Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 82 -28. apríl 2006 Í allari framtíð verður tað bara í søguligum baksýni, at tosað fer at verða um ferðir við ferðabátum og skipum, sum høvdu tað til felags, at tey sigldu um Galvin SAMBANDIÐ UM FJØRÐIN Jóannes Hansen Fyri nøkrum árum síðani tók ein av fryntligu buss­førar­ unum hjá bygdarleiðum í Eysturoy til, at tað gjørdi akkurát tað sama. Tá ið hann kallaði á Dúgvuna og spurdi, hvar teir vóru staddir, so var svarið altíð á Galvinum. Galvurin er sunnari endin á Kalsoy. Ein stórur part­ur av hálva tímanum á Leir­ víksfjarðarleiðini er í sam­ bandi við Galvin. Nú koma vit yvir móti Galvinum, nú eru vit á Galvinum, og nú fara vit av Galvinum. Teir umborð á Dúgvuni góvu buss­føraranum røtt boð. Galvurin er tiltikið seiða­ pláss, sum bæði leirvíkingar og klaksvíkingar og so mong onnur eisini hava troytt. So­leiðis fer tað sjálvsagt eisini at vera í framtíðini. Men hjá okkum, sum eru ferðafólk á farleiðini til og úr Klaksvík, er Galvurin søga. Ferðirnar um Galvin verða nú nostalgi. Í morgun klokkan 9.30 fór eg síðstu ferð av Leirvík við Dúgvuni. Eina ferð seint í annað kvøld fari eg til hús aftur undir fjørðinum. Ta ferðina fara vit, tá ið vit gera av at fara. Nú er liðugt við at tosa um kvøldtúrar og morguntúrar og at peila av, hvussu tað stendur til í køini á Stongunum! Seinastu átjan árini havi eg ferðast regluliga henda vegin í arbeiðsørindum, og í barnaárunum í Klaksvík og ungdómsárini, tá ið skúla­gongdin var í Havnini, varð so mong ferðin gjørd um fjørðin og framvið Galv­inum. Viðhvørt hevur hann verið kaldur og hvítari undirtroyggjan hevur verið smoygt heilt oman. Av og á hevur hann goymt seg í toku, og ofta hevur hann verið so væl vitjaður, at hann næstan hevur verið fjaldur í fuglameingi. Gestirnir hava lagt ikki so lítið eftir seg, og sum tað er liðið út á summarið, hevur hann verið grønur og harvið góður fyri seyðin. Soleiðis hava vit eygleitt hann, tá ið vit hava ferðast um fjørðin. Nú er tað søga at spenna frá umborð á ferða­ skipunum og at hitta fólk, sum tú sjáldan annars hevur komið á tal við. Eingin harm­ast um, at tað nú ber til leypa túrin á sjónum um. Men tað sigur seg sjálvt, at tað fer at verða saknur í góðu løtunum, tá ið so lítið annað gjørdist enn at eygleiða náttúruna og at práta. At tosa um og eygleiða vind og ætt, sjóvarfall, fuglalív, harur, tað sum rørist í sjónum, rætt­ina hjá Gøtu Trónda, seyð­in og lívið í haganum, tá ið lombini koma, tá ið teir ganga fjøllini á vári, sumri og heysti, hvussu seyðurin hevur tað, tá ið tað er kavi og so mangt annað í náttúruni, sum hevur verið eygleitt, tá ið skipini á veg millum Leir­ vík og Klaksvík eru farin framvið Galvinum. Lagalig farleið At sigla millum Klaksvík og Leirvík hevur ongantíð verið roknað sum vandasigling. Tá ið streymurin hevur verið harður, og vindurin hevur verið nógvur, og tað hevur rikið upp í ættina, hevur tað onkuntíð verið eitt sindur ófriðarligt. Tað hevur eisini valdast um, hvussu lagaligir teir hava verið, sum hava staðið við róðrið. Teir hava allir verið skilagóðir, og tá ið eg av og á havi vitjað á brúnni, hevur heftið, sum Eirikur Justinussen gav út, og sum sigur alt um um­støð­ urnar og viðurskiftini í Leir­víksfirði, verið at sæð. Har hava skilamenninir havt