Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 82 -28. apríl 2006 Lag:”Stórhvalagildið!” Teir standa har á Leirvíks- kaj tveir fittir gamlir jassar Teir festa sær í ballini og seta seg á kassar Síðan prátið fer í gongd - um yvirflóð og neyð og svongd Hurlivas í verðini, men her alt loysast kann. So við og við teir nærkast heita evninum á staðnum Teir eru ikki samdir báðir, skilir tú á lagnum Annar heldur uppskot tvey - brúkast kann, men bert av neyð Hin hann heldur tunnil undir bygdini er best. Men prátið skiftir skjótt - nú er tað mest um stóra dagin Tá Ternan siglir síðsta túr av fólk og bilum laðin “Hetta fer at merkjast her - hetta er jú alheimsgerð!” Segði annar Leirvíkingurin og spýtti langt! “Nú kann eg koyra út í Grøv at vitja vinin Óla Um somu leið kann Óli koma her til mín at Bowla! Men Føroya Bjór tó prísin ber - tekur bara eitt korter Leingi livið tunnilin, sum lívið lætt nú ger!” “Og lættari er nú hjá teimum ungu til at fríggja Men bara tey nú ikki til Getshemane øll flýggja Tað verður ikki uttan kamp - tey taka nakran línustamp Tá Klaksvíkin og Havn tey draga hart í hvørt sítt borð!” Teir gomlu sita tonkum í, ja eina góða løtu So sigur annar, sum víst hevði ættarbond úr Gøtu: “Mangt er broytt í míni tíð - Tróndur gamli Gøtu í Hevði vent sær Gjónni í, um hetta alt hann sá!!” RoMBi 2006 lag: Havnarmarsjurin............... Nú brast so fyri nev enn eitt undirsjóvarhol, øll eru nú so spent - eingin hevur longur tol at sjabba meir við Dúgvuni henda lúsa fjørð, :´: nú undir havsins botni skal ferðast ein og hvør:´: Jú, mangur rullutúrur um Klakk og Galvin var, var ættin ei til vildar og ´móti streymi bar, í Leirvík gjørdist vandi, um Dúgvan hon fór tvør, so var at broyta kós og so inn á Fuglafjørð. Men tann, sum fer í holið, ei hevur nakra trygd, at víðari hann sleppur ígjøgnum Leirvíksbygd, tí har skal gerast tunnil og lokarenna við, ein vegur skal í erva og ein skal niðari. Ei undir í um Geytin og Leirvíks Páll ísenn í gravunum sær remba og grísla sínar tenn, at rok skal vera um, hvar ein vegastubbi fer, helst luksustrupulleika teir skíra hetta her. Við hesum stóra bragdi vit styrkja tjóðarbond, nú eystur rætta vestri kann holla frændahond, og kveikjast nýggir tankar og hugsjónir við meir, fer hetta verk at vera til framburð fyri fleir´. Øll forðing er nú burtur og hvør ein leið er gongd, og manni frítt at fara, ei nøkur rás er stongd, tó suðurrásin vantar – tað verður – tað er greitt – eitt ódnartak at taka, men so er landið eitt! Vit ynskja okkum øllum tillukku henda dag, og heilsa hesum nýggja í góðum veitslulag, við sorgblídni vit venda tí gamla, góða bak tað tænti fyri seg – og tað tænti síni sak. NePtuN(2006) Norðoya­ tunnilin! Norðoyatunnilin veruleiki