Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 28. apríl 2006 39 Heimarøktin og Serforsorgin søkir við hesum eftir fulltrúa til Serstovnadeildina at byrja 01. juni 2006 ella eftir nærri avtalu. Um Serstovnadeildina Serstovnadeildin er ein av fimm deildum undir Heimarøktini og Serforsorgini. Serstovnadeildin umsitir bústaðar-, arbeiðs- og virknistilboð til vaksin fólk við menningartarni. Heimarøktin og Serforsorgin hevur sett sær sum mál, at endurskoða alt virksemið hjá Serstovnadeildini. Serstovnadeildin stendur tí framanfyri spennandi avbjóðingum fakliga eins og bygnaðarliga. Uppgávur Tú verður ein sentralur leikari í framtíðar menningini av Serstovnadeildini. Tú verður næsti medarbeiðari hjá deildarleiðaranum, og tú kemur soleiðis at vera tætt knýtt/ur at teimum avgerðum, sum verða tiknar um framtíðina. Tú verður tað fakliga snúðningspunktið hjá Ser- stovnadeildini, og tú kemur í tí sambandi at hava dagligt samskifti við stovnsleiðararnar um fakligar spurningar. Ein av tínum høvuðsuppgávum verður at savna og skipa vitan og upplýsingar frá teimum ymsu stovnunum, soleiðis at hesi verða atkomilig hjá allari skipanini. Harumframt eru uppgávurnar m.a.: • at veita fakliga ráðgeving til deildarleiðaran og stovnsleiðararnar • at hava fakligt eftirlit við tilboðum/stovnum • at fyrireika og fyriskipa fundir, herundir upptøku- fundir • at orða vegleiðingar, reglugerðir og mannagongd- ir viðvíkjandi virkseminum hjá Serstovnadeildini Afturat hesum koma vanligar fulltrúauppgávur so sum fyrireiking av málum og málsviðgerð. Førleikakrøv • tú hevur útbúgving og royndir sum pedagogur ella líknandi • tú hevur viðkomandi framhalds- og/ella eftirút- búgving eitt nú diplom-, master- ella kandidat- útbúgving innanfyri pedagogik, sálarfrøði ella líknandi • tú hevur hollan kunnleika til serstovnaøkið • tú dugir væl at samskifta, herundir at orða teg bæði í skrift og talu • tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði, og evnar at leggja afturat hesum kunnleika Starvsroyndir innan almenna fyrisiting er ein fyri- munur, men ikki ein treyt. Setan Starvið er fulltíðarstarv, lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóanes N. Dalsgaard, deildarleiðara á tlf. 304020. Umsóknir Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Eirargarður 2, 2. hædd FO 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er fríggjadagin 11. mai 2006. HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN SERSTOVNADEILDIN Fulltrúi til Serstovnadeildina Ársaðalfundur Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag er einasta skipaða lurtara- og hyggjarafelag í Føroyum. Endamál felagsins er at virka fyri kristiligum sendingum í almennu fjølmiðlunum í útvarpi og sjónvarpi sum t.d. gudstænastum, kristilig- um fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t. KLH styðjar útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum. KLH arbeiðir ímóti at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum er ikki kristnum siði og kristnari trúgv verdugt. KLH hevur umboð í programmnevndunum í Kringvarpi Føroya. Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag er ein limafelagsskapur við umleið 1400 limum. Tekna teg sum lim í KLH og ver soleiðis uppií arbeiðn- um fyri góðum tilfari í útvarpi og sjónvarpi. Mørkin 10 · 530 Fuglafjørður · tel 44 40 13 klh@klh.fo · www.klh.fo Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag hevur ársaðalfund Kristi Himmals- ferðardag 25.mai kl. 14.30 í Meinig- heitshúsinum á Skála. Fundarskrá: 1. Ársfrágreiðing 2. Ársroknskapur 3. Val av nevndarlimum 4. Val av tiltakslimi 5. Val av grannskoðara 6. Ymiskt Uppskot, sum limir ynskja at koma til viðgerðar á aðalfundi, og uppskot til nevndarlimir, mega vera formanninum, Una Næs, 530 Fuglafjørður, í hendi 8 dagar framman undan aðalfundinum. Í samband við aðalfundin, verður eisini alment møti í Meinigheits- húsinum á Skála kl. 19. Vikarur Vit sóknast eftir vikari, ið heitast kann á seinnapartar. Fólk við 1/2 tíðar starvi fyrrapart eru vælkomin at søkja. Hevur hetta tín áhuga? Send okkum eina skrivliga umsókn. Sankta Jósefs Barnagarður Varðagøta 12 · FO-100 Tórshavn Tlf. 312854 · Fax 316990 Lesið Sosialin - so eru tit við