Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 -28. apríl 2006 21 Norðoyatunnilin ein stór skipa­smiðja, sum lokkar ung­linga r í læru. Teir sígg ja størri í einari fastari inntøku á einum stórum arbeiðsplássi, enn at ligg ja og gronast millum stampar norður úr Eiðiskolli í illveðri og ag naskræpu. Teir hóma møguleikar fyri at fara víðari, á maskinmeistaraskúla, til installatør, og aðrar hand­ verksútbúgvinga r við yvir­ bygningi. Nógv arbeiðspláss eru í Eysturoynni og hesi draga oyndfirðinga r frá stamp­ unum og í trygg og fjálg størv. Fiskivinnan verður drenað fyri arbeiðsmegi, sum verður sogin inn á meginøkið. Fólk fáa eisini eyguni upp fyri útbúgvingum á lærdum skúlum. Tey sígg ja, nú tey koma av bygd, at tey við útbúgving koma lættari til krónurnar enn tey ið bert hava tímalønina at halla seg til. Fleiri fara í framhaldsdeildina á Strond­ um og síðan víðari til Havnar og út í heim. Tá íð tey koma aftur, er ikki pláss fyri teirra størvum í heimbygdini, undirritaði endaði í Hoyvík, og eri nú komin norðuraftur, umvegis Hellurnar, nú eg eri givin at jakstra nýgg jheitir og havi sett meg niður sum rithøvundur ein part av árinum. Sova klaksvíkinga r í tíman­ um, so fer júst tað sama at henda í Klaksvík um nøkur ár, sum er hent í Oyndarfirði seinastu 38 árini. Eg haldi, at samanberingin er í lag i, tí til amerikanska forsetavalið kunnu teir rokna út eftir undanvalum í teimum smæstu statunum hvussu saml­ aða valúrslitið verður. Svarti pensilin hvítnar Nú var onga ntið ætlanin at taka breiða svarta pensilin fram og køva alla vón hjá norðoyingum henda hátíðar­ dag , og tað er heldur ongin grund til, tí seigg ið er teim­um innan Klakk. Eg haldi meg hava førleikan til at út­tala meg um hetta, tí eg havi einki annað gjørt sein­astu trý árini enn at kanna handilssøguna hjá klaks­ vík­­ingum í samband við mítt ævi­søgu­ verk um Kaj Johannesen, og hon er ein sólsøga og eitt eindømi í Føroyum. Síðan Klaksvíkin tók at mennast eftir at eina­­hand­ilin varð avtikin mið­­skeiðis í 19. øld hevur verið arbeiði og menning í Klaksvík uttan slit. Har hava altíð búð slóðarar, sum hava duga ð at funnið nýgg jar leiðir. Tað eru so nógvir aðrir enn Kjølbro, sum hava roynt seg, hóast hann varð so nógv tann størsti. Summir hava riðið á skeiva hestinum og eru ikki hóraðir undan, aðrir hava megnað at ført virksemið við arbeiði til nógvar hendur víðari í mong ár. Og tað er framvegis nógv fólk í Klaksvík, sum hava rygg og evni.Tað er tó skjott at missa fótafestið í hesum tíðum við alheimsgerð og miðstaðarsavnan. Ein vísur amerikanari hev­ur sag t hesi siga ndi orðini: “Um eg geri sum eg altíð havi gjørt, so verður tað sum tað altíð hevur verið.” At alt verður sum tað altíð hevur verið er tað sama sum afturgongd, tí onki stendur í stað, hvørki lív ella nakað annað. Sjálvt lívið gongur bara frameftir við kós móti deyðanum. Eg hoyrdi herfyri ein klaks­ víking siga nakað soleiðis: “Lat okkum taka okkum av fiskinum og lat so hinar (teir á meginøkinum) taka sær av hinum.” Hetta er ein ikki serliga vitug útsøgn. Fiskur sum vinna er bara í lag i so leingi hon gevur penga r, nógvar penga r, ikki bara at hóra undan. Gevur fiskur ikki penga r, so má ein finna upp á okkurt annað. Tað er ongin lóg sum sigur, at alt virksemið í Klaksvík skal snúgva seg um fisk, beinleiðis