fríggjadagur 28. apríl 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 82 - 28. apríl 2006 ]
Tað verður roknað
við, at ósigraða KÍ fer
at hava heilt nógvar
áskoðarar við sær út
á Svangaskarð, har
heimaliðið leingist
eftir størri úrtøku
B68-KÍ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltshugaðir klaks-
víkingar eru í góðum hýri.
Teirra lið er tað einasta,
sum higartil ikki hevur
tapt í landskappingini,
og sunnudagin verður
tað lagaligari hjá KÍ
viðhaldsfólkunum at fylgja
sínum liði á útivølli, enn tað
nakrantíð áður hevur verið
tað.
KÍ
skal
spæla
á
Svangaskarði. Í Klaksvík
verður tað roknað við, at
nógv KÍ viðhaldsfólk fara
at møta upp á Toftum:
– Tey skulu vera hjartaliga
væl komin. Vit vóna, at tey
vera í góðari tíð. Kanska
fer bilastreymurin at minna
ikki so sørt um streymin,
soleiðis sum hann er, tá ið
landsdystir eru á skránni. Vit
eru væl fyrireikað, og hetta
verður eingin trupulleiki.
Um áskoðararnir koma
í góðari tíð, so verður tað
uppaftur meiri lagaligt,
sigur B68 formaðurin,
Niclas Davidsen, sum hevur
brynjað seg við fólki at
leiðbeina bilførarunum við
parkeringini.
Spurningurin er so, hvussu
tað fer at hilnast á vøllinum.
Hóast avrikini hjá B68 hava
verið lutfalsliga góð, so er
ikki so nógv í stigaposanum.
Tað er greitt, at hollendski
miðvallarin, Ralph van
Dooren, ikki verður á
B68 liðnum sunnudagin.
Hann er leikbannaður eftir
útvísingina í Gundadali
leygardagin.
B68 liðformaðurin og
verjuálitið,
Arnbjørn
Danielsen, er ivasamur.
Hann hevur trupulleikar
í rygginum. Arnbjørn
var ivasamur undan B36
dystinum, men hann spældi
kortini. Síðani hevur hann
ikki vant við fullari ferð.
Sjey ár síðani
seinasta sigurin
KÍ plagdi at megna góð úrslit
á Svangaskarði. Tað hava
teir tó ikki gjørt tey seinastu
árini. Seinasti KÍ sigurin á
Toftum var í 1999, ella tá
ið Tony Paris og KÍ vunnu
3-2 og seinni FM heitið.
Síðani hava klaksvíkingar
tapt tríggjar ferðir og spælt
eina ferð javnt á útivølli móti
B68. Ivaleyst komast KÍ
áskoðararnir við 3-2 sigurin
í 1999. KÍ var á odda 3-0
á grasvøllinum. So vórðu
Tølini tala
Tony eigur síðsta sigurin á Toftum
Orsøkin til, at FCK
og Brøndby eru
langt frammanfyri
hini liðini í donsku
superliguni, er, at
fleiri feløg hava
lægri støði enn
vanligt, heldur
danskur venjari
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Keld Bordinggaard,
sum seinnu árini hevur
verið hjálparvenjari hjá
Morten Olsen á danska
fótbóltslandsliðnum,
heldur at støðið í bestu
donsku fótbóltsdeildini
er ikki nóg høgt.
FC Keypmannahavn
og Brøndby liggja langt
frammanfyri øll hini
feløgini í superliguni,
men Bordinggaard heldur
ikki, at hesi bæði feløg
eru blivin so nógv betur
enn hini feløgini. Heldur
er tað, at liðini aftanfyri
eru blivin verri.
– Vit mugu vera erlig
og siga, at superligan er
ikki so góð í ár. Tað eru
ov nógv lið, sum ikki
hava funnið rætta støðið.
Tí mugu vit ikki halda,
at FCK og Brøndby eru
blivin so nógv betur
enn hini liðini, sigur
Keld Bordinggaard við
Jyllands-Posten.
Superligan
ov vánalig
fleiri skiftingar gjørdar,
rútman fór úr liðnum, B68
fekk síðstu løtuna um endan.
Teir minkaðu tvær ferðir um
munin, og tað var um reppið,
at toftamenn megnaðu at
stríða seg upp á javnt!
Høgni Madsen er tøkur
aftur hjá KÍ, eftir at hann
var leikbannaður móti VB/
Sumba. Ovi Nysted og Jan
Andreasen hava verið eitt
sindur ódrúgvir í venjingini
í hesi vikuni. Tað verður tó
roknað við, at teir fara at vera
við á Toftum sunnudagin.
Fyrsti dysturin hjá
Formulaliðnum hjá KÍ, eftir
at Norðoyatunnilin er latin
upp, verður á Svangaskarði
sunnudagin. Roknað verður
við, at nógv fólk fer við KÍ til
Toftir
Nr. 82 • fríggjadagur • 28. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo