Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-28, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. apríl 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 28. apríl 2006 41 Skipaeftirlitið FAROESE MARITIME AUTHORITY MINISTRY OF FISHERY AND MARITIME AFFAIRS Tvey skipaeftirlitsfólk Skipaeftirlitið søkir eftir tveimum skipaeftirlitsfólkum, einum verkfrøðingi og einum skipsførara. Skipaeftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum, men virkar dagliga sum sjálvstøðugur stovnur, við skrivstovu í Miðvági. Skipaeftirlitið arbeiðir saman við klassafeløgunum og øðrum undirveitarum um eftirlit við skipum og bátum. Tætt samskifti er við vinnuna í hesum sambandi. Størvini sum skipaeftirlitsfólk umfata í høvuðsheitum arbeiðið á skrivstovuni í Miðvági og nakað av arbeiðið uttanfyri skrivstovuna. VERKFRØÐINGURIN Starvið hjá verkfrøðinginum inniber í høvuðs- heitum hesar upppgávur: • góðkenning av tekningum í sambandi við ný- og umbyggingar • onnur málsviðgerð og uppfylging • eftirlit við skipum og bátum • eftirlit við góðkendum glasfipurverkstøðum • uppbygging av skipanum • luttøka í tvørgangandi uppgávum á Skipaeftir- litinum, undir hesum verkætlanum Førleikakrøv til starvið krevst útbúgving: • sum skipsverkfrøðingur • ella sivilverkfrøðingur • ella annar verkfrøðingur, sum er serkønur innan sjóvinnu • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan viðkomandi arbeiðsøki og verður kravt, at viðkomandi luttekur í eftirútbúgvingum har tað er neyðugt fyri at røkja dagligu uppgávunar. Setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar- málaráðið og Føroya verkfrøðingafelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. SKIPSFØRARIN Starvið hjá skipsføraranum inniber í høvuðsheitum hesar upppgávur: • eftirlit við skipum, bátum og trygdarskipanum • viðlíkahald av formularum til skipsskjøl • uppbygging av viðlíkahalds- og trygdarskipanum til fiskifør • luttøka í tvørgangandi uppgávum á Skipaeftirlit- inum, undir hesum verkætlanum Førleikakrøv: • til starvið krevst útbúgving sum skipsførari við sjóvinnubrævi sum skipsførari, STCW II/2 • teldubrúkari við góðum kunnleika til MS-office forritini • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli Kravt verður eisini, at umsøkjari hevur fimm ára royndir sum skipsyvirmaður Fyrimunur er, um umsøkjari hevur kunnleika til góðskustýring (kvalitetsstýring) ISO 9000, ISM og ISPS. Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan viðkomandi arbeiðsøki og verður kravt, at viðkomandi luttekur í eftirútbúgvingum har tað er neyðugt fyri at røkja dagligu uppgávunar. Setanartreytir: Starvið verður lønt í 8. flokki í sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Fíggjarmálaráðið, haraftrat verða veittar 3000,- kr. í viðbót um mánaðin fyri álagt úrtíðararbeiði í upp til 35 tímar um ársfjórðingin. Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2006, kl. 14.30. Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið, Postsmoga 26, 370 Miðvágur Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf