fríggjadagur 28. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 82 -28. apríl 2006
Norðoyingar og føroyingar
annars heilsa í dag tunnlinum
undir Leirvíksfjørð væl komnan
og samstundis siga klaksvíkingar
gomlu bygdini, sum teir plaga
at taka til, farvæl. Klaksvíkin,
sum teir hava kent hana, fer í
søguna, og ein heilt nýggjur
lokalur høvuðsstaður fer at trýna
fram á pallin fyri norðoyingar.
Hvussu framtíðarlagnan verður
hjá Klaksvík veit eg ikki, eitt
veit eg, tað verður ongantíð aftur
sum fyrr. Henda stóra bygd, tað
eru klaksvíkingar enn, sum ikki
dáma býarheitið, hevur livað og
ment seg avbyrgd og hevur trivist
væl, sum ein fjarskotin partur
av landinum. Tað hevur verið
eitt eyðkenni fyri samleikan hjá
klaksvíkingum, júst tað, at teir
hava verið avbyrgdir og ikki ein
partur av landinum og serliga
ikki ein partur av teimum suðuri
í Havn.
Onki verður sum tað hevur
verið, nú koyrandi er undir
Leirvíksfjørð. Klaksvíkin skal
finna nýtt stev og hvussu hetta
stevið verður, er ógvuliga ilt at
spáa um.
Nú spyr lesarin kanska, hvussu
ein 48 ára gamal rithøvundur
og journalistur kann siga, at alt
verður broytt í Klaksvík, og at
klaksvíkingar, um teir vilja tað
ella ikki, ikki longur sleppa at
vera so avbera lokalir og væl
vardir aftanfyri Klakk og Háfjall.
Eg tosi av royndum og forsøgan
er henda.
Ein heystardag í 1968,
nærri roknað tann 23. meðan
meðan ungdómsuppreisturin
herjaði heimin, og alt skuldi
broytast, koyrdi ein fremmandur
bilur heim um Garðamørk í
Oyndarfirði. Honum elti ein
bilrøð so langt eygað røkk.
Oyndarfjørður hevði fingið
vegasamband og alt var í einum
gleðisrúsi. Ongin grunaði, at
henda hending fór at hava so
kollveltandi broytingar við sær
fyri lítla bygdarsamfelagið. Tað
var ikki fyrr enn ár aftan á, at
oyndfiringar raknaðu við og sóu,
at teirra heimbygd var ikki at
kenna aftur. Hvussu hátiðarhaldið
var kundi verið skrivað ein heil
bók um. Veislan fekk ikki annað
navn enn Vegballið og var nógv
havd á munni tey næstu tíggju
árini. Oyndfirðingar bjóðaðu
gestunum ræst kjøt, sum varð
kókað niðri í kjallaranum í
sethúsunum hjá Gamla Høgnesen
í Víkum og notið afturvið snapsi
og elefantøli í fínu stovunum upp
á og enntá í roykstovuni uppi
á loft. Har var ball og kenning
og eg var 11 ára gamal og fekk
saman við javnaldrum mínum
nápað onkra stubbafløsku við
elefantøli, sum ikki smakkaði so
væl, sum hon kom at gera seinni.
Har var reyp, har var ball, har var
fyllskapur, bardagi, dansur og
gott lag og nógv fremmandafólk.
Tað rann av aftur og oynd
firðingar bjóðaðu framtíðini
av við góðum treysti, nú var
vegasambandið komið og nú var
einki óført. Avbyrgingin var av.
Fólk kundu fara av bygd, tá íð tað
passaði teimum og einki stríð var
í mun til fyrr. Handilsmaðurin
í Oyndarfirði og skyldmaður
mín, Eivind Petersen, fortaldi
mær í vikuni, at tað vanliga tók
honum tríggjar dagar at avgreiða
jólainnkeypið til handilin í
heilsølunum í Havn. Nú kunnu
oyndfirðingar gera eini ørindi
í Havn og ikki vera meira enn
tríggjar tímar burtur heiman.
Nú eru tveir dagar eftir
til tøppurin verður tikin
úr Norðoyartunnlinum og
spurningurin er hvønn veg
frárenslið fer at renna. Fer tað at
renna í Norðoyggjar ella fer tað
at renna inn á meginøkið.
