Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 82 -28. apríl 2006 húsini hjá Solu. Spurningurin er bara, um hon var inni. Vit ganga niðan trappurnar við Karl á odda. Hann tekur í hurðina, fer innar og spyr: – Góðan dag. Man nakar vera inni?! Játtandi svarið ljóðar bein­anvegin úr køkinum ella stovuni. Hon kemur út gjøgnum køksdyrnar og gerst ikki sørt bilsin av at síggja ein av fyrrverandi bygd­armonnum sínum standa her. Hann hevur verið á Viðar­ eiði eina ferð áður, men tað var einaferð í áttati- árunum. Her á Viðareiði hava menningin og framburðurin ikki staðið í stað. Nógv er bygt og útbygt, og nógv er øðrvísi enn fyri 15 til 20 árum síðani. – Hevði tú ikki sagt mær, at hatta vóru húsini hjá mostur mínari, er ikki vist at eg hevði kent tey aftur, sigur Karl. Nú hittast tey so aftur her í gongini í heiminum hjá Solu. Tey geva hvørjum øðrum koss á kinn, sum eitt greitt tekin um at vinarbondunum bilar einki. Góð vinarbond slítast ikki av tíðarinnar tonn. – Tú sært so gott út, sigur hon við hann. Ella var tað hann við hana. Sama ger. Tey eru í øllum førum fegin um at hitta hvørt annað, hóast vitjanin kom óvart á vertin henda seinnapartin. – Kom innar í stovuna. Vilja tit ikki hava ein kaffi­ munn? Vit takka nei í fyrsta um­fari, men seinni broyta vit meining, nú henda gása­dals­ konan á Viðareiði vil sýna okkum blíðskap. Lembing Bilsni vertur okkara er skjót í vendingini. Lítla løtu seinni er ein góður kaffimunnur og ein køkubiti á borðinum framman fyri okkum. Og prátið gongur so listiliga – um familju, seyð, jørð og viðurskiftini í føðibygdini langt har vestiriii. – Sonurin eigur nakað av jørð her niðanfyri húsini. Hygg, tú sært hasar ærnar. Tær eigur Jákup, sigur mamman, ikki sørt errin á málinum. Enn hava tær ikki lembt, men tað hava tær hinvegin hjá Karli í Gásadali. Tvær ær lembdu tvílembur, men hvussu var og ikki so mistu tær hvør sítt lamb. Soleiðis gongur prátið aft­ ur og fram eina góða løtu. – Eg fái nógva vitjan, sigur Sola. Higar koma fólk úr øllum landinum, tí, sum hon sigur: – Eg eigi nógvar góðar vinir! Fólk heilt vestan úr Bø hava eisini verið á gátt í sam­band við kristilig møtir á Viðar­eiði. – Tú, sigur Karl, eftir at tey hava prátað eina góða løtu. Hatta er ein vøkur mynd, tú hevur hangandi har á vegginum. Nær man hon vera tikin? Inni í stovuni hongur ein stór mynd – í roynd og veru ein loftmynd av Gásadali. Tey fara bæði yvir til myndina at hyggja eftir henni. Tað er týðiligt at tey her eru á heimavølli, tí tey kunnu nevna fólkini í øllum húsunum, og eisini siga, hvar tey nýggjaru húsini í bygdini liggja. Ringt er at seta eitt ávíst árstal á, nær myndin er frá. Men semja er tó um, at hon man vera frá einaferð í áttati- árunum. Vakurleiki á Viðareiði Klokkan gongur og nú fer skjótt tíðin at vera kom­in til seinasta og mest spenn­ andi partin av ferðini – at koyra allar teir mongu kilo­ metrarnar av Viðareiði til Gásadals. Teir munnu vera fleiri enn hundrað tilsamans. Enn vita vit ikki til fulnar, hvussu mangir teir eru. Ætlanin er at leggja til brots frá ovastu húsunum á Viðareiði og tí koyra vit niðan til tann partin av bygd­ini sum kallast Uppi við Garð. Vit gera klárt at fara av­stað, tá vit brádliga leggja merki til teir vøkru og laðaðu garðarnar á hesum økinum. Teir vilja vit fegnir fáa