fríggjadagur 4. februar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
22
Nr. 25 – 5. februar 2000
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Fri 4. feb. 1999
To: post@sosialurin.fo
From: Justinus@t-online.de
Reply to: Justinus@t-online.de
Hvat kom fyrst hønan ella eggið? Kom
eggið úr hønuni ella hønan úr egginum,
hvat kom fyrst. Hendan spurning settu
teir stóru filosoffarnir Sokrates, Platon
og Aristofeles fyri gott 2400 árum síðan
niðri í Athen. Hóast teir ikki vóru einastu
filosoffar um hetta mundi, so byrjaðu teir
at seta nýggjar spurningar til tilveruna.
Teir vóru ikki heilt nøgdir við, at ein
gudilig forkláring var upp á alt í lívinum.
Teir ásannaðu, at menn vóru føddir við
skili og at hendan skil kundi brúkast til at
finna gongdar leiðir, at skilja ein part av
skapannaraverkinum. Ikki soleiðis, at teir
útilokaðu tann stóra skaparan, ella tann
stóra íverksetaran, tí hesin var til onkun-
staðni úti í oyðuni og eisini inni í okkum
sjálvum. Teir tríggir stóru filosoffarnir,
sum runnu saman aftur í kristindóminu,
komu at hava stóra ávirkan á hvussu
vit hugsa. Tann seinasti av hesum, Arosto-
feles kom helst næst at gita spurningin
um hønuna og eggið, men tað er ein onnur
søga.
Teir settu spurningar við lívið og teir
komu eisini við uppskotum um hvussu
lond skuldu stýrast. Eitt nú skutu teir upp
eina demokratiska skipan sum eina
gongda leið. Men demokrati hevði eisini
eina skuggasíðu, helt Sokrates, tí við
demokrati var vandi fyri at pøbilin fekk
vald og tá kundi einki gott spyrjast burtur-
úr.
Og spádómurin hjá Sokrates, hann er
sannur. Um Hitler ikki gjørdist ríkiskansl-
ari, so vóru milliónirnar í nazistaflokkin-
um framvegis pøbil og Týskland vildi
næstan verið fyri somu vanlagnu um tað
var Hitler ella onkur annar, sum mannaði
Førarasessin.
Og nú rópar heimurin aftur bart. Ikki
talingur um, at ein nazistuðul skal sleppa
at sita í stjórn í einum landi, sum júst er
tikið upp í felagsmarknaðin.
Spurningurin verður vendur aftur og
fram. Er tað rætt av londum at leggja seg
út í, hvussu onnur lond innanhýsis skipa
stjórn?
Í heimlandinum hjá Hitler er ein víð-
gongdur á høgravonginum sloppin í stjórn
saman við øðrum eitt sindur meira hóv-
ligum.
Er tað rætt, at leggja seg út í hetta?
Spurningur sveimar hálvsvaraður. Hit-
ler varð eisini demokratiskt valdur til
ríkiskanslara. Hitler var somikið erligur,
at hann áðrenn valið í 1933 ongantíð
fjaldi, at hann nýtti demokratisku skip-
anina til at sleppa til valdið og at tá hann
hevði fingið valdið, so vildi hann avtaka
demokratiið og skipa fyri einum einaræði.
Hetta varð týðuliga og greitt skrivað í
»Mein Kamf« og í flokksskránni. Hendan
erligheit hjá Føraranum er sum eitt haft
um beinið hjá týska fólkinum í dag, tí
júst hetta leggur ábyrgdina av ræðuleik-
unum undir seinna heimsbardaga bein-
leiðis á herðarnar á týska fólkinum. Týsk-
arin valdi ein mann til at taka demokrat-
isku skipanina av. Kanska vóru teir eitt
sindur umskiltir, tí teir vóru vanir við ein
sterkan Førara. Demokratiska traditiónin
í Týsklandi átti ikki røtur longur aftur
enn til Weimar republikkina, sum stjórn-
aðu Týsklandi eftir fyrra heimsbardaga.
Tað vil siga at demkratiska skipanin í
Týsklandi var ikki meira enn 15 ára gom-
ul og hevði nógvar skeivleikar.
Síðan Hitler eru avleiðingarnar av verki
hans, av hópdrápunum og ræðuleikunum
enn lemjandi fyri nógv fólk. Tað svíður
fast í sálini hjá týskarunum. Avleiðing-
arnar messað sítt javna lag. »Ongantíð
aftur, ongantíð aftur«
Gongdin í Eysturríki fær tankarnar aftur
at nema við Hitler og Holocoust. Vandi
er fyri at pøbilin aftur fær vald og hesin
óttin fer sum ein skjálvti gjøgnum vestur-
heimin.
