fríggjadagur 28. apríl 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 82 - 28. apríl 2006
Starv í fíggjar-
umsitingini
Landsbankin søkir eftir einum fólki til fíggjarumsit-
ingina at byrja skjótast gjørligt
Arbeiðsuppgávur:
• Íløgur og peningamarknaður
• Gjaldførisrøkt
• Peningastovnsavgreiðslur
• Back-office
• Roknskapur og fíggjarætlan
Uppgávurnar í bankanum eru býttar í arbeiðsøki,
men stovnurin er lítil og uppgávurnar breiðar. Tí
verður nógv arbeiði gjørt í verkætlanum, eins og
tað er skiftandi.
Førleiki:
Praktiskar royndir og viðkomandi útbúgving eru
neyðugar.
Løn:
Eftir avtalu við støði í sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Tíðarfreist o.a.:
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Sigurd
Poulsen, stjóra, tel 308126 sigurd@landsbank.fo
ella Jens Erik Magnussen, undirstjóra, tel 318122
jem@landsbank.fo um fleiri upplýsingar.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu
saman við neyðugum upplýsingum um útbúgving
og starvsroyndir sendast landsbankanum áðrenn
19.05.2006 kl. 16.00.
LANDSBANKI FØROYA
Governmental Bank
Müllers Hús - Gongin
Postrúm 229 - FO-110 Tórshavn
E-postadr.: landsbank@landsbank.fo
Landsbanki Føroya er bankasamband landsins. Hann umsitur
gjaldføri og stendur fyri lántøku landsstýrisins og samstarvar við
aðrar myndugleikar og almennar stovnar.
Landsbankin virkar fyri tryggum fíggjarviðurskiftum í landinum.
Bankin skal tí halda seg kunnaðan um fíggjarmarknaðarviðurskifti
og samstarva við fíggjarstovnar og landsstýrið um hesi viðurskifti.
Lýsingar av búskapinum eru týðandi liður í hesum uppgávum. Sí
eisini heimasíðuna landsbank.fo
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi verða
frá 1. august 2006 at rokna 4-6 føst størv leys at
søkja sum adjunktur/lektorur við faksamanseting
ætlað til lærugreinaraðið í studentaskúlum og
HF-skeiðum. Søkt verður eftir lærarum við hesum
lærugreinum:
enskt, filmur/sjónvarp, heimspeki, ítróttur, latín,
leiklist, lívfrøði, støddfrøði og týskt.
Harumframt eru 6-8 ársvikariat í lærugreinunum:
alis/evnafrøði, alisfrøði, danskt, enskt, franskt,
føroyskt, geografi, ítróttur, lívfrøði, sálarfrøði,
samfelagsfrøði, spanskt, støddfrøði, søga og
russiskt. (møguliga saman við eini av lærugrein-
unum sum nevndar eru undir føstu størvunum)
Umsøkjarar við øðrum royndum sum t.d. lestrar-
vegleiðing, verða bidnir at upplýsa hetta.
Umsøkjari, ið ikki hevur lokið prógv í námsfrøði
fyri setanardagin, skal taka lut í innleiðsluskeiði í
námsfrøði, sum Mentamálaráðið skipar fyri í august
2006. Nýsett starvsfólk skulu sambært føroyskari
kunngerð um námsfrøði hava staðið námsfrøðiliga
útbúgving í seinasta lagi tvey ár eftir setanardagin.
Í sambandi við starvsetanina leggur skúlin dent
á, at umsøkjarar hava kunnleika um føroyskt mál
og føroysk samfelagsviðurskifti, og at umsøkjarar
eru áhugaðir í at ogna sær hetta innlit. Skúlin
leggur somuleiðis dent á góð samstarvsevni og at
umsøkjarar virknir fara at taka lut í menningini av
einum góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi, har
samstarv, kunningartøkni og nýggir arbeiðshættir
eru týðandi tættir
Gjørt verður vart við tveyárasáttmálan, ætlaður
umsøkjarum við vantandi føroyskum málførleika og
vantandi kunnleika um føroysk samfelagsviðurskifti.
Tað vil siga, at umsøkjarin verður settur í tíðar-
avmarkað starv fyri tvey ár. Skúlin rindar kostnaðin
hjá umsøkjaranum fyri flyting og ferð fram og aftur
millum verandi bústað og Føroya Studentaskúla og
HF-skeið. Skúlin endurrindar í mesta lagi 30.000
kr. fyri flyti- og ferðaútreiðslur hvønn vegin - gevið
gætur - upphæddin er skattskyldug. Ætlar umsøkj-
arin at halda fram í starvinum eftir tveyáraskeiðið,
skal umsøkjarin søkja starvið av nýggjum á jøvnum
føti við aðrar umsøkjarar. Áhugaðir kunnu venda sær
til skúlan.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um skúlans
stevnumið, um teir venda sær til leiðslu skúlans ella
kunna seg á heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo
Umsókn á oyðublaði frá YF ella frá GL verður stílað
og sent til
Føroya Studentaskúli og HF-skeið,
att.: Mads A. Winther, rektari, Hoydalar,
FO – 188 Hoyvík, Føroyar
í seinasta lagi 8. mai 2006.
Avrit
av
próvtøkuskjølum
ella
úrskrift
úr
próvtøkuprotokoll skulu sendast saman við
umsóknini. Setanarsamrøður fara fram miðskeiðis
í mai.
FØROYA STUDENTASKÚLI
OG HF-SKEIÐ
Hoydalar • FO-188 Hoyvík
Tlf. 312973 • Fax 318624
Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo
Avgreiðslutíð: kl. 8.00-15.00