Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 28. apríl 2006 33 Á Café 45 í Klaksvík er kaffi ikki bara kaffi. Hjúklað verður um hvønn kaffidropa, og til at leggja sær lag á, hevur caféin fingið vitjan av einum sonnum kaffikennara hesar dagarnar Café 45 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Eg eri sjálvur sera kræsin, og fari eg í holt við nakað, skal tað gerast ordliga. Tí visti eg eisini frá byrjan, at Café 45 ikki bara skuldi vera enn ein café, sum allar aðrar, sig­ur Johannes Brandal, sum í morgin letur upp nýggja café í Klaksvík. Og kræsni hjá eigaranum sæst í allar mátar aftur bæði í handfaringini og úr­­val­ inum av kaffisløgum, gest­ ir­nir kunnu vænta sær. Til at tryggja sær at góðskan er í lagi, setti Brandal seg í samband við danska kaff­ i­skennaran Johan Ottosen, sum hesar dagarnar leggur teimum lag á kynstrið at bryggja ein veruligan kopp av kaffi. Sum gott vín - Tíverri eru fólk so von við vánaligt kaffi, at tey vita ikki, hvat tey missa. Kaffi skal vera ein uppliving og ikki bara nakað, tú gongur og sutlar, uttan at geva tær far um detaljurnar, sig­ur Johan Ottosen, sum dag­liga starvast hjá donsku kaff­i­fyr­ itøkuni MoccaBox. Tað er Johan, sum hev­ur staðið fyri at velja kaffi­sløg­ ini, ið verða bryggjað her á Café 45. Og alt bendir á, at her er bara tað allarbesta kaffi nóg gott. Umframt Espresso, Cappuccino og café Latte, sum flestu kaffidrekkarar kenn­ast við, verða trý onn­ ur sløg at velja ímillum hjá kræsnum kaffigómum, Keyna AA, Brasil Santos og China Yunnan. Biður tú um ein kopp av einum av hesum trimum kaffisløgum, verður nýmalnað kaffi bryggjað, með­an tú bíðar, og kann tað sostatt ikki fáast frískari. - Avgerandi loyndarmálið við góðum kaffi er, at tað skal vera bryggjað úr so ný­malnum og nýristaðum bøn­um, sum til ber. Tástani koma allar detaljurnar fram, sum gera ein góðan kopp av kaffi til eina uppliving, av teimum heilt serligu, sigur Johan og leggur afturat, at í so máta er kaffi mest at líkna við kynstrið at kenna gott vín. Ikki sterkt - Men hvussu er? Skal eg ikki bjóða tykkum ein veruligan kopp av kaffi?, spyr Johan, og fer í holt við mala nakr­ar óvanliga vælangandi kaff­i­ bønir. Meðan hann stákast, greiðir hann frá, at tað er ein serliga stór fragd at sleppa at bryggja kaffi við føroyskum vatni hesar dagarnar. - Eg ivist í, um tit vita, hvussu framúr gott tað før­­­oyska vatnið er at bryggja kaffi við. Tað ber stutt sagt ikki til at sam­an­ líkna tað við eitt nú vatn­ ið í Keypmannahavn, har smakkurin av klori, røri og rusti doyvir góða kaffi­sm akkin, sigur hann, og setur nýbryggjaða kaffikoppin á borðið. - Jú, hetta smakkar ó­trú­ liga væl má sigast. Løgi, tí sjálvt um smakkurin mest sum breiðir seg heilt út í fingr­a­spíssarnar, følist tað als ikki sterkt. - Tað er ein stór mis­skilj­ ing, at gott kaffi skal vera so sterkt, at tú helst skalt fáa eitt sindur ilt í búkin av tí. Gott kaffi hevur ein “full­an” smakk, ikki sterkan, sum oftast bara er eitt annað orði fyri beiskt. Og tað skal kaffi undir ongum umstøðum vera, sigur Johan. Góð kaffiráð Nú Café 45 fer at bjóða fólki ein smakk av sonnum kaffikynstri, fer talið av kræsn­um kaffigómum utt­an iva at økjast, er Johan sann­ førdur um. - Tað vísir seg, at hevur tú einaferð roynt veruliga gott kaffi, verður ringt at venda aftur til hálvvánaliga kaffið, vit annars eru von við, sigur Johan, sum tí heldur tað vera hóskandi at geva fólki nøkur góð kaffiráð at halda seg til heima: Vel altíð so nýmalið kaffi, sum møguligt; stoyt ongantíð kókandi vatn á maln­að kaffi - bíða umleið 1 minutt; vaska kannu, trakt og termukannu við upp­vask­i­ evni hvørja ferð. Ein vanligur kaffipakki gev­ur ongantíð bestu kaff­ igóðsku, men fylgir tú hesum ráð­um, verður úrslitið so frægt, tað kann blíva, sigur Johan Umframt serliga úrvalið av kaffi, verða eisini ymsir lættir rættir og køkur at fáa á Café 45, sum letur upp í morgin fyrrapartin. Kaffi skal vera ein uppliving Á Café 45 verður hvør koppur av kaffi bryggjaður frá grundini av úr ráum kaffibønum, høgrumegin, sum síðani verða ristaðar og malnar Nú fáa fólk høvið at síggja nakrar av sermerktu stein­u­ num, sum eru komir und­an kavi, meðan ar­beitt hevur verið í teimum báðum und­ir­ sjóv­ar­tunlunum Steinar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Longu tá byrjað varð at bora fyri Vágatunlinum, fór Edna Einarsson av Skæl­ingi at fregn­ast eftir, um ikki onkr­ir áhugaverdir steinar og kryst­ all­ir mundu fara at koma und­ a­n kavi. Edna hevur altíð havt áhuga fyri sermerktum stei­n­um, og lat tí eitt orð falla til arbeiðsmenninar um at halda eyguni opin – eisini tá farið var undir Norð­­oyatunnilin. Og nú fáa vit onnur so eis­­ini høvi at síggja úrslitið av hesum forvitnisliga sam­­starvi millum Ednu og teir, sum hava verið við í tunn­ilsboringunum. Í Leik­ a­­lund í Klaksvík hevur Ed­na nevniliga skipað ein part av sínum stóra tunn­ils- steinasavnið til eina fram­sýn­ ing, sum er at síggja í vik­u­ skiftinum. Eisini verður ein partur sýndur fram í Føroya Banka í Klaksvík. - Arbeiðsmenninir hava ver­­ið ótrúliga fittir at borið mær steinar líka frá byrjan til enda. Var tað ikki fyri teir, hevði als onki savn av hes­um steinum verið í dag, sigur Edna. Stórfingið Steinarnir eru rættiliga ym­­ is­kir í skapi og liti, men tað er serliga bygnaðurin og sam­­ansetingin av teimum, ið hevur stóra áhugan hjá Ednu. - Í flestu førum hevur tað jú tikið øldir, áðrenn hes­ir sermerktu steinar eru vorð­n­ ir, tað teir eru. Tað gevur jú sjálvt tí minsta av teimum nakað ótrúliga stórfingið yv­­ir sær. Í so máta siga teir allir sína serligu søgu, men fyri meg er tað fyrst og fremst søgan um at teir vór­u funnir undir havsins botni í Føroyum, sum hevur týdning, sigur Edna. Meðan hon hevur savnað steinarnar, hevur Edna ver­ ið í samband við norskar forn­­frøðingar, sum vóru í Før­­oy­um tá boriarbeiðið byrj­­aði. Hesir hava greitt henni frá og givið henni til­­far, sum hon hevur brúkt fyri at greina nærri, hvørjum tilfari steinarnir eru úr, og hvar líknandi steinar hava ver­ið funnir aðrastaðni. Hvat hennara næsta stein­ a­projekt fer at verða, dug­ir Edna ikki rættiliga at siga. Men túrar í haga­num í Føroyum eru altíð á­hug­a­verd­ ir fyri ein stein­a­savn­ara. - Tað ræður bara um at hava eyg­uni opin og geva sær far um tey smáu frábrigdini. So finn­ur tú altíð onkran áhug­a­ verd­an stein, sigur Edna. Steinar við eini søgu Nú ber til at síggja nakrar av sermerktu steinunum, sum komu undan kavi í arbeiðinum við undirsjóvartunlunum