Nú stórir partar av Eysturevropa liggja
í búskaparligum sori, er eisini vandi fyri,
at høgrakreftirnar aftur fara at vakna og
londini kring Eysturríki kunnu aftur ger-
ast ein krúttunna, sum tey hava verið fyrr.
Spurningurin um hønuna ella eggið var
ringur at svara fyri 2400 árum síðan. Tó
liggur eitt greitt í dag, ein nýggjur Hitler
fær ikki so lætt við at sleppa til valdið í
einum landi í vesturheiminum, soleingi
minnið um »Holocoust« verður varðveitt.
Hóast ungu týskararnir í dag onki hava
havt við gomlu brotsverkinum hjá abb-
unum at gera, so mugu teir liva við, at
heimurin heldur fram við at minnast
ræðuleikarnar, fyri at byrgja fyri at ein
nýggjur Hitler kemur á trónuna.
Tí heldur heimurin seg í dag ikki tig-
andi eins og í tríatiárunum, tá stjørnir
verða skipaðar og mannahatskir politikk-
arar halda sem fram við. Heimurin leggur
se útí stjórnarstríðið í, hann fer eisini at
leggja seg út í um Pia Kjærsgaard ella
Glistrup sleppa í stjórn í Danmark. Lat
okkum vóna, at hann knallar nevan í
borðið allastaðni, har mannahatsk fólk
vilja sleppa fram at róðrinum.
Jústinus Leivsson Eidesgaard,
Hamburg
Hønan ella eggið
Oliver hevur framsýning
LIST. Í sambandi við útgávuna av fyrsti solofløguni hjá Jørgini Dahl, hevur listamaðurin Oliver við
Neyst framsýning í handlinum hjá Tutl. Framsýningin letur upp samstundis, sum fløgan Lost Pilmgrims
verður alment útgivin fríggjadagin.
Oliver hevur teknað kápumyndina á fløguni hjá Jørgini, og tí eru hesi bæði ting samantvinnað.
– Tað var mest sum av tilvild, at eg fekk uppgávuna at gera kápumyndina, men tá eg skuldi gera hana,
royndi eg lesa tekstirnar og gera myndina í tráð við teir, sigur Oliver.
Oliver fer at hava bæði tekningar og málningar við á framsýningini, sum verður opin í mánað.
Fáa oftari
krabbamein
KJARNORKA. Amerikanskir
myndugleikar viðurkenna nú, at
fólk, sum starvast innan kjarn-
orkuídnaðin, fáa oftari krabba-
mein enn onnur fólk.
Tað er blaðið New York Times,
sum hevur fingið hendur á einum
skrivi frá amerikanska orkumála-
ráðnum til Hvítu Húsini, og upp-
lýsingar úr skrivinum verða end-
urgivnar í blaðnum.
Sagt verður, at arbeiðsfólk, sum
hava verið útsett fyri geislavirkni
og kemikalium á 14 ymiskum
kjarnorkuvápnastøðum í USA,
hava økt tal av tilburðum av 22
ymiskum sløgum av krabbameini.
Skrivið hjá orkumálaráðnum er
nú ein bumba undir almenna pá-
standinum um, at fólk, sum starv-
ast í kjarnorkuídnaðinum, ikki
gerast sjúkari enn onnur fólk.
Amerikanski forsetin, Bill Clin-
ton, hevur sjálvur biðið um eina
frágreiðing frá orkumálaráðnum,
eftir at orkumálaráðið boðaði frá,
at nøkur arbeiðsfólk høvdu fingið
eina lungnasjúku frá evninum
Beryllium.
Higartil hevur eingin fingið
endurgjald fyri sjúku, men nú
kann nýggja skrivið verða grund-
arlag fyri at lata sjúkum arbeiðs-
fólki endurgjald.
Deyðilig
leika
LEIKA. Ein fýra mánaðar gamal
amerikanskur drongur varð í
síðstu viku kvaldur av eini leiku
frá heimskendu fyritøkuni Burger
King.
Tað er vanligt, at hesar ketur
lata leikur saman við mati, sum
er at fáa til børnini, og ein av
teimum best umtóktu leikunum í
fjør, hevur nú gjørt av við tvey
børn.
Zachary Jones, sum búði
Indianapolis, lá í songini hjá sær
og spældi við hendan lítla bóltin.
Bólturin skrædnaði og setti seg
fastan yvir munnin og nøsina hjá
honum. Í desember mánaði doyði
ein 13 mánaðar gomul genta á
sama hátt
Burger King ætlar nú at taka tær
25 milliónirnar av leikuni, sum eru
latnar á teirra matstovum, aftur,
og teir hava gjørt sjónvarpslýsing,
sum ávarar ímóti tí lítla deyðiliga
bóltinum. Burger King útsendi
eisini í desember mánaði eina
ávaring um leikuna, men hon
riggaði eftir øllum at døma ikki
til fulnar.