at síggja og kanska eisini foreviga í eini mynd. Til gongu ber nú leiðin eftir bønum, framvið hesum ótrúliga vøkru gørðunum og til eitt hóskandi stað til eina myndatøku. Myndamaðurin ger seg til reiðar og eftir nakrar royndir er hann nøgd­ ur við ta stórslignu myndina: Maðurin úr tí vestasta húsin­ um í Gásadali er avmyndaður við tey norðastu húsini í Før­ oyum. Nú er klokkan vorðin 15:30 stundisliga. Bilurin er settur í gongd og tripp- teljarin verður settur á 0,0, tí nú skal koyrast og kannast, hvussu langt tað er higani og vestur ígjøgnum. Proppur í tunlinum Ferðin gongur væl av Viðar­ eiði, men inni í tunlunum verða vit aftur tarnaðir av mótkoyrandi ferðslu. Blái bussurin hjá Bygda­ leiðum er á veg til Klaksvíkar við ferðafólki, og honum koma vit at koyra aftaná gjøgnum tunlarnar. Hjá honum ber ikki til at fara inn í víkiplássini, tá tveir bilar eru aftanfyri. Hann ger tí ikki mætari enn at blinka inn til vinstru út fyri víkiplássini, soleiðis at teir mótkoyrandi bilarnir kunnu fara inn í víkiplássini á veg norðureftir. Hetta hendi ikki færri enn tríggjar ferðir í báðum tunlunum. Og hetta er fyri okkum tríggjar í bilinum enn eitt tekin um, at trupult verður hjá tí nógvu ferðsluni at sleppa ótarnað aftur og fram, tá Norðoyatunnilin letur upp. Ætlaðu skeltini eru helst góð, men spurningurin er, um tey fara at gera nakran mun. Klokkan er nú 15:50 og vit hava koyrt teir fyrstu 19 kilometrarnar av ferð okkara. Vit mugu hava eitt sindur av bensini í tangan, og løtu seinni standa vit við munnan til tunnilin Klaks­ víksmegin. Vit síggja bilarnar standa í bíðiraðnum við ferjuleguna í Klaksvík. Dúgvan fer aftur av Klaksvík kl. 16:15, og tíð er at seta bilin í bilraðið um ein ætlar sær við. Munur á Vit hava longu gjørt eina avtalu við Kristian hjá NCC um loyvi at koyra ígjøgnum tunnilin áðrenn hann alment letur upp. Her skal ikki trokast ella trýstast, men koyrast eftir øllum galdandi forskriftum. NCC-maðurin hevur sitið á fundi, men hesin er tíbetur at enda komin, og løtu seinni kemur tann reyði bilurin út úr tunlinum. Ein tíðindafundur um øll tiltøkini í samband við tunnilin hevur verið í Klaks­ vík um hetta mundið. Hann er nú liðugur, og Kristian hevur eina aðra avtalu við Olivur á Norðlýsinum um myndatøkur Leirvíksmegin. Hann fer eftir blaðstjóran­ um og løtu seinni fer eitt fylgi við tveimum bilum inn í Norðoyatunnilin. Klokkan er um at vera hálvgum fimm, og tá vit koma út aftur hinumegin er kl. 16:29. Úti á fjørðinum síggja vit Dúgvuna koma siglandi til Leirvíkar. Hon er bert komin hálva leið. – Ja, har sært tú. Dúgvan er ikki meiri enn komin út í fjørðin, og vit eru longu komnir til Leirvíkar. Tað er munur á. Uppliving fyri lívið Vit takka fyri okkum og nú avgera vit ikki at steðga aftur fyrrenn við ovastu húsini í Gásadali. Við hóskandi ferð gongur leiðin øvugtan veg. Ávegis ringir ein av far­ telefonunum. Tað er konan sum spyr, um vit ikki kunnu steðga á við Bónus í Miðvági, tí okkurt manglar til húsarhaldið. Vit so gera, og tá klokkan er 17:52 steðgar ein lítil svartur Yaris í túninum hjá Karl Mikkelsen í Gásadali. SNAR er afturkomin við ferðafólkum sínum. Tíðin er komin at gera upp fyri dagin. Vit hyggja spentir Hann hevur bowlað einaferð áður í lívinum. Men hósdagin í farnu viku slapp hann at royna seg einaferð enn