Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 82 - 28. apríl 2006 Broytingarnar í Klaksvík í hesum døgum fær hugin at reika. HUGLEIÐING Símun Absalonsen Nøkur búpláss í Føroyum hava eiði. M.a. Klaksvík, Eiði, Viðareiði, Svínoy, Hvalba og Vágur. Heilt frá landnámstíðini hava slík “eiði” drigið niðursetufólk til sín. Í mongum førum kundi sjógvurin søkjast frá tveimum síðum. Lagaði ættin tað so at brim var øðrumegin eiðið, so kundi tað vera kyrra hinumegin. Tað var ein fyrimunur at hava tvírøddan sjógv, sum tikið varð til. Á Viðareiði og Svínoy kann havið vísa tenn frá báðum síðum, men klaksvíkingurin veit frá barnsbeini av, at Borðoyavík og Vágin eru sera ymiskar av lyndi. Vágin er ikki bundin av kenslulagi náttúrunar. Hon er hin trygga skipahavnin, sum veitir framúr karmar fyri vinnuligum gróðrarlíkindum, uttan at neyðugt hevur verið fyrst at nýtt milliónir til grótkast og brimverju. Tann prúða Kunoyggin stendur sum verja – høg og breið - og bjóðar havalduni av. Øðrvísi er á Borðoyavík, ella á “Víkini”, sum hon ofta verður rópt á stað­ bundn­um máli. Í logn er hon eitt hugtakandi prýði. Ein ótømandi kelda til í­­blástur hjá listafólki, tí Vík­­in kann leika á nógvum streingj­um. Morgunroðin ella vetrarkvøld í mánalýsi. Víkin prýðir. Viðalundin úti í Grøv hevur ikki minkað um alskin til Víkina. Eitt vakurt summarkvøld í Klaksvík er lív á og framvið Víkini – ein dreymaverð fyri ung og eldri. Her við sjóvarmálan bygdu klaks­ vík­ingar svimjihyl fyri øld síðan. Og framvið Hell­ i­s­enda – innast á Víkini – hava ungir klaksvíkingar svom­ið dúgliga. Ein teirra framdi seinni stórt man­dóms­ bragd í svimjing í sam­band við skipsvanlukku. Bjarg­ ing­arbáturin “Ziska” hjá Norð­oya Bjargingarfelag er uppkallað eftir manni, ið átti mangan svimjivørrin framvið Hellisenda. Men tá brimið á Víkini leik­ar er Klaksvík fegin um, at hon eigur Vánna, ið treyðugt letur seg ávirka av náttúrunar lúnsku kreftum. Nólsoyar Páll hevði Vánna í huga tá hann á sinni býtti festið úti á Oyri um við myrkj­anoyrafestið. Hann hevði eisini heimshøvini í huga. Í dag situr floksfelagi mín frá fólkaskúlanum Arc­ h­ibald Black við myrkj­an­oyr­ a­fest­inum. Listamaðurin er eftirkomari Nólsoyar Pálls í 6. liði. “Jeg elsker havet” segði svenska Aina Cederblom, tá hon fyri mansaldri síð­ani avgjørdi, at vevskúli henn­ ara skuldi liggja úti í Grøv. Cederblom kleiv heims­ høvini í lítlum báti, men setti prýðiligan varða eftir seg framvið Víkini. Týdningarmesta flutn­ings­ leið føroyinga frá gamlari tíð var sjógvurin. Sjógvurin knýtti búplássini saman. T. d. vóru Mikladalur og Gjógv “grannabygdir”. Men nú oyggjar og búpláss eru bund­in saman við vegum og tunlum er alt broytt – og í Klaksvík er hetta meira sjón­ ligt enn nakrantíð áður. Vágin var frá gamlari tíð høvuðsdyrnar til Klaksvíkar. At fremmand leitaðu sær til Klaksvíkar eftir Víkini var meira óvanligt, men tað hendi kortini. Klaksvík hevði sjálvandi einar bakdyr, sum serliga svínoyingar og fugloyingar nýttu. “Norður í Vág” ella “Inn í Bø”, eru gomul orðafelli ið nýtt vórðu aðrastaðni, tá farast skuldi til Klaksvíkar. Fyrra orðafelli varð altíð nýtt um høvuðsdyrnar, seinna orð­afelli varð stundum nýtt um bakdyrnar. Tað er ikki øld síðani at plássið fekk navnið Klaksvík. Tað sigst at fremmandir ikki altíð dugdu at skilja ímillum skip­ a­havnirnar “Suðuri í Vági” og “Norðuri í Vági”. Fyri at beina misskiljingar burtur fekk norðara Vágin navnið Klaksvík. 