Ein talsmaður fyri amerikansku
fyritøkuna sigur, at bóltarnir vóru
kannaðir væl, áðrenn teir vóru
latnir børnunum, men tað er ikki
vanligt at kanna, um leikurnar
kunnu kvala børn.
16. januar fingu Olga Foss-
dalsá og Eyðstein Joensen,
Sandur, ein son. Hann var
56 cm. langur og vigaði
4150 gr.
21. januar fingu Randi
Anthoniussen og Eyðun
Mortensen, Vanløse, eina
dóttir. Hon var 52 cm. long
og vigaði 3270 gr.
23. januar fingu Eileen De-
bess og Árni Holm, Porkeri,
eina dóttir. Hon var 53 cm.
long og vigaði 3700 gr.
25. januar fingu Ann Mari
Karbech Mouritsen og Mar-
lin Eg Hoffmann, Hvidovre,
ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 3400 gr.
26. januar fingu Guðrið og
Sólberg Jacobsen, Vágur,
ein son. Hann var 52 cm.
langur og vigaði 3350 gr.
26. januar fingu Gudny Ja-
cobsen og Hans Erling Han-
sen, Fuglafjørður, eina dótt-
ir. Hon var 44 cm. long og
vigaði 1485 gr.
27. januar fingu Annika
Reginsdóttir og Niels Wint-
her Poulsen, Hoyvík, ein
son. Hann var 56 cm. langur
og vigaði 4600 gr.
27. januar fingu Hildur L.
Jákupsdóttir og John Olsen,
Leirvík, eina dóttir. Hon var
53 cm. long og vigaði 3550
gr.
28. januar fingu Sigga og
Ole Guldborg Nielsen,
Tórshavn, ein son. Hann var
53 cm. langur og vigaði
3600 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
ANDLÁT
27. januar:
Jóan Hendrik Vík, Haldórsvík, 91 ár
28. januar:
Sigvard Sivertsen, Klaksvík, 71 ár
Oktavia Holm, Tórshavn, 88 ár
Edith Petersen, Funningur, 83 ár
29. januar:
Óli Hellu, Vestmanna, 91 ár
30. januar:
Bjørg Matras, Tórshavn, 64 ár
Mary Mortensen, fødd Langaard, Sørvágur, 70 ár
31. januar:
Álvi Olsen, ættaður úr Leirvík, búsitandi í Tórshavn, 62
ár
1. februar:
Jacobina Jacobsen, Nólsoy, 63 ár
1. februar:
Óluva Zachariassen, í Hesti, 86 ár
Gudstænastur 5. sunnudag eftir trettanda
Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk
Kvívík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk
Vestmanna: kl. 12, Uni Næs. Talvan gongur fyri ytri
missión
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen
Kirkjubøur: kl. 12.15, Heri Joensen
Norðskála: kl. 12, familjugudstænasta, Jónsvein Bech
Skála: kl. 11, Jógvan Fríðriksson
Sørvágur: kl. 12, David Johannesen
Fuglafjørður: kl. 12, altarg., Peter O. K. Olofson
Tvøroyri: kl. 11, altargangur,
Øravík: kl. 12.15, P. M. Rasmussen
Klaksvík: kl. 11, altarg., Lisbeth Michelsen og Niels
Pauli Danielsen
Árnafjørður: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer
Vágur: kl. 11, Elsa Funding
Hvannasund: kl. 12, Meinhard Bjartalíð
Frá Ebenezer
Sunnudag kl. 12.00 sunnudagsskúli, kl. 18.00 evangeliskt
møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadag kl. 20.00 bønarmøti.
Tórshavnar Hvítusunnusamkoma
Sunnudag morgunmøti kl. 11. Kl. 12.15. Sunnudagsskúl.
Kl. 18 Evangeliskt møti.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13.00 sunnudagsskúli, sunnukvøldið kl.
19.00 er møti.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 06.00 morgunbøn, kl. 17.00 landsbøn, í morgin
kl. 06.00 morgunbøn, kl. 11.00 morgungudstænasta, kl.
18.00 møti, kl. 22.00 útimøti (um viðrar). Mánadagin kl.
06.00 morgunbøn, kl. 20.00 bønarskúlin.
Missiónsvika á Argjum
í døgunum 7.-13. februar 2000. Mánakvøldið kl. 20.00:
Møti v/Hera Joensen, Manskórið í Meinigheitshúsinum
luttekur. Týskvøldið kl. 20.00: Møti v/Ingolf Johannesen,
Teir fýra luttaka við sangi.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla, kl. 14.00 sunnudagsskúli,
kl. 17.30 er bøn og kl. 18.00 er møti har Martin Olsen
talar. Mánakvøldið kl. 20.00 bønarmøti hjá John og Monu,
Kristiansgøta 12, verið øll hjartaliga vælkomin. Vit eru
við í tiltakinum frá »Minus til Plus«.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoma, 1000 ára
haldið fyri kristniboðanini. Dagbjartur Debes greiðir frá
um tað søguliga og mentunarliga.
