eisini tað sama: Í januar mánaði 2004 vóru 16 fólk skrásett í bygdini. Í januar í fjør og januar í ár var talið 14. Ikki latin upp enn Karl hevur búð so leingi í Gásadali at hann hevur kunnað eygleitt gongdina í málinum um tunnilin til heimbygdina. Hyggur ein í løgtings­tíð­ indi sæst, at hetta málið hevur verið reist á tingi minst tvær ferðir við upp­ skoti til samtyktar – í roynd og veru tvær ferðir sama ár miðskeiðis í áttati-árun­ um. Báðu ferðirnar fall upp­ skotið á tingi, men seinni varð so sett á at bora til Gása­dal. Í dag ber til at koyra úr Gásadali og víðari út í heim, men formliga er tunnilin ikki alment latin upp fyri ferðslu enn. Tá ein koyrir til Gásadal verður ein tí mintur á, at koyringin í tunlinum er fyri egnari ábyrgd. Henda túrin ger Karl so tríggjar ferðir um vikuna – týsdag, mikudag og fríggja­dag. Soleiðis gjørdi hann eis­ ini í farnu viku, men hós­ dagin gjørdi hann tó eina ógloymandi ferð saman við umboðum fyri Sosialin. – Okkara tunnil kom ov seint Karl er á veg oman móti fjósinum, sum liggur fyrst í bygdini. Hann er annars tríggjar ferðir um vikuna í Sørvági eftir posti – Tað unga fólkið fer altíð fyrst av bygdini, sigur Karl