fríggjadagur 28. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 -28. apríl 2006
23
ikki so góðir og álítandi, at
tað var hugsningur um at
búgva hinumegin fjørðin.
Næmingarnir komu til Klaks
víkar mánamorgun og fóru
til hús aftur fríggjakvøld.
Í 1980 var deild av HF
skeiðnum í Klaksvík sett
á stovn við Gøtugjógv. Í
1982 vórðu fyrstu studenta
skúlanæmingarnir tiknir inn
á nýstovnaða studentaskúlan
í Eysturoy. Upptøkuøkið
var Norðoyggjar, Eysturoy
og Streymoy suður til Hós
víkar.
Ternan varð sett í sigling
um Leirvíksfjørð á sumri í
1980. Hetta skipið saman
við bygdarleiðum vóru
týdningnarmikil grundarlag
undir skúlanum, sum í nýggj
ari tíð hevur verið orsøkin
til styrkt samband millum
Eysturoy og Norðoyggjar
á skúlaøkinum. Seinni
hava eisini Handilsskúlin
á Kambsdali og Tekniski
skúlin í Klaksvík verið við
til at røkt hesa uppgávuna.
Ungdómarnir, sum hava
ferðast aftur og fram um
Galvin, hava verið nógvir.
Nýggj sambond eru kveikt,
og um tað ikki hevði verið
orsaka av forðingini, sum
fjørðurin hevur verið, so
hevði sambandið sæst aftur í
uppaftur meiri virksemi, enn
tað hóast alt hevur verið.
Neyðin hevur verið at
leggja alt til rættis eftir
samferðsluni. Síðsti túrtur
úr Klaksvík hevur seinastu
árini verið klokkan 22.15, og
síðsti túrur hevur verið av
Leirvík klokkan 23.00. Nú
verður ikki neyðugt at hugsa
í klokkutíðum. Tað er ikki
neyðugt at trýsta eitt sindur
eyka á naglan fyri at røkka
ásetta tímanum. Vit fara
undir ferðina, tá ið vit eru
klár, og vit fara til hús aftur,
tá ið vit eru liðug. Eisini
jóladag, nýggjársdag, langa
fríggjadag og páskadag, tá
ið tað annars hevur verið
steindeytt á almennu farleið
ini um Leirvíksfjørð.
Bilferjurnar
Politiski
myndugleikin
royndi leingi at kroysta norð
oyingar at ferðast yvir land.
So leingi sum ferðamaðurin
kendi beinleiðis sambandið
vera ómakaleysari rein
almenna trýstið ikki við.
Íløgurnar í beinleiðis sam
bandið vóru í áttati árunum
væl minni, enn tær vóru í
farleiðina yvir land, og nú
eru tað longu nógv ár síðani,
at valið ímillum at ferðast
beinleiðis og yvirland
hvarv. Harvið datt hugtakið
at ferðast yvir land eisini
burtur.
Dúgvan er síðsta skipið,
sum røkir farleiðina millum
Klaksvík og Leirvík. Hon
er eitt av størstu førunum,
sum hevur siglt millum
Klaksvík og Eysturoy. Síðst
í áttati árunum vóru Smyril
og Teistin onkur stutt skifti
avloysaraskip. Tá varð siglt
millum Klaksvík og Gøtu.
Plássið var nógv, og talið
á ferðafólkum og bilum
eksploderaði. Niðurbundna
potentialið kom til sjóndar.
Ongum nýttist at setast aftur,
tí hann fokuseraði upp á
møguleikan, at tað ikki fór
at verða pláss, tá ið farast
skuldi hin vegin aftur.
Soleiðis var tað eisini,
tá ið esturlendska Scania
onkur skifti loysti av. Tá varð
fyri tað mesta siglt millum
Klaksvík og Fuglafjørð.
Ikki so galið skip, men tað
kendist meiri heimligt, tá ið
Dúgvan aftur var at síggja.
Norðoyingar høvdu eitt
sindur ilt við at taka Dúgv
una til sín. Hon var ætlað
farleiðini millum Skálafjørð
in og Havnina, og har var hon
nógv avhildin. Ferðafólkini
norðan fyri vildu leingi
heldur hava Ternuna. Men
so við og við vann Dúgvan.
Tað var so rímuligt. Umborð
á henni rúmaðust væl fleiri
bilar enn umborð á Tern
uni, og umstøðurnar hjá
ferðafólkunum hava verið
munandi betri umborð á
Dúgvuni, enn tær hava
verið umborð á Ternuni, og
so hevur tað sjálvandi havt
alstóran týdning, at Dúgvan
skikkar sær so nógv betri,
enn Ternan hevur gjørt tað.
Ternan er einasta skipið,
sum er teknað og smíðað
við tí endamáli at røkja
siglingina um Leirvíksfjørð.