Evstamarkið á Sosialinum
rak meg úr koyggjuni her á
Hellunum klokkan fimm í
morgun. Sólin skínur, tað er
ikki eitt skýggj á himmalinum,
lotið er kalt og kavarfannirnar á
Sandfelli gráta ikki í morgun um
sítt hvíta lín. Sólin munar ikki
so høgt upp enn. Eg síggi heim
í heimbygdina og telji húsini,
sum eru bygd aftan á at vegurin
kom til bíggjar í 1968. 29 hús
eru bygd í hesum tíðarkskeiði
og tað er ikki so galið fyri eina
bygd upp á knappliga 200 folk.
So telji eg tey tómu húsini, og tey
oyðileggja hetta roknistykki, tey
eru 19 í tali. Tað merkir eitt húsa
yvirskot upp á 10 hús seinastu
38 árini. 76 sethús eru tilsamans
í Oyndarfirði. Trekka vit tey 19
tómu frá, so eru vit niðri á 57
húsum. Trekka vit tey 29 nýggju
húsini frá, har enn búgva familjur
við børnum, tá eru 28 hús eftir.
Í teimum búgva eitt og tvey fólk
og tey flestu av hesum eru eldri
fólk, eldri fólk, har børnini eru
flogin, ella gamlir drongir og
gamlar gentur.
Eg veit ikki um menningin í
Oyndarfirði ræðir klaksvíkingar,
tað átti hon at gjørt, og teir
kunnu vera vísir í, at standa teir
ikki framhaldandi fyri egnari
menning, so syrgir meginøkið
fyri at júst tað sama hendir
i Klaksvík, sum hent er í
Oyndarfirði seinastu 38 árini.
Áðrenn eg fari at viðgera
teir møguleikar tunnilin kann
geva klaksvíkingum skal eg
neima eitt sindur við vinnuligu
menningina í Oyndarfirði, hóast
hon er í nógv minni mátistokki
enn í Klaksvík. Tá ið eg var
drongur í Oyndarfirði lógu tveir
20 tonsarar á sandgrynnuni
og tríggir stórir maskinbátar.
Teir róðu út og fóru norður
um saman við fuglfirðingum,
leirvíkingum og klaksvíkingum.
Teir róðu umborð at seta í gongd,
løgdu at keiini at taka stampar,
hildu norður um komu aftur
við stampunum og fóru síðan
suður um Boðar til Haraldsen
í Fuglafirði at avreiða. Síðan
lá leiðin norður aftur til Oynd
arfjarðar, fortøjaðu bátarnar,
svóvu nakrar tímar og síðan
avstað aftur. Ein ógvuliga tungur
vinnuligur vegur. Nú skuldi ein
hildið at vegasambandið fór at
bøta upp á hetta. Tað gjørdi hann
ikki. Fiskur varð ikki lagdur upp
á land, nú hann kundi koyrast til
eitt flakavirkið í nánd. Bátarnir
sigldu framvegis suður um Boðar
tey fyrstu árini og menning hendi
ongin. Góð 10 ár seinni varð
farið undir at gera eina havn, og
tá vóru menn alvísir í, at nú fór
bygdin at mennast. Havnin kom
í 1982 og skjótt stóðu ikki færri
enn trý virkir á havnalagnum. Øll
hesi virkini hava ligið steinoyðin
seinastu mongu árini. Okkurt
hissini virksemi hevur verið,
men tað hevur onga mettu givið.
Í dag sær støðan soleiðis út.
Har er einans ein bátur í drift,
ein goggubátur, sum fiskar
agn til aðrar og bestemt ikki til
oyndfirðingar. Oyndfirðingar
hava minst líka góðar møguleikar
fyri útróðri sum klaksvíkingar,
hóast tað, so liggur hendan flotta
havnin, sum kann hýsa bátum í
øllum veðri oyðin og deyð. Tað
var nógv meira lív í, tá bátarnir
lógu við teym á sandgrynnuni,
hví er hetta soleiðis.
Eg veit ikki um næstu regl
urnar ræða klaksvíkingar, tað
áttu tær at gjørt. Oyndfirðingar
fáa vegin í 1968 júst um tað
mundið tá ið demokratiska
vælevnið í USA, Robert
Kennedy verður myrdur og
somuleiðis mannarættinda
stríðsmaðurin Martin Luther
King, og heimurin uttanfyri
letir seg upp og heimurin letir
seg upp fyri bygdini.. Teir
ungu, sum skuldu tikið við eftir
teimum eldru at søkja sjógvin
hóma nýggjar møguleikar á
meginøkinum. Á Skála stendur
Onki verður sum fyrr aftaná
rithøvundur
Jústinus Leivsson
Eidesgaard