fríggjadagur 28. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 -28. apríl 2006
17
nærkast 10:30 og Dúgvan
skal sigla kl. 11:00. Best
er at sleppa sær víðari, tí
hugsandi er at nógvir bilar
eru við ein slíkan túr so nær
middegi.
Út fyri Gøtuvík síggja vit
flaggskip okkara Norrönu
koma siglandi suðureftir.
– Nå, hon fer hendavegin.
Vit síggja av og á farmaskip
fara siglandi gjøgnum Myki
nesfjørð, sigur Karl.
RASMUS OG SNAR
Trupult er at meta um tíðina,
og tað vísir seg at vit eru í
góðari tíð í Leirvík. Hálvur
tími er at bíða til næsta túr, og
vit eru bilur nr. 2 í bilkø’ini.
Frammanfyri okkum stend
ur ein sera vakur bilur
við nummarspjaldrinum
RASMUS, og nú kemur okk
ara Yaris-bilur við nummar
spjaldrinum SNAR.
– Kom, latum okkum
fara ein túr niðan at vita
um vit sleppa inn í bowling
høllina!
Hetta er Karl við uppá.
Hann hevur bowlað einaferð
áður, og hevur hoyrt um hesa
nýggju høllina í Leirvík.
Inni í kaffistovuni á bensin
støðini eru nógv fólk savnað
henda kaffisteðgin. Líkt er til
at nógv stórmál verða havd
á lofti eina slíka stund. Og
aftur í dag er vegaføringin í
Leirvík eitt evni.
Hóast Rambøll-frágreið
ingin er heitt evni henda
fyrrapartin, fáa vit loyvi
at støkka inn á gólvið í
bowling-høllini, og fáa enntá
loyvi at royna breytirnar.
Men klokkan stendur
ikki í stað. Nú sæst Dúgvan
nærkast ferjuleguni, og vit
gera okkum til reiðar at
ganga oman til SNAR.
Henda seinasta ferð okkara
tvørtur um Leirvíksfjørð
skal byrja hvørja løtu. Og
løtu seinni daga fyrstu húsini
í Klaksvík undan.
5 tunlar + 1
Eins og vanligt hevur verið
øll hesi árini standa hópurin
av bilum við ferjuleguna
eisini henda hósmorgunin.
Líkt er til, at nógvir bil
førarar í Klaksvík hava hetta
sum fasta rutu – at leggja
leiðina fram við ferjuleguni
við 1 ½ tíma millum, ella
júst tá Dúgvan leggur at.
Tað er jú altíð gott at vita,
hvør kemur til býin og hvør
fer úr býnum. Nú ræður um
at brúka henda møguleikan
til fulnar, tí nú fara túrarnir at
fækkast og hesin møguleikin
fer í søguna.
Vit geva okkum ikki stór
vegis far um hesar bilarnar,
tí nú eru vit mestsum komnir
á mál. Eftir standa teir 18
kilometrarnir norður til
Viðareiðis.
Higartil hava vit koyrt
gjøgnum fimm tunlar, og
fyri okkum standa tveir
aftrat – teir báðir Borðoyar
tunlarnir.
Men hvat – kunnu vit ikki
taka ein tunnil við á ferðini
aftrat? Nei, Karl hevur einki
ímóti at fylgja okkum til
Kunoyar, her vakurt útsýni er
yvir fjørðin og vestursíðuna
av Kalsoynni.
Hesin tunnilin til Kunoyar
varð skotin ígjøgnum í 1988
– og tað var um júst hetta
mundið, at Gásadalstunnilin
átti og burdi verið komin,
skal ein ganga eftir tí, sum
Karl sjálvur heldur. So var
kortini ikki.
Karl hevur onkutíð siglt
gjøgnum Kalsoyarfjørðin
við skipi, men ongatíð hevur
hann eygleitt henda soleiðis
frá landi av. Tað er líkasum
at landslagið hinumegin
broytir skap, tá ein sær tað
frá landi av.