ella óbeinleiðis. Eg siti í hesum døgum á Hellunum og skrivi eina bók um tíð mína í Singa pore 1996- 1999. Hon kemur út í heyst. Arbeiðstittulin er “900 daga r í Lee Kuan Yew´s Singa pore” Lee Kuan Yew hevur brúkt alt sítt lív til at reisa Singa pore frá einum fátækum malayiskum býi til ein heimsins fjórríkasta samfelag , roknað eftir inn­tøku pr. íbúgva. Hann hevur sitið í 27 ár sum for­sætis­ráðharri. Eg eri bergtikin av hesum gløgga manni. Tá ið Singa pore fekk sjálvstýri í 1965, ella rættari varð tveitt út úr Malaysia, stóð Lee Kuan Yew og hansara flokkur einsamallur við ein­ari millión fátækum kinsear­ um og eitt sindur av øðrum fólki. Tey fingu mett­una av smáhandli og av arbeiði í gummiplantag um. Í dag eru trígg jar milliónir íbúgvar í Singa pore, gummi­plantag urnar eru horvnar og stórur partur av fólkinum í Singa pore livir av at framleiða og menna hátøkni. Ein fittur partur livir av penga virkseminum í býnum. Hetta er slett ikki náttúligt virksemi fyri fólkið í Singa pore, men tey vóru noydd at ga nga nýgg jar leiðir, neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Hvussu bar alt hetta til. Lee Kuan Yew og hansara menn hugsaðu onga ntíð, at vit kunnu einki, tí teir á meginøkinum eru dugnaliga ri. Teir hugsaðu heldur, vit vilja verða minst líka dugnaligir og allar­ helst enn dugnaliga ri enn okkara kappinga rneytar. Og kappinga rneytarnir eru serliga Japan, Hongkong, Suðurkorea og Taiwan. Í dag Kina rættuliga komið við í kappingina. Uppskriftin hjá Lee Kuan Yew er einføld. Lat okkum skapa fortreytirnar fyri út­lendskum fyritøkum, at og sannføra tær um, at tað er rætt at flyta teirra virksemi til okkum og lat okkum arbeiða hart. Hendan uppskrift hev­ur virkað fyrimyndarliga fram til denna dag og kundi verið ein fyrimynd hjá Klaksvík. Vónandi fer Norðoyartunnilin at for­ skrekkja norðoyinga r so­mikið, at teir fara at gera alt fyri at skapa virksemi í Norðoygg jum og hetta virksemi nýtist ikki bara at vera fiskur. Ongin spyr hvar penga rnir koma frá í reiðiligum arbeiði. Tað er ikki óhugsandi at tey fara at sita norðuri á Viðareiði og menna telduskipanir til útflutnings, ella menna hátøkni á Norðtoftum. Og verðurfrøðilig tøkni sum vindmátarar kundi bæði verði samlað og royndarkoyrd í Norðdepli og í Hvannasundi, og sjálvandi við eini deild í Klaksvík til regnmátarar. Gentøkni í Svínoy, hví ikki? Drúgva og eydnusama handilssøga n í Klaksvík hevur prógvað, at krút er í klaksvíkingum, nú mugu teir brúka ein part av hesum krútinum , so teir ikki hvørva í meginøkinum. At enda má eg ikki gloyma Jógvan við Keldu. Eg við­ga ngi tað bart út. Hann er nógv meira framskygdur maður enn eg sjálvur. Stóð tað til mín, so hevði neyvan nakar tunnil verður skotin í gjøgnum í dag . Eg helt Jógvan við Keldu verða óðan í høvdinum, tá íð hann sum tann allarfyrsti alment fór at tosa um fast samband undir Leirvíksfjørð. Í dag sígg i eg, at eg fór skeivur í mínum afturhaldni, og Jógvan við Keldu hevði rætt, hóast hann bæði varð spottaður og niðurgjørdur fyri sínar krystallkláru framtíðarvisiónir, tá íð hann kom fram við teimum fyri mongum árum síðan. Hetta er størsta politiska avrik Jógvan við Keldu hevur framt, hóast hann fekk fylgi seinni, tá ið fólk sóu, at ætlanin var gjørlig. Tillukku Jógvan við Keldu, tillukku allir norðoyinga r.