fríggjadagur 28. apríl 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
T
Ó
R
S
H
A V
N
A
R
K
O
M
M
U
N
A
ÓLAVSØKAN
2006
ÓLAVSØKAN
2006
Øll søla og tiltøk, sum
skulu vera á ólavsøku
ella lýsast í ólavsøku-
skránni í ár, skulu nýta
serligt umsóknarblað.
Umsóknarblaðið fæst í
Snarskivuni og á heima-
síðu kommununar.
Freistin at flýggja inn
umsóknarblaðið er sett
til týsdagin 20. juni 2006
kl. 12.00.
Umsóknir, sum koma
inn aftan á 20. juni 2006
kl. 12.00, verða ikki við-
gjørdar.
www.torshavn.fo
Les meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv
www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni
Leiðari til nýggja Frítíðarskúlan í Hoyvík
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna til nýggja Frítíðarskúlan í
Hoyvík at byrja 1. juli 2006 ella eftir nærri avtalu.
Vit bjóða
eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika fyri at seta dám á stovnin. Seta starvsfólk og annars vera
við í øllum tí, sum skal til, fyri at stovnurin skal virka eftir ætlan. Møguleika fyri ráðgeving og
eftirútbúgving.
Vit vænta at tú
- ert útbúgvin pedagogur
- hevur leiðsluroyndir
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
- hevur hugsjónir um virksemi í einum frítíðarskúla
- hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri
tí einstaka barninum, foreldrinum og starvsfeløgunum
- kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis
- hevur teldukunnleika á brúkarastøði
Setanarviðurskifti
løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, FO-110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. mai 2006.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Boga Simonsen, málsviðgera ella Janus Isfeldt, deildarleiðara tlf.
302010.
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo