fríggjadagur 4. februar 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Orð:Dánjal Højgaard
Myndir:Jens Kr. Vang
-Hevði eg hoyrt so vildi eg verið
sangarinna.
29 ára gamla Hansa hyggur út
á Borðoyarvíkina. Sólin glógvar
á tí spegilsblonku víkini, og hóast
Klaksvíkin er beint í nánd er tað
so pinnastilt.
Hon er von við kvirruna, tí hon
hevur livað eitt heilt lív uttan ljóð.
Hon er deyv á báðum oyrum, og
hevur alt sítt lív verið bundin av
øðrum fólki fyri at klára gerandis-
dagin.
Hansa er mótfallin.
Hon kennir tað sum at samfel-
agið ikki hevur brúk fyri eini 29
ára gamlari kvinnu, sum ikki dugir
at hoyra kvirruna á Borðoyarvík.
– Søkir tú arbeiði og allatíðina
fært avslag so bakkar tú til endans.
Eg havi mist mótið og føli, at
arbeiðsmarknaðurin hevur ikki
brúk fyri mær, tí at eg eri deyv,
sigur Hansa, og tú merkir, at hon
er beisk um støðuna.
– Eg eri ikki býtt. Eg eri bara
deyv.
Sjey ár í Havn
Vit sita við køksborðið heima hjá
Hansu á Norðoyri, eitt hanagleiv
sunnanfyri Klaksvíkar bý. Orðini,
sum koma frá hennara munni eru
heldur óhjálpin og ljóða næstan
barnslig. Tá orðini gerast óskilj-
andi kemur mamma Hansu, Lena,
uppí leikin og tulkar fyri okkum.
Sjálv hoyrir Hansa ikki eitt kis.
Men við munnlestri sær hon hvat
vit siga, og vit royna at hyggja
upp, meðan vit tosa, so at sam-
bandið ikki skal slitna. Tað ger
tað kortini nakrar ferðir, og so má
Lena aftur uppí leikin.
Hansa var bert hálvt annað ára
gomul tá hon fekk meslingar og
misti hoyrnina, greiðir Lena frá.
Sum hon vaks viknaði hoyrnin,
og í dag hoyrir hon so at siga slett
einki.
Hansa er ættað av Norðoyri,
men longu sum tvey ára gomul
fór hon til Havnar, at fáa servenj-
ing á Skúlanum á Trøðni. Hon
búðu í Havn tey næstu sjey árini,
og kom ikki heimaftur til Norð-
oyrar at vera fyrr enn hon var bliv-
in hálvvaksin genta.
Heimafturkomin fór hon í skúla
í Klaksvík, og tað var strævið at
byrja við, tí tað gekk illa at sam-
skifta við hini. Men hon hevði ein
avbera góðan og tolnan serlærara.
Hann var ikki deyvatolkur, men
dugdi væl at spæla sjónleik, so
hann hjálpti henni við miklum
keipum.
Hon umrøður eisini eymliga
floksfelagarnar – ella »klassan«
sum hon nevnir fleiri ferð - sum
lærdu seg so frægt av teknmáli, at
eisini teir blivu henni hollir stuðl-
ar. Hon minnist einki til at hon
nakrantíð hevur verið argað, tí at
hon var deyv.
– Nei tað var eg ikki. Men eg
minnist, at einaferð rópti ein
drongur eftir mær, at deyv eru
reyvarhol. Tá var eg fratør.
Í familjunnar favni
Gerandisdagurin hjá eini deyvari
gentu – við trimum børnum og
manni, sum er nógv burtur á sjón-
um – er fullur av forðingum.
Hansa hoyrir ikki telefonina ringja
og børnini gráta. Og vanlig ger-
andismál, sum at fara til handils
og greiða ørindi av ymiskum slagi,
eru miklar forðingar, sum hon má
hava onnur at hjálpa sær við.
Tíbetur hevur Hansa eina stóra
og hjálpsama familju í Klaksvík.
Umframt foreldrini, sum búgva í
kjallaranum, er bæði fastrar, pápa-
beiggjar,
mostrar,
mammu-
beiggjar og syskinabørn altíð til
reiðar, at veita henni eina
hjálpandi hond, tá á stendur.
Hansa hevur roynt at búð fyri
seg sjálva í Klaksvík, men tað
gekk ikki, m.a. fyri trygdina hjá
børnunum.
– Tað er ikki lætt tá ið tú ikki
hoyrir børnini gráta, sigur hon og
sær heilt forfard út, tá hon verður
spurd, hvat hon hevði gjørt, um
hon ikki hevði familjuna, at líta á.
– Eg veit ikki hvat eg hevði gjørt
um tey ikki vóru, sigur hon.
Brostnir dreymar
Tá Hansa var liðug í Fólka-
skúlanum hugsaði hon um, at fáa
sær eina útbúgving. Djóralækni og
pedagogur vóru í huganum sum
framtíðar yrkisleiðir.
21 ára gomul fór hon undir HF-
lesnað í Klaksvík. Tað var
ógjørligt at fáa tolk til Klaksvíkar,
so hon fekk í staðin eina vinkonu
at tulka fyri seg.
Hendan loysnin var kortini ikki
haldbar, og tá ein tíð var fráliðin
mátti Hansa geva skarvin yvir.
– Tað riggar ikki at hava eina
vinkonu sum deyvatulk. Men eg
var øgiliga kedd, tí eg hevði hug
at ganga í skúla. Eg vildi útbúgva
meg, sigur hon. At fara til Havnar
at gingið á HF var ein ómøguligur
tanki í hennara verð.
– Eg hevði eina lítla dóttur, sum
eg mátti taka mær av. Eg kundi
ikki fara einsamøll til Havnar við
einum barni. Øll familjan býr jú
her í Klaksvík, sigur Hansa, sum
tó hevur gingið bæði á kokkaskúla
og húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Hetta lat seg gera við góðum sam-
starvi við lærarar og næmingar.
Fordómar móti deyvum
Hansa hevur arbeitt, men hevur
ongantíð fingið fótin fastan á
arbeiðsmarknaðinum. Tað er sum
rennir hon inn í ein múr av
intoleransu, hvørjaferð hon bjóðar
seg fram á arbeiðsmarknaðinum.
Eitt skifti arbeiddi hon á einum
fiskavirki í Klaksvík, men har
kendi hon seg ongantíð væl.
– Eingin royndi, at seta seg inn
í hvussu tað er at vera deyvur. Eg
føldi tað sum, at tey hildu, at deyv
kunnu ikki brúkast sum ar-
beiðsmegi.
Hansu hevur altíð dámt væl
børn og eina tíð arbeiddi hon á
einum dagstovni. Hetta fekk ein
bráan enda, tá stovnurin setti fam-
iljuni krøv, sum hon ikki kundi
lúka og samstundis boðaði frá, at
foreldur, sum áttu børn á dag-
stovnunum høvdu gjørt vart við,
at tey ikki kendu seg tryggan við
ein deyvan barnagarðslærara.
– Hetta var eg øgiliga kedd av,
tí mær dámdi so ótrúliga væl at
fáast við børn. Eg minnist, at har
var eitt deyvt barn í barnagarð-
inum, sum eg royndi at hjálpa við
teknmáli, sigur hon.
Einaferð vendi familjan hjá
Hansu sær til ein handil fyri at
spyrja um møguleikar vóru fyri
einum læruplássi. Svarið var, at
tey ikki høvdu brúk fyri fólki, men
stutt eftir hetta stóð eitt nýtt
starvsfólk í handlinum.
Tað eru hendingar sum hesar,
Lívskor. 29 ára gamla Hansa Askham á
Norðoyri kennir seg uttanfyri. Hon er deyv og
kennir á sær, at arbeiðsmarknaðurin er stongdur
fyri fólki sum henni
– Mítt størsta ynski er at
sleppa út at arbeiða, sigur 29
ára gamla Hansa Askham,
sum kennir seg avbyrgda frá
arbeiðsmarknaðinum, tí at
hon er deyv
– Arbeiðs-
gevararnir
tíma ikki, at
seta seg inn í
støðuna hjá
deyvum fólki,
sigur Hansa,
sum her situr
við yngstu
dóttrini, ið er
knapt eitt ár.
Avbyrgd í kvirruni
Tulkatænastan, sum heldur til í
MBF-húsinum í Havn, hevur
bert bert hálvt annað fólk í føst-
um starvi. Tað er alt ov lítið til
at nøkta tørvin í Føroyum, sigur
Laila Solmunde, sum er næst-
formaður í MBF, Meginfelag
Teirra Brekaðu í Føroyum.
– Trupulleikin er at tað vanta
teknmálstulkar. Tað eru ov fá,
sum fáa sær útbúgving sum
tulkur, sigur Laila Solmunde.
– Tulkarnir búgva í Havn og
virka fyrst og fremst í megin-
økinum. Býrt tú í útjaðaranum
ert tú illa fyri. Tað er hopleyst
at knýta ein tulk at einum næm-
ingi, sum ætlar sær at ganga á
HF í Klaksvík, tí tað hevði farið
við allari orkuni hjá Tulkatæn-
astuni, sigur hon.