Hon varð smíðað á Tórs
havnar skipasmiðju, og hon
var liðug í 1980. Nú ferð
irnar um Leirvíksfjørð av
álvara eru farnar at ganga
undan, hevur ein partur av
prátinum á ferðini til og á
og av Galvinum snúð seg
um, hvussu lítið tað varð
ætlað til, tá ið Ternan fyri
27 árum síðani varð bygt,
og tað varð roknað við, at
hon í mong ár skuldi røkja
siglingina millum Eysturoy
og Klaksvík. Hon hevur verið
ov stutt, og hon hevur verið
ov smøl. Havnarumstøðurnar
í Leirvík, sum tær vóru fyri
meiri enn fjórðings øld
síðani, mundu telja nógv, tá
ið tekningin varð góðkend,
hevur tað verið breið semja
um umborð.
Tað var valár, tá ið Ternan
varð sett í sigling, men tað
varð neyvan tilætlað, at
hon gjørdist so hent valagn.
Hon fór í sigling á sumri. Av
røttum skuldi løgtingsvalið
ikki verið fyrrenn í 1982,
men samgongan skrædnaði
og so var val í november í
1980 – í ótíð.
Fyrra Ternan kom í 1970.
Løgtingsval var eisini í
1970, og Ternan, sum framm
anundan hevði itið Wiking
og hevði siglt millum Bruns
büttel og Cuxhaven við
munnan á Elben, kom til
landið sjálvan valdagin, sum
var 7. november. Tað mundi
neyvan vera púra ótilvitað!
Tá ið byrjað
varð í smáum
Inntil 1908 var allur flutningur
við ferðafólki, posti og
farmi um Leirvíksfjørð við
árabátum og harvið ikki
formliga skipaður. Hetta
árið keypti postmaðurin
í Fuglafirði, Hans Jacob
Petersen, tveir deksbátar.
Annar teirra, Alma, sigldi
við posti, ferðafólki og farmi
millum Fuglafjørð, Leirvík
og Klaksvík.
Í 1935 yvirtók J. F. Kjøl
bro siglingina millum Fugla
fjørð, Leirvík og Klaksvík.
Kjølbro røkti hesa siglingina
við Britons Pride, sum eisini
sigldi millum Klaksvík og
Havnina.
Hugo Gardar í Klaksvík
og partafelagið hjá honum
røktu í mong ár sigling um
Leirvíksfjørð. Hugo átti
deksbátin Polaris og seinni
eisini Barsskor. Teir sigldu
úr Klaksvík og norður í
Kalsoy og Kunoy og eisini til
Leirvíkar og longur norður
í oynna. Hugo Gardar nýtti
fyrrapartin av seksti árunum
Britons Pride á farleiðini um
Leirvíksfjørð. Í 1967 keypti
Hugo Gardar Vesturleið,
sum hevði siglt úr Vágum
og til Havnar. Vestsurleið
var upprunaliga fiskiskip og
bygt í 1945. Hugo Gardar
gav Vesturleið nýtt navn. Tað
var Gardar (eftir pápanum),
og hetta skipið sigldi um
Leirvíksfjørð fram til síðst
í 1970, tá ið Ternan kom.
Landið keypti Gardar, og
harvið var leikluturin hjá pf.
Hugo Gardar í siglingini um
Leirvíksfjørð liðugur.
Bilarnir og trygdin
Við nútíðar eygum kennist
tað heilt ófatuligt, at tað skal
hava borið til at siglt um
Leirvíksfjørð við bátum og
skipum, sum ikki vóru ætlað
til bilflutning.
Bilarnir vóru fáir, og
vegirnir vóru vánaligir.
Á dekkinum á Pride, sum
sigldi millum Klaksvík
og Havnina bar til at hava
tveir ella kanska tríggjar
bilar standandi, tá ið ættin
var góð. Smyril, sum varð
bygdur í 1967 á Tórshavnar
skipasmiðju, sigldi eitt sindur
til Klaksvíkar. Har kundu
kanska fýra bilar hivast
umborð. Størri bilar og akfør
vórðu flutt við Tjaldrinum
og kanska onkrum sandbáti,
tá ið veðrið var gott.
Ternan, sum kom 7.
november í 1970, var orsøk
til rættuligt frambrot í bil
flutninginum. Í oktober
1967 var Tróndur settur í
sigling millum Havnina
og Skálafjørðin. Hetta var
bilferja. Ternan rúmaði
fimtan bilum. Kapasiteturin
var harvið fimmfaldaður!
Rampur vóru ikki í Leirvík
og
Klaksvík.
Bilarnir
vórðu hivaðir umborð og í
land, meðan ferjulegur við
rampum vórðu gjørdar.
Meðan teir arbeiddu í Leir
vík, sigldi Ternan til Fugla
firðar.
Nútíðin
undrast
um
hvussu ólagaligt sambandið
var, hóast talan var um
stóran framburð fyri 36
árum síðani. Ferðafólkini
fegnaðust um framburðin,
og manningarnar gjørdu alt
tað, sum teir vóru mentir fyri
at fáa tað at glíða.
Fyri einum ættarliði síðani
bar so mangt til, sum ikki
ber til í dag. Tað eru so mong
dømi um hetta. Bygningar,
sum fólk og fæ hevur verið
í hvønn einasta dag, verða
brádliga avgyrdir, og menn
fara í serligum búnum og
við snorkli og fløskum inn
at taka asbestplátur burtur.
