fríggjadagur 28. apríl 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 82 - 28. apríl 2006 ]
B36 móti FH leygardagin
Klokkan 14 leygardagin verður árligi dysturin í Atlantic-
Cup kappingini millum føroysku og íslendsku meistararnar.
Hetta hevur seinni árini verið ein afturvendandi dystur,
og í ár eru tað B36 og FH, sum fara at dystast. Dysturin
verður spældur upp á skift í Føroyum og Íslandi, og í ár
skal dysturin spælast í Havn.
Danir brúka milliónir til graslíki
Danska fótbóltssambandið fer næstu tvey árini at verða við í byggingini av 23 graslíkisvøllum
kring Danmark. DBU hevur sett 10 milliónir krónur av til hetta endamál, og málið er at
hava gjørt vøllirnar lidnar, áðrenn næsta ár er lokið. Vøllirnir verða bygdir í samstarvi við
feløgini, og ætlanin er, at teir skulu brúkast til vetrarvenjing, tá ið grasvøllirnir eru í ringum
standi ella skulu hava frið. Longu nú kunnu graslíkisvøllir brúkast til dystir í deildunum
undir 2. deild, og í mai skal aðalfundurin hjá DBU gera av, um graslíki kann brúkast til dystir
í teimum trimum bestu deildunum. Í vetur eru dystir í Royal League spældir á graslíki, og
tað gerst alsamt meira vanligt í Danmark og aðrastaðni at brúka graslíki til dystir.
Eitt sjálvmál seint
í dystinum gjørdi
enda á AaB í
hálvfinaluni í donsku
steypakappingini
í gjárkvøldið. Tað
verður kallað ein
sensatión, at Randers
úr næstbestu deildini
kom í steypafinaluna
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóskvøldið vóru seinnu
hálvfinalurnar í donsku
steypakappingini spældar.
Líkt varð til, at tað skuldi
gerast ein reint jútsk finala,
tí Esbjerg hevði í fyrru
hálvfinaluni vunnið 5-
2 á Brøndby, og í hinari
hálvfinaluni spældu tey
bæði Randers og AaB.
Brøndby vann seinnu
hálvfinaluna á Esbjerg 1-0,
men tað var ikki nóg mikið
til at vinna dystin samlað, og
tí kom Esbjerg í finaluna.
Í hinari hálvfinaluni var
føroysk luttøka, men tað
endaði ikki væl. AaB skuldi
á heimavølli royna at vinna
ímóti Randers úr næstbestu
deildini, og tað mundu tey
flestu rokna við, at teir fóru
at klára. Men AaB hevur ikki
vunnið nakran dyst í ár, og
heldur ikki í gjárkvøldið
eydnaðist tað.
Sjálvmálið
Jón Rói Jacobsen var við
í hópinum, men hann var
á beinkinum, meðan Súni
Olsen var ikki við. Tað
byrjaði væl hjá AaB, tí Jeppe
Curth legði teir á odda 1-0
longu eftir 13 minuttir, og
í fyrra hálvleiki var AaB
greitt við yvirlutan.
Í seinna hálvleiki vendi
myndin, og tá kom Randers
meira fyri seg. Jón Rói
Jacobsen var settur inn í
verjuna eftir 71 minuttir,
og tríggjar minuttir seinni
hendi tað, sum ikki skuldi
henda. Ein høgur bóltur varð
sendur inn í brotsteigin, og
í einum tøttum nærdysti
millum Jón Róa Jacobsen,
Michael Jacobsen og Karsten
Johansen endaði tað við,
at Michael Jacobsen rakti
bóltin, og hann sveimaði
fram við AaB-málmanninum
og í egið netið til 1-1.
Hetta gjørdist eisini
úrslitið av dystinum, og
harvið var tað Randers, sum
kom í finaluna, tí teir gjørdu
mál á útivølli. Fyrri dysturin
endaði málleysur.
Finalan
ímillum
Randers og Esbjerg verður
spæld í Parkini Kristi
Himmalferðardag.
Aftur
granna
uppgerð
í Gøtu
GÍ-NSÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at GÍ seinasta
umfarið basti grannunum
úr Fuglafirði, eru tað
hesa ferð runavíkingar
og NSÍ, sum koma í
Sarpigerði. Ein dystur,
sum plagar at vera
ikki minni intensur
og dramatiskur, enn
uppgerðirnar móti ÍF
mangan hava verið.
Og í Gøtu kunnu tey
fegnast um, at allir
spælarar tykjast vera
tøkir. Eingi leikbann
hótta liðið hesaferð, og
skaðar hava tey enn ikki
kent sviðan av í ár.
Tað hava tey hinvegin
hjá NSÍ, har Helgi L.
Petersen og Sjúrður
Jacobsen framvegis ikki
eru tøkir hjá venjaranum,
Trygva Mortensen. Tað
er Óli Hansen heldur
ikki, men hetta kemst av,
at hann er leikbannaður.
Á pappírinum eru
verjuplássini tó tey,
har NSÍ er best fyri, og
tí eru møguleikararnir
fyri vikarum í verjuni
fleiri.
Finaludreymurin hjá Jón Róa brast
Jón Rói Jacobsen
og liðfelagarnir
komu ikki
í donsku
steypafinaluna,
tí teir gjørdu
sjálvmál seint
í hálvfinaluni
ímóti Randers
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál
+/-
stig
1 B36
6
4
-
1
-
1
9
6
3
13
2 EB/S 5
4
-
0
-
1
9
6
3
12
3 KÍ
5
3
-
2
-
0
10
5
5
11
4 HB
6
3
-
1
-
2
16
8
8
10
5 GÍ
5
3
-
1
-
1
11
6
5
10
6 NSÍ
5
2
-
1
-
2
8
8
0
7
7 Skála 5
1
-
2
-
2
8
5
3
5
8 B68
5
1
-
2
-
2
5
6
-1
5
9 ÍF
5
0
-
0
-
5
5
16
-11
0
10VB/S 5
0
-
0
-
5
3
18
-15
0
1. deild menn
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 LÍF
5
4
-
1
-
0
9
1
8
13
2 B71
5
4
-
0
-
1
16
4
12
12
3 AB
5
3
-
1
-
1
10
3
7
10
4 SÍ
5
3
-
0
-
2
16
8
8
9
5 FSV04 5
3
-
0
-
2
12
4
8
9
6 TB
5
3
-
0
-
2
8
10
-2
9
7 HB
5
1
-
1
-
3
14
13
1
4
8 KÍ
5
1
-
1
-
3
12
19
-7
4
9 VB/S 5
1
-
0
-
4
5
20
-15
3
10Royn 5
0
-
0
-
5
1
21
-20
0