29. apríl 2006 verður ein varði í býarsøguni. Og eftir henda dag verður mangt øðr­ vísi. Høvuðsdyrnar verða flutt­ar har sum bakdyrnar í øldir hava staðið. Víkin og stabb­in á Hellisenda verður nú tað fysta ið gestsins eygað skoðar, tá leita verður til Klaks­víkar. Vakrari móttøku kann Klaksvík neyvan bjóða. Men 29. apríl merkir ikki bert broyting í ferðsluni, men eisini mentanarliga og søguliga. Sjálvur sleit eg barna­skógvarnar Norðuri í Vági og har stóð vøggan. Eg má tí við sorgblídni ásanna, at tíðir broytast. Tá bakdyrnar verða høvuðsdyr Kjakið gekk dúgliga á fund­inum í Eynduni á Oyrarbakka í gjár­kvøldið, ið var fyri kvinnum, sum stillaðu upp til seinasta komm­ unuval. Evnið á fund­ i­num var upp­gáv­u­ býtið millum land og kommu­nu Politikkur Rúna Sivertsen runa@kallnet.fo" runa@ kallnet.fo Nevndin, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setti at arbeiða fyri at økja um kvinnurnar lut í politikki, er framvegis óvirkin. Og nú hevur Politiski kvinn­u­ bólk­urin mist tolið, og hev­ ur gjørt av at fara aftur til verka við eitt nú at skipa fyri evnisfundum. Endamálið við fundunum er at eggja kvinnum at fara upp í politikk og at skipa fyri upplýsandi fundum um politisk viðurskifti. Bólkurin er mannaður við teimum trimum kvinnunum á tingi, umframt umboðum fyri hinar politisku flokk­ar­ nar. Evnið á fundinum í gjárkvøldið var ”Up­p­gáv­u­ být­ið millum land og komm­ unu”. Eyðun Christiansen, ráð­ gevi hjá Føroya Komm­u­n­u­ felag, var fyrstur á skránni. Hann greiddi frá um tann fíggjarliga partin hjá komm­ ununum. Síðani tosaði Ing­ i­bjørg Berg, aðalskrivari hjá Kommunsamskipan Før­oya, um tann politiska part­in. At enda tosaði Jac­ob Vestergaard, lands­ stýrismaður við komm­ unumálum, um komm­ unalpolitisku støð­una og ætlanum við upp­gávu­ být­i­num millum land og kommunur. Orðstýrari á fundinum var Marjun í Kálvalíð. Eftir ein lítlan kaffisteðg var kjak á skránni. Kvinn­ urnar høvdu nógv á hjarta, og kjakið var sera lívligt og áhugavert. Einar 30 – 40 kvinnur vóru á hesum fundinum, sum er tann fyrsti síðani sein­asta kommunuval. Fundurin var ætlaður øll­ um teimum kvinnum, sum stillaðu upp til komm­unu­ valið í 2004. Av teimum 250 uppstillaðu eru 51 valdar og sita í dag í bý- og bygdaráðunum kring landið. Seks av teimum eru borgarstjórar. Politiski kvinnubólkurin sá dags­ins ljós eftir eitt seminar á Hotel Føroyum í september mán­aða fyrrárið. Semanrið var fyri kvinnuligar tinglimir í útnorðurlondum, og var tað fyrsta av sínum slagi. Í tilráðinging hjá Út­norð­ ur­ráð­num í 1999 varð sam­ tykt at styrkja tað kvinn­u­ pol­itiska samstarvið. Hetta skuldi gerast við at halda regluligar evnisfundir fyri kvinn­uligar tinglimir og øðr­um, sum arbeiða við javn­støðu. Samtykt varð, at kvinnuseminar skuldu halda­­st annað hvørt ár, og ver­ð­ur næsta seminarið í Grønlandið fyrst í juni mán­ að í ár. Politiski kvinnubólkurin ætlar at skipa fyri fleiri slík­ um fundum. Eitt av evnunum verður nýggja vallógin. Næsti fundur verður tíðliga og heyst, og verður hann fyri øllum kvinnum, sum hava áhuga. Politiski kvinnubólkurin mist tolið Evnið á fundinum á Oyrarbakka í gjárkvøldið var ”Uppgávubýtið millum land og kommunu”. Kvinnurnar høvdu nógv á hjarta, og kjakið var bæði lívligt og áhugavert Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við kommunumálum, Eyðun Christiansen, ráðgevi hjá Føroya Kommunufelag og Ingibjørg Berg, aðalskrivari hjá Kommunsamskipan Føroya