Eftir at børn hava spælt púra
vanliga í túnum og á teigum
so at siga altíð, verða økir
gyrd av, og serligar maskinur
og seramboð verða nýtt at
grava mold, sand og eyr burt
ur, tí undirlendið er dálkað.
Stabiliteturin á sjónum
hevur verið í fokus seinnu
árini. Ternan frá 1970 rúmaði
fimtan bilum, og teir royndu
at stúva fyri at bíðitíðin
skuldi vera sum minst. Tá
ið Ternan sang svanasong
í Skálafjarðarsiglingini var
ikki loyvt at hava ein tann
einasta bil á dekkinum.
Portrið á hesi Ternuni var
soleiðis, at tað varð latið
upp so at siga inn í skipið.
Tá ið skipið var væl stúvað
við bilum, sigldi Ternan um
fjørðin við opnum portri!
Tað bar væl til, og alt gekk
væl. Men tað, sum bar til fyri
stórum tredivu árum síðani,
ber ikki til longur. Krøvini
eru mangar ferðir strangari,
og kortini kemur tað kanska
oftari fyri nú, enn tað gjørdi,
tá ið krøvini vóru linari, at
óhapp koma fyri.
Ímyndirnar
Tá ið Britons Pride fór at
sigla um Leirvíksfjørð, og tá
ið bátarnir hjá Hugo Gardar
røktu siglingina, vóru tað
klaksvíkingar, sum mannaðu
skip og bátar. Hesi seinnu
árini hava fremmanda fólk
eisini verið í manningini.
Felags fyri øll hevur verið,
at tey hava røkt arbeiðið
samvitskufult og til lítar. Tey
fyrru árini var ein manning,
og teir sigldu allar túrarnar.
Hesi seinnu árini hava mann
ingarnar til hvørt skipið
verið fleiri, og seinastu árini
hava tað støðugt verið tvey
skip á farleiðini.
Andlitini umborð hava
verið nógv. Eingin tekur tað
kortini illa upp, um tað verður
sagt, at tað í eftirkrígstíðini
vóru tveir, sum serliga mynd
aðu farleiðina um Leirvíks
fjørð. Teir báðir vóru systk
inabørn. Jacob Joensen ella
Jákup hjá Jakku á Geilini
førdi Barsskor, og hann
varð stýrimaður á Ternuni.
Skjótur og fryntligur og
beinrakin var hann umborð,
inntil hann var 70 ára gam
alur. Jacob er føddur í 1919.
Ferðirnar hjá honum um
Galvin vóru óteljandi.
Hin er Lindi Gardar. Hann
er sonur Hugo Gardar, sum
leingi hevði ábyrgdina av
farleiðini um Leirvíksfjørð.
Hugo og Jakku á Geilini
vóru brøður. Lindi førdi bæði
fyrru og seinnu Ternuna, sum
hava røkt sambandið um
fjørðin. Hóvligur, sáttligur
og tryggur á brúnni. Lindi,
sum noyddist at leggja frá
sær orsaka av sjúku fyri
fleiri árum síðani, er føddur
í 1936.
Nú verður ikki siglt um
fjørðin og um Galvin. Í
knappliga hundrað ár hevur
skipað ferðsla verið henda
vegin. Tað hevur roynst
væl. Okkurt óhappið hevur
verið, og tað er komið fyri,
at onkur persónur er komin
til skaða, men eingin hevur
mist lívið á hesi farleiðini.
Mest ótespiligi túrurin
mundi tann vera í 1967,
tá ið stór fylling í Leirvík
tók tveir bilar á sjógv. Tað
eydnaðist bilstjóranum at
sleppa úr øðrum bilinum,
áðrenn hann varð tikin útav.
Jacob var á brúnni á Britons
Pride, og við góðum hegni
eydnaðist teimum at fáa hin
mannin úr bilinum og upp
á dekkið.
Spurningurin
er
so,
hvussu tað fer at verða við
trygdini, nú vit, sum ferð
ast norðureftir, bara fara
at hyggja yvir á Galvin,
tá ið vit eru komin úr
Leirvíkstunnlinum,
og
áðrenn farið verður niður í
Norðoyatunnilin. Tað verð
ur sagt, at eingin kom álvars
liga til skaða øll tey árini,
tá ið ferðslan yvir land fór
umvegis Leirvíkslíð. Leir
víkstunnilin varð gjørdur fyri
at betra um trygdina. Hann
hevði ikki verið so leingi
opin, tá ið ferðslan tann
vegin kravdi mannalív!
Vónandi fer tað at eydn
ast væl við farleiðini undir
Leirvíksfirði. Syðradals
menn, sum røkta seyðin,
leirvíkingar og klaksvíkingar
og onnur, sum dyrgja, og
fiskimenn fara framvegis
at heilsa upp á Galvin. Men
hjá ferðafólkum til og úr
Norðoyggjum er sambandið
við Galvin farið í søguna.
Gardar bakkar frá kei á Stongunum í 60'unum
Ternan sum varð sett í sigling í 1970
Ternan hevur sett ferð á úteftir vánni miðskeiðis í 70'unum
Ternan hevur sett ferð á úteftir vánni miðskeiðis í 70'unum