møguleika at staðfesta tað, sum teir ivaleyst longu frammanundan hava vitað um Andøvsíðu, Haga­leiti­ síðu og Hálsíðu og um aftur­ undirgerðir og streingir. Teir hava við góðum hegni og umhugsni fyri teimum ferðandi og farminum farið so lagaliga um fjørðin, sum tað hevur borið til. Menningin í samferðsluni hevur bast so mongum streingi og boða, sum tey ferðandi annars hava stúrt fyri. Sandoyingar plagdu at tosa um Kirkjubønes. Tað krússaði Gamla rætt av. Vágafólk plagdu tann tíð tað var at tosa um Vágafjørð, sum ikki altíð var so tespiligur umborð á Vesturleið. Hann fintaði Oyggjarvegurin og farleiðin um Vestmannasund burtur. Hjá teimum, sum ferðað­ ust úr Klaksvík og norður og eystur um, var tað Múl­ in, sum tað varð vónað at sleppa snikkaleysur um. Síðst í seksti árunum, tá ið tunlarnir norður um fjall gjørdust til veruleika, varð ferðafólkasiglingin um Múl­ an søga. Hestfirði, Skopunarfirði, Skúvoyarfirði, Dímunarfirði og Suðuroyarfirði slepst ikki undan. Men kanska verður tað ikki so leingi afturat, at tað fer at verða neyðugt at sigla um teir. Vit liggja so langt burtur frá øllum øðrum, at tað ræður um at arbeiða fram ímóti at gera okkara lítla land so stórt, sum tað ber til. Nakrar av allarbestu íløgunum, sum eru gjørdar, eru tær í samferðslukervið, og soleiðis fer tað eisini at vera í framtíðini. Hjá ferðafólkum at sleppa undan Fugloyarfirði, Svín­ oyarfirði, Kalsoyarfirði, Nóls­ oyarfirði og Mykinesfirði verður neyvan aktuelt nógvu tey næstu árini. Men so eiga umstøðurnar at ferðast á hesum leiðum at verða gjørdar so góðar, sum tað ber til. Svínoyingar og fugloyingar ferðast framvegis við Másan­ um, sum hevur tænt teimum síðani 1959, tá ið hann varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. Tað er í fáum ella ongum førum, at vit finna okkum í at nýta fram ímóti hálvt hundrað ára gomul íløt. Kalsoyingar hildu út og sigldu við 80 ára gomlu Barsskor. Teimum verður væl unnt at hava fingið Sam. Tað er eins burturvið, at Másin framvegis skal sigla til Svínoyar og Fugloyar, sum tað hevði havt verið, um vit koyrdu í 47 ára gomlum bussum og bilum! Nátúrligt samband Í søguligum høpi plagar at verða tikið til, at vatnið bant saman. Tað vóru fjøll og tættir skógir, sum skiltu sundur. At ferðast á sjónum var ómakaleysari. Upp um fjøllini var neyðugt at ganga. Á sjónum bar til at sita stillur, meðan vind­urin og seglið hjálptu til at gera arbeiðið. Hetta sam­an við sannroyndini at virksemið í Klaksvík, sum hevði við sjógvin at gera, var so ógvu­liga stórt fyrra partin av farnu øld, áðrenn Eyst­ uroyggin kom fyri seg, vóru orsøkirnar til, at sambandið millum Klaksvík og eystara partin av Eysturoy var størri, enn sambandið hjá eysturbygdunum í Eysturoy var við restina av oynni. Har vóru tað fjøllini, sum vóru forðingin fyri sam­band­in­ um. Tætta sambandið millum bygdirnar í Eysturoy og Klaks­vík hevði við sær, at nógvir eysturoyingar bú­­­sett­ust í Klaksvík, tá ið fólka­­talið í Klaksvík fór at vaksa í millum krígs­tíð­ ini og eksploderaði tíggju ára skeiðið eftir 2. heims­ bardaga. Nú eru flestu av hesum tilflytarunum farnir. Eftir­ komararnir hjá teimum, sum umframt við sínum egna navni eisini høvdu navnið á heimbygdini knýtt afturat sær, eru klaksvíkingar. Mill­ um teirra vóru Eiðis Jóhan og Eiðis Jóhannes, Sámal í Leirvík, Olivur í Gøtu og soleiðis kundu vit hildið á. Inntil í seksti árunum var Eysturoy eyðkend av at vera myndað av smábygdum, sum á ongan hátt høvdu sama sambandið við granna­ bygdirnar, sum tær hava tað í dag. Umstøðurnar vóru ikki til tað. Vegirnir vóru ikki so nógvir, teir vóru smælir og vánaligir, onkrir teirra vóru vandamiklir, og bilarnir vóru heilt fáir. Tá ið tey eystantil í Eystur­ oy skuldu gera ørindi avbygd, so lá tað ræðið fyri at fara til Klaksvíkar við Polaris og Barsskor, sum Hugo Gardar røkti siglingina úr Klaksvík og í Eysturoynna við, ella við Britons Pride, ið eina ferð um vikuna sigldi norður í Eysturoynna. Frá 1961 og nógvu tey næstu árini varð tað roknað at vera stásiligt samband eina ferð um vikuna at hava møguleikan at fara úr Gøtu og til Klaksvíkar. Sjúkrahúsið í Klaksvík var sjúkrahúsið hjá eyst­ur­ oyingum. Nógvir eyst­ur­ oyingar gingu í fram­halds­ skúla í Klaksvík, og teir vóru fleiri, sum komu úr Eysturoy og í handverkaralæru í Klaks­ vík. Tá ið stóru samferðslu­ íløgurnar vórðu gjørdar í Eyst­ur­oy, og tá ið bilur um somu tíð kom í so at siga hvørt hús, broyttist mynstrið. Eysturoy gjørdist región ella samlað økið í staðin fyri ein rúgva av smáum bygdarsamfeløgum. Harvið bar til hjá oynni so at siga at liva av sær sjálvari. Tænasturnar, handilslívið og mentanarlívið mentust. Møguleikarnir fyri at ferðast aftur og fram øktust, og har­ við bar tað til at búseta seg í einum staði, uttan at arbeiðið nýttist at vera í sama plássi. Tað er týdningarmikil part­ ur av fyritreytunum fyri vøkstr­inum, sum hevur verið sein­astu hálvu øldina í Eyst­ ur­oy. Forðing og samband Saman við samferðsluútbygg­ ingunum og økta bilatalinum gjørdist Leirvíksfjørður, sum hevði verið nátúrligt samband, nú forðing fyri, at samskiftið millum eystara part av Eysturoy og Klaksvík mentist. Tað gjørdist ómakaleysari hjá eysturoyingum at venda sær vestureftir og suðureftir heldur enn eystureftir og norðureftir. Skálafjørðurin hevur seinastu hálvu øldina verið fyri veldugari menning, og tunnilin millum Fjarða, brúgvin um Streymin, góðu vegirnir suður eftir Streymoy og Kollfjarðartunnilin gjørdu tað mangar ferðir lagaligari at ferðast til høvuðsstaðin. Eysturoy gjørdist uppland hjá Havnini. Klaksvíkingum og norð­ oyingum dámdi altíð betri at ferðast beinleiðis til Havnar. At fara yvir land, sum tað varð tikið til, varð bara gjørt, tá ið veðrið var heilt vánaligt, ella tá ið beinleiðis farturin ikki var tøkur. Ikki minst eftir at gamla Mols ferjan undir navninum Smyril í 1975 kom til Føroya og fleiri ferðir um vikuna fór at sigla millum Klaksvík og Havnina. Hóast vatnið skilti, og hóast nøs­in hjá eysturoyingum vendi alt meiri mótsatta vegin, so hevur tað seinastu tredivu árini verið soleiðis, at summar menningar hava styrkt um sambandið tvørtur um Leirvíksfjørð. Ser­liga menningin á miðnáms­skúla­ økinum hevur verið við til at kveikt nýggj sambond mill­um Norðoyggjar og Eys­­tur­oy. Tá ið HF skeiðið í Klaks­ vík sá dagsins ljós í 1974, var hetta saman við HF skeið­num í Suðuroy fyrsti møgu­leikin at nema sær mið­ náms­útbúgving uttan fyri høvuðsstaðin. Fleiri eystur­ oyingar gingu fyrstu árini í HF skúlanum í Klaksvík. Tá vóru ferðamøguleikarnir Nú fer Galvurin í søguna Galvurin í logn