4. grein skótar: Vit møta mánakvøldið kl. 19.30.
Týsdagin kl. 16.00 í KFUK: Várgleði fyri børn.
Frelsunarherurin í Havn
Sunnudagin kl. 11 Halgunarmøti við Palla Petersen. Kl.
13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti. Major
Thåland talar.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 17.00 Møti. Teddy Petersen luttekur við
sangi og talu. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Zion, Kollafjørður
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Øll eru vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21.00 Opið hús v/Helga Abrahamsen,
sunnudagin kl. 17.00 møti við Malmberg Olsen. Barnamøti
kl. 17.00.
Missiónshúsið í Leirvík
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 við Bárður Kass
Nielsen. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14.00 sunnudagsskúli, sunnukvøldið kl.
18.00 møti við Helenu og Katrin. Innsavnan verður til
húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Hvalba
Møti verður leygardagin kl. 20.00 og sunnudagin kl. 18.00.
Talarar Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 5. feb.: Magnus á Stongunum, tlf. 423006
Sunnudagin 6. feb.: Andrias Petersen, tlf. 441086
Norðoyggjar:
Sigvald Kristiansen, tlf. 455045
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir
Betel, Vágur
Fríggja- og leygarkvøldið kl. 20: Uppbyggingarfundur,
talarar: John í Skemmuni og Símun Pætur á Torkilsheyggi.
Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 13.30 sunnudags-
skúli og kl. 18 evangel. fundur við John og Símun Pætur.
Mánadagin kl. 20 bønarfundur.
Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygg. fundur.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
Sjómansheimið Ørkin Reykjavík
tlf. 354-5680777
Møti eru hvønn sunnudag kl. 15.00.
Føroysku gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV,
eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er
at hitta á tlf. 38796146.
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist
hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap,
ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólka-
kirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera
Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf.
32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf.
35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyska nærvarpið í Esbjerg
Føroyska sendingin »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM
93,5 MHZ hvønn leygardag kl. 11.00 og verður endursend
kl. 16.00.
28. januar fekk Metha Dahl,
Klaksvík, ein son. Hann var
56 cm. langur og vigaði
4030 gr.
28. januar fingu Katrin og
Suni West, Tvøroyri, tvill-
ingar, gentir. Tann eina var
48 cm. long og vigaði 2005
gr., hin var 48 cm. long og
vigaði 2545 gr.
29. januar fingu Karhild
Johansen og Høgni David-
sen, Æðuvík, ein son. Hann
var 53 cm. langur og vigaði
4050 gr.
30. januar fingu Lisa og Os-
lak Frederiksberg, Strend-
ur, eina dóttir. Hon var 52
cm. long og vigaði 3400 gr.
1. februar fingu Jónleyg
Hansen og Jørgin Gud-
mundsson, Norðragøta, ein
son. Hann var 55 cm. langur
og vigaði 4150 gr.
1. februar fingu Mariann D.
og Pól Jákup Poulsen,
Strendur, eina dóttir. Hon
var 52 cm. long og vigaði
3450 gr.
1. februar fingu Fríðgerð
Jensen og Sigurbjørn Ragn-
arsson, Hoyvík, eina dóttir.
Hon var 50 cm. long og vig-
aði 2800 gr.
Prógv
Heidi Hvidbro, Klaksvík, hevur 1. februar fingið
prógv sum sosial- & sunnheitsassistentur frá Kø-
benhavn Sosial- og Sundhedsskole.
Pætur Midjord, Argir, hevur lokið yrkisútbúgving
innan heilsøluyrki (bileykalutagoymslu). Lærupláss
Sp/f Ivan Johansen Bilar.
Dagny Miðskarð, Klaksvík, hevur fingið prógv sum
pedagog frá Ranum Statsseminarium.
Gullbrúdleyp
Í dag, 5. februar, hava hjúnini Aðalbjørg og Sigurd
Joensen í Oyndarfirði gullbrúdleyp. Vælkomst
verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00
Brúdleyp
Leygardagin 11. mars 2000 giftast í Hvalbiar
kirkju, Noomi Hammerfoss, Froðba og Danjal
Olsen, Hvalba.
Vælkomst verður í Royn-høllini kl. 19.30. Tey,
ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin
um at siga frá á tlf. 375071 ella 375129 í seinasta
lagi 26. feb. 2000.
70 ár
Í dag, 5. februar verður Leivur Ellingsgaard,
ursmiðjur, Klaksvík, 70 ár.
Hann er burturstaddur føðingardagin.