fríggjadagur 28. apríl 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 82 -28. apríl 2006
– Nú gingu næstan
20 ár til eg var aftur
á Viðareiði. Nú
ætli eg mær skjótt
norður aftur, sigur
gásadalsmaðurin,
Karl Mikkelsen.
Í farnu viku var hann
við á forvitnisligari
ferð úr norðastu
bygdini í Føroyum til
heimbygdina – eitt
strekki uppá 115,8
km. eftir asfalti!
Tunnilsferð
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Gásadalur-Viðareiði t/r:
Hann hevði ikki lovað
allarbesta veður henda hós
dagin.
Boðað er frá regni av og
á, eins og nakað av vindi.
Men frá morgunstundini var
kortini einki sum bendi á at
veðurfrøðingarnir fóru at fáa
rætt í sínum spádómum.
Skuldi ein sagt frá veður
líkindunum í Gásadali hós
morgunin 20. apríl 2006 kl.
9:00 so vóru tey nøkurlunda
hesi: Klárt í veðrinum, turt,
eitt lítið lot og sólarglottar á
Tindhólmi. Hitin um 5 stig.
Karl hevur bjóðað okkum
heitt, gott og sterkt kaffi.
Hetta munaði væl henda
morgunin, og nú gera vit
klárt at fara á longu og for
vitnisligu ferðina úr Gásadali
til Viðareiðis.
Ætlanin er at koyra – helst
sum teir fyrstu nakrantíð –
allan vegin av Viðareiði og
aftur higar í einum.
Hugskotið spratt úr huga
heimi blaðstjóra Sosialsins,
og skal nú setast í verk.
Samband er fingið við ein
av íbúgvunum í Gásadali,
sum er sinnaður at gera hesa
ferðina sum man fara at taka
allan dagin.
Avtala er fingin í lag við
NCC um loyvi at koyra
gjøgnum tunnilin á heim
leiðini. Og avtala er fingið við
Elisabeth Nybo á Viðareiði
um at hava reinsdjórakjøt á
døgurðaborðinum fyri okk
um kl. 12:30.
Nú er bert eftir at leggja
til brots.
Neyt og seyður
Vit fara frá húsunum hjá
Karli ovast í bygdini, men
sleppa ikki soleiðis avstað.
Nei, hann vil fegin vísa
fram neytini og seyðin í fjósi
sínum.
Fjósið stendur fyrst í bygd
ini, og her sleppa vit at heilsa
uppá nakrar av ferføttu
vinum hansara. Hundurin er
trúfasti fylgisveinur hansara
allan vegin, men hann slepp
ur bert oman higar. So er
hansara túrur liðugur.
Vit steðga á eina løtu, tí
Karl hevur stóran áhuga fyri
neytahaldi og umboðini fyri
tíðindatænastuna vilja fegin
hoyra meiri um líkindini fyri
hesi vinnuni í Gásadali.
Nú er klárt at fara víðari
á ferðini norðureftir. Hitt
fjórða ferðafólkið sæst nærk
ast fjósinum, og vit leggja
leiðina norðuryvir.
Prátið í bilinum fellur
nátúrliga inn á liviumstøð
urnar í hesi vestastu bygd
ini á Vágoynni og munin á
fyrr og nú. Tað skilst týði
liga á teimum báðum ferða
fólkunum at tey harmast
um støðuna, sum heimbygd
teirra hevur verið fyri.
Fyrr var skúli, skúlabørn,
lív og trivnaður í bygdini.
Øll longdust eftir at fáa sam
band við umheimin, men
tá vegasambandið umsíðir
kom, var tað ovseint: Fólkini
vóru longu flutt aðrastaðir.
Vit vita ikki rættiliga av
fyrrenn vit hava koyrt gjøg
num tríggjar tunlar og nú
stendur Kollafjørður fyri
framman.
– Man Jákup nú standa
her?, skimast kvinnuligi
ferðagestur okkara.