– Tú, tað er øgiligt sum
tað er nógv broytt har á Kals
oynni. Tað sær heilt øðrvísi
út higani frá.
– Ja, teir vóru eisini hepnir
at fáa tunlarnar, soleiðis at
ein kann koyra allan vegin
av Trøllanesi til Syðradals,
sigur Karl hugsunarsamur.
Hann veit av royndum,
hvat tað vil siga tá politikk
arar drála við slíkum loysn
um, sum eru til frama fyri
fjarlagnar bygdir.
Á Kalsoynni komu tunlar
nir ikki ov seint. Her stendur
fólkatalið at kalla í stað.
Verri var hjá teimum í
Gásadali ... Hesin tunnilin
kom helst ov seint. Og so er
hann ikki eingang alment
latin upp enn.
Hvør skal víkja?
Svongdin er enn einaferð
farin at gera um seg, og
nú er tíðin komin at venda
nøsini – og maganum – móti
matstovuni á Viðareiði.
Nú standa tveir teir sein
astu tunlarnir á hesum
fyrsta parti av ferð okkara
fyri framman. Lætt er at
koyra norðureftir, tí vit eiga
forrættin at koyra.
Tað eigur at vera eitt spæl
at koyra norðureftir, men
tað er tað ikki henda dagin.
Miðskeiðis í eina tunlinum
møta vit einum bili, sum als
ikki ger tekin um at hann vil
víkja fyri okkum, soleiðis
sum hann eigur at gera.
Hann verður standandi á
vegbreytini og flytir seg ikki.
Hann stendur áraka eitt av
mongu víkiplássunum, og
ætlar sær ikki á nakran hátt
at søkja inn higar.
Tað er bara eitt hjá okkum
at gera: Vit mugu inn í hetta
víkiplássið ístaðin, hóast tað
ikki var á okkara síðu.
Bilurin hevur føroyskar
nummarplátur, men helst
er hetta onkur óroyndur
bilførari sum er ávegis til
Klaksvíkar.
Tann stóri spurningurin
í okkara bili er, hvussu fer
at verða leygardagin tá ein
hópur av fremmandum bilum
fara at royna hesar smølu og
í allar mátar ótíðarhóskandi
tunlarnar á Borðoynni.
Ótrúligt at teir ikki langt
síðani eru vorðnir breiðkaðir
– ella ein einstakur tunnil
hevur loyst hesar av!
Úr Norðdepli er skjótt at
koyra til Viðareiðis, og kl.
12:30 stundisliga stendur
lítli SNAR við teim stóru
monnunum í túninum við
matstovuna, sum Elisabeth
Nybo rekur á Viðareiði.
Vit høvdu møguleika at
velja millum tríggjar rættir
– neytakjøt, lambskjøt og
reinsdjórakjøt. Lat ongan
iva vera um, at vit ynsktu tað
besta og forkunnugusta fyri
gest okkara. Tað endaði við
reinsdjórakjøtinum, sum var
komin allan vegin av úr New
Zealandi til Viðareiðis.
– Hetta smakkar óføra
væl. Eg havi roynt hetta fyrr
í Noreg, men tá var tað væl
myrkari. Men smakkirnir
minna um hvønn annan,
staðfestir Karl.
Forrættur okkara var
súpan og omaná fingu vit
ís, sum kokkurin sjálv hevur
evnað til.
Mettir og væl settir fóru
vit frá borði, tí nú skuldi
millumleikurin á ferðini
setast í verk. Mostir Karls á
Viðareiði skuldi fáa óvænt
aða vitjan henda góðveðurs
dagin!
– Tú sært gott út!
Stutt er at ganga frá mat
stovuni oman til tey gullittu
norðuri
Tað er ikki munur á postboðum, men á húsarhaldum teir skulu røkka hvønn postdag – Karl hevur 5, meðan Sunnleif postmaður á
síni rutu hevur 200 húsarhald
– Dúgvan er eitt gott skip, men einki er kortini sum ein tunnil, heldur gásadalsmaðurin
Framhald á næstu síðu