fríggjadagur 28. apríl 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 -28. apríl 2006
19
eftir
tripp-teljaranum:
115,8 km. hava vit koyrt
– tá er ein lítil umvegur í
Klaksvík íroknaður. Sjálvur
tunnilsvegurin – Mækjugøta
ella Fluktvegurin sum onkur
nevnir hann – er ikki liðugur
enn. Har var arbeitt av allari
megi, og tí máttu vit koyra
ein lítlan umveg gjøgnum
Klingrugarð.
– Jú, hetta var ein sera
góður túrur og eitt stórt
upplivilsi at kunna koyra
allan henda langa vegin, og
haraftrat gjøgnum 8 tunlar.
Tað er ikki hvørt mans føri.
– Tit á Sosialinum hava
sanniliga givið mær eina upp
living fyri lívið, sigur Karl
takksamur á málinum.
Skjótt norður aftur
Vit fara innar í heimið hjá
Karli. Vit mugu líka fáa tær
seinastu viðmerkingarnar og
myndirnar uppá pláss.
Karl hevur fylgt við gongd
ini innan tunnilsgerðir í Før
oyum, og hann dugir væl at
síggja týdningin av hesum
tunlunum fyri menningina
av føroyska samfelagnum
– ikki minst Norðoyggjum!
– At gera tunlar, – tað er
tað einasta rætta, staðfestir
hann bara.
Hann er tó sannførdur um,
at tunnilin til Gásadals kom
ov seint. Kom hann ígjøgnum
eini 15 ár frammanundan,
hevði støðan kanska verið
øðrvísi í Gásadali.
– So vóru helst fleiri ung
fólk her í bygdini, sigur
hann.
Ein tunnil skapar eisini
menning bæði innan vinnu
lívið og ferðavinnuna, bara
fyri at nevna nakað. Tað
skapar trivna fyri bygdar
fólkið – um hann altso kem
ur nóg tíðliga!
Tað hendi tíverri ikki hjá
fólkinum í Gásadali, helst
tí kreppan kom fyrst í níti-
árunum. Tað er altíð tað
góða fólkið sum fer fyrst av
bygdini.
Nú hevur Karl, eins og eini
80% av Føroya fólki fingið
møguleika at koyra til dyrnar
hjá hvørjum øðrum.
Tað ætlar Karl sær eisini
at gera brúk av í framtíðini.
Tí, sum hann sigur:
– Tað skulu ikki ganga 20
ár aftrat inntil eg vitji mostur
mína á Viðareiði!
– Tað einasta rætta er at
gera tunlar, sigur Karl, sum
her er ávegis teir 115 km.
til heimbygdina – ein ferð
gjøgnum átta tunlar
Í Kunoy er nógvur
landbúnaður og nógv
dyrkað jørð. Hetta
hugtók Karl á ferðini.
– Okkara tunnil skuldi
bara komið um somu tíð
sum kunoyingar fingu sín,
sigur hann
Sola á Viðareiði fekk óvæntaða vitjan henda
hósdagin, tá systursonurin úr Gásadali kom á
gátt. Her hyggja tey eftir “gomlum” myndum av
heimbygdini soleiðis sum hon sá út í 80’unum
– Sonur mín eigur nakað av jørð her niðanfyri,
sigur Sola. Jákup lurtar við áhuga