Ein bilur stendur haruppi
við tunnilsmunnan við
tendraðum ljósum. Man tað
vera hann?
Nei, tað er ikki hann. Tí
maður hennara hevur sett bilin
beint við rundkoyringina, og
her steðga vit so.
Hann fær konuna aftur,
men ein sum man vera enn
glaðari fyri heimkomuna, er
hundurin í bilinum. Hann
hevur ikki meiri enn fingið
eygu á hana, so skilst at tey
bæði eru vinir.
– Hey, sigur hon við hund
in. – Kom her, besti hjá
mammu síni!
Vit skiljast her við rund
koyringina. Tey bæði og
hundurin fara til Havnar,
meðan vit tríggir halda leið
ina fram norðureftir til Leir
víkar.
5 og 200 húsarhald
Ferðin gongur gjøgnum
Kollafjørð og víðari til Hós
víkar.
– Ja, nú komu vit so til
Hósvíkar, siga vit.
Orðini eru ikki meiri enn
søgd, tá vit fáa eygu á ein
bil, sum beinanvegin vekur
okkara áhuga. Undir einum
húsum sunnarlaga í bygdini
stendur ein bláur jeepur
parkeraður: Postbilurin.
Her er frálíkur møguleiki
hjá einum postmanni úr ein
um lítlum øki at skifta orð
við ein postmann í einum
stórum postøki.
Vit SNARa inn í bygdina
júst sum postmaðurin hevur
borið postin inn í næstu
húsini. Tveir starvsfelagar
taka í hondina á hvørjum
øðrum.
Lokali postmaðurin greið
ur eitt sindur frá sínari rutu,
og spyr so eftir rutuni í Gása
dali. Hann er frammanundan
greiður yvir, at her man mun
ur vera á.
Sjálvur hevur hann um
200 hús á rutuni henda
dagin, sum m.a. umfatar øll
húsarhaldini í Hósvík. Tá
er munur á at hava 5 ella 6
húski at fara til.
– Tað tók mær langa tíð at
læra hesa rutuna at kenna.
Men í dag dugi kenni eg
alt frá Hvalvík til Kvívíkar,
greiðir hann frá.
Karl spyr, um tað ikki er
ringt at læra eina ella tvær so
drúgvar rutur at kenna.
– Jú, tað var ringt at læra
alt. Tað tók mær langa tíð,
men í dag gongur tað sum
einki.
– Her í Hósvík lættir tað
eisini væl um, at allar gøt
urnar hava navn og húsini
hvør sítt gøtunummar, sigur
hann.
Teir práta saman eina
løtu aftrat, men tíð er hjá
okkum at halda leiðini fram
til Leirvíkar. Nú hevði verið
kærkomið við einum kaffi
munni onkustaðni á leiðini.
Gott við kaffi
Á Norðskála liggur Café
Inn, og har man liggja fyri
við einum kaffimunni ein
slíkan fyrrapart. Men nei,
– har letur fyrst upp kl.
11:30.
Í Skálafirði er bæði bensin
søla og kaffistova, so tað
verður okkara næsta mál
á ferðini. Tað er skjótt at
kaffi og ein køkubiti standa
á borðinum.
Vit skifta orð við ein
mann úr Runavík, sum skal
somu leið sum vit. Hann er
NSÍ’ari um ein háls, tað vit
vita. Hann situr nú og bíðar
eftir bussinum úr Havn,
sum skal føra hann víðari
til Dúgvuna. Hann skal til
skips sama dag.
Karl hevur fingið eyga
á ein stóran gráan bygning
inni í bygdini. Er hatta sam
komubygningurin hjá Keld
uni?
Jú, so er. Samkoman
hevur megnað at bygt
henda stóra bygningin og
í løtuni verður arbeitt enn
meiri við innrættingini.
Klokkuni er nú farin at
So langt sum vestur er frá
– Her er sera vakurt, her á Viðareiði, staðfestir Karl. Hann hevur júst verið og vitjað mostur sína