Í meginøkinum kunnu tey
deyvu fáa gagn av Tulkatæn-
astuni við at ganga saman í
bólk, t.d. um tey ætla sær á
kvøldskúla. Hetta ber ikki so
væl til í útjaðaranum, har tað
ikki eru so nógv deyv, sigur
Laila Solmunde, sum vísir á, at
tørvurin á teknmálstulkum er
støðugt vaksandi í Føroyum.
– Tulkatænastan fær alt fleiri
fyrispurningar. Tey deyvu og
tunghoyru eru blivin meira
framlig. Tey góðtaka ikki at sita
hendur í favn og taka ímóti al-
mannahjálp, men vilja út í lív-
ið at royna seg, sigur hon.
Glið á málið
Næstformaðurin í MFB heldur,
at okkurt munagott eigur at
vera gjørt til tess at fáa fleiri
útbúnar teknmálstulkar í Før-
oyum. Eitt hugskot var, at
Undirvísingar- og Mentamála-
stýrið tók stig til at bjóða út
eina útbúgving fyri teknmáls-
tulkar á Føroya Læraraskúla.
Eisini heldur hon, at hetta er
eitt mál, sum Deyvafelagið og
kanska kommunurnar við áttu
at gjørt nakað við.
Tulkatænastan í Havn upp-
lýsir, at tað eru okkurt um 30
deyv í Føroyum, og at grund-
arlag er fyri fýra útlærdum
teknmálstulkum í landinum.
Orsøkin til at ov fáir útbúnir
tulkar eru í Føroyum er ikki
vantandi áhugi, men heldur at
upptøkukrøvini hjá lærustovn-
unum eru so hørð.
Tí ætlar Tulkatænastan nú at
biðja landsstýrismannin í und-
irvísingar- og mentamálum, um
at fáa í lag eina samstarvsavtalu
við danskar myndugleikar, sum
ber í sær, at skikkaðir føroy-
ingar sleppa til Danmarkar, at
lesa til teknmálstulk.
Tørvur á fleiri
tulkum
Tað eru ov fáir útbúnir teknmálstulkar til
tað vaksandi talið á deyvum og tung-
hoyrdum, sum biðja um tulk. Tey deyvu,
sum búgva í útjaðaranum verða við
sviðusoð.
– Eg eri ikki býtt. Eg eri bara deyv, sigur Hansa
gera meira fyri tey deyvu í Havn
og møguleikarnir fyri arbeiði eru
betri enn her, sigur hon.
Best við Borðoyarvík
Hansa og maðurin hava tosað um
møguleikan at flyta av Norðoyri.
Kanska til Danmarkar, har møgu-
leikarnir hjá hjá eini deyvari gentu
høvdu verið munandi betri. Men
tað er ongantíð blivið til annað
enn tos. Familjan hevur keypt hús
á Norðoyri, og bæði foreldur og
børn eru so fast knýtt at
Borðoyarvík og familjuni, at tað
er ikki hugsingur um, at slíta seg
leysan.
– Vit hava onkuntíð tosað um
tað fyrr, tí so kundi eg kanska
sloppið í skúla. Men vit kunnu
ikki bara fara, tí okkum dámar so
væl her á staðnum, sigur Hansa
og greiðir eldhugað frá hvussu
frítt og gott børnini hava tað á
Norðoyri, og hvussu synd tað
hevði verið at tikið elstu dóttrina
úr skúlanum.
Stóri dreymurin hjá Hansu er,
at hon kundi verið meira sjálv-
sum hava verið við til at taka
dirvið frá henni, og sum hava
fingið hana at kenna seg útilokaða
frá arbeiðsmarknaðinum.
– Tað er verri at vera deyvur
her í Klaksvík enn í Havn. Tey
bjargin enn hon er í dag. Tí tað er
ikki bara stuttleiki at vera bundin
av vælmeintum mammum og
mostrum, tá tú ert 29 ára gomul.
Tí kundi hon hugsa sær, at ein
útbúgvin tulkur var nærri heim-
staðnum, so at hon slapp á for-
eldrafund hjá børnunum, kundi
greitt síni ørindi og kanska farið á
kvøldskúla í Klaksvík – nærum
einsamøll.
– Tey kundu útbúgvið fleiri
tulkar, sigur hon.
– So kundi eg kanska komið
meira út millum fólk. Hevði kom-
ið at kent nýggj fólk.