fríggjadagur 28. apríl 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 82 - 28. apríl 2006 ]
Bæði á Skála og á Eiði
tykist saknur skula
vera í lyklaspælarum
í grannauppgerðini,
sum plagar at vera
eyðkend av at vera
málfátøk
EB/STREYMUR-SKÁLA
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Skála fer sunnudagin at
vitja á Mølini. Hetta verður
sætta ferðin, at henda
grannauppgerðin verður.
Um úrslitini av undanfarnu
ferðunum verða nýtt sum
grundarlag, so verður talan
um fá mál sunnudagin. Skála
hevur fimm ferðir spælt á
Eiði. Liðini hava vunnið
tveir dystir í part, og eina
ferð hevur verið málleysur
javnleikur. Málmunurin
er 2-2, og tað er ikki enn
komið fyri, at meiri enn
eitt mál er komið í hesum
uppgerðunum.
Í EB/Streymi hava Fróði
Clementsen og Knút
Vesturtún verið burturi við
skaðum. Teir venja aftur við
fullari ferð. Sorin Anghel
noyddist sunnudagin at
fara av vøllinum í Runavík
beinanvegin eftir steðgin.
Hann hevði koykt fótin illa,
og Sorin hevur ikki vant
saman við hinum í hesi
vikuni.
Hóskvøldið noyddist
Ronnie Samuelsen at gevast
at venja orsaka av skaða.
Fyrrapartin í dag vóru teir
í EB/Streymi ivasamir, um
miðvallarspælarin fór at
verða førur fyri at spæla í
morgin, og teir dugdu einki
at siga um, hvussu tað verður
við Sorini, sum fær nógva
viðgerð. Teitur Joensen hevur
higartil í ár verið uttarlaga
í hópinum. Mikukvøldið
styrkti hann ivaleyst um
sína støðu, tá ið hann í fyrsta
landskappingardystinum hjá
næstbesta liðnum skoraði
tvey mál. Tað var móti B68,
sum EB/Streymur vann 3-2
á.
Fleiri mangla
Skála fekk fult aðru
ferð á Eiði í fjør, og hin
dysturin endaði málleysur.
Fótbóltsspælið
plagar
ikki at vera nakað serligt í
hesum uppgerðunum, men
intensitetinum hevur einki
bilað.
Pauli G. Hansen og
Alexandur Johansen eru
framvegis skaddir. Tað
er Borgar Kristiansen
eisini. Levi Hanssen er
leikbannaður.
Jónhard
Frederiksberg hevur ikki
vant saman við hinum í
vikuni, men teir vóna, at
hann verður førur fyri at
spæla sunnudagin. Evni
til teir fyrstu ellivu eru
Debus Danielsen og Poul
N. Poulsen.
Tað er ikki so nógv
nytta í tí her og nú. Men
á Skála fegnast teir um,
at Arnhold Berg eftir
krossbandsskurðviðgerð í
fjør heyst er farin at venja
aftur, og at tað sær út til, at
Sveinur Justinussen eftir
knæskaða skjótt kann fara at
venja aftur.
Formula-deildin
Dagur
Dystur
Dómari
30.04
ÍF-VB/S
Eiler Rasmussen
30.04
EB/S-Skála
Petur Reinert
30.04
GÍ-NSÍ
Jens Petur Brattalíð
30.04
B68-KÍ
Páll Augustinussen
1. deild
29.04
B71-SÍ
Ransin N. Djurhuus
29.04
KÍ-VB/S Rúni Gaardbo
29.04
TB-FSV04 Jónleif Frederiksen
29.04
HB-AB
Jóannes Mikkelsen
29.04
LÍF-Royn Jón Sigurð Gleðisheygg
2. deild
30.04
B36-GÍ
Laurits í Króki
30.04
Skála-NSÍ Bárður Mortensen
30.04
EB/S-ÍF
Jan á Líðarenda
30.04
Fram-B68 Bergleif Sólsker
30.04
MB-KÍ
Hentza Johansen
1. deild kvinnur
30.04
EB/S-KÍ
Høgni Hansen
30.04
B36-AB Ransin N. Djurhuus
30.04
HB-GÍ
John S. Jacobsen
30.04
SÍ-NSÍ
FSV04/SÍF
Atlantic Cup
29.04
B36-FH Dagfinn Olsen
Kravið hjá bæði ÍF og
VB/Sumba er púrasta
einfalt. Stig - og helst
trý av slagnum - skulu
á kontina sunnudagin
Upptakt
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir fimm umfør av
Formula-deildini eru bæði
ÍF og VB/Sumba í akuttum
vanda fyri at verða heilt
afturúrsigld. Enn hevur
hvørgin parturin fingið stig á
kontina, og við fimm stigum
upp til áttanda plássið er
tørvurin heilt skjótt um at
gerast ovurhonds stórur.
Tað eru spælarar í báðum
legum eisini fullgreiðir um,
og tað tykist eisini, sum
leggja partarnir nógv fyri.
Nógv ivamál
Serstakliga hjá ÍF er líkt til,
at menn verða neyðturvuliga
pjøssaðir saman, soleiðis at
uppstillingin kann verða
tann sterkasta møguliga.
Hóast árið er ungt, so hava
skaðarnir mest sum rapað
oman yvir fuglfirðingarnar,
og í øllum førunum tykist
talan vera um spælarar, sum
eiga mest sum fast pláss
millum teir fyrstu ellivu.
Einasti spælarin, sum
tó heilt víst ikki verður
við sunnudagin, er Símun
Eliasen. Hann hevur annars
roynt at vant í vikuni, men
enn gevur brotni armurin
nakað av pínu, og so er
vónleyst at spæla.
Hartil hava Alexandar
Jovevic, Hanus Eliasen,
Arnold Joensen og Fritleif í
Lambanum allir drigist við
skaðar. Men vónin er, at teir
kunnu vera við, tá liðið fer
á vøllin sunnudagin.
Vilja fáa mistøk
burtur
Hjá VB/Sumba er støðan við
fólki nakað væl betri. Í mun
til undanfarnu dystirnar,
so er litaviski Dalius ikki
við á liðnum, nú sáttmálin
við hann er settur úr gildi.
Hinvegin vóna tey í VB, at
tað ber til at fáa spæliloyvið
hjá danska Kristian Solberg í
rættlag undan vikuskiftinum,
soleiðis at hann kann styrkja
um verjupartin.
Júst verjuparturin er
eisini tað, sum venjarin,
Ole Andersen, tykist leggja
størsta dentin á.
– Spælið hjá okkum hevur
als ikki verið so galið seinastu
dystirnar, og í Klaksvík var
eg sum so sera væl nøgdur.
Men vit fremja nøkur dýr
mistøk í verjupartinum, og
tey verða vit revsaðir fyri.
Fáa vit beint hesi burtur, so
ivist eg ikki í, at tað fer at
koma betri glið á hjá okkum,
og vit fara sjálvandi eftir
einum sigri sunnudagin,
staðfestir hann.
Dystir um vikuskiftið
Botnliðini vilja hava stig
Spenningurin er stórur undan dystinum ímillum tey bæði botnliðini, ÍF og VB/Sumba, sum ikki hava fingið stig í teimum fyrstu
fimm dystunum
Sorin og Ronnie í klønum tráði