Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2006 15 at vera – og eru – ellisakfør, so hetta hóskaði bara væl. At sleppa so tíðliga merkti eisini, at koyrast kundi í Norðoyggjum, innan hátíðarhaldið seinnapartin. Lagt varð til brots heilt norð­ ur á Viðareiði. Har ein sera góður biti fekst frá Elisabeth, ið er ættað úr Vági, og rekur matstovu á Viðareiði. Síðani tóku menn sær av løttum og hugdu seg um í góðveðrinum á Viðareiði. Leiðin gekk so til Kunoyar og eftir hesa ferðina stevndi fylgið aftur til Klaksvíkar, tí nú nærkaðist løtan, tá fyrstu akførini alment komu ígjøgnum nýggja tunnilin og hátíðarhaldið í Klaksvík byrjaði í dýrdarveðrið. Og tað var ein góð løta í Klaksvík. Afturvið góðum og glað­um jazzi frá dugnaligum bólki úr Noreg, fekst kaffi og partur av stóru tunilskøkuni. Høvi var at hitta vinir og kenningar, tí her var nógv fólk - sum á ólavsøku, sum tikið verður til. Og tá ein partur av fylg­i­ num aftur stevndi til Havnar og umborð á Smyril, var bil­ røð­in í nýggja tunnlinum so long, at áfast var heilt til Leirvíkstunnilin og bilar komu í hópatali allan vegin úr Havn. Komnir umborð á Smyril var stórsti parturin av ferðini lagdur afturum og klokkan 22 gekk leiðin heim til húsa. Parturin av fylginum, sum varð verðandi eftir í Klaksvík, fór seinni til Run­a­ víkar at liggja nátt og koyrdi síðani allan sunnudagin í Eyst­uroynni og har á leið, fyri at fara umborð á Smyril og til hús sunnukvøld. Ein ógloymandi ferð á tveim­um hjólum fekk ein enda, norðoyingar fingu tunn­il og suðuroyingar eina góðan túr og frítt at fara norð­eftir, tá alt hátíðarhald var av. Men upplivilsini eru avgjaldsfrí og kunnu heint­ast fram ókeypis. Og tunn­ilin er eitt frambrot, ið er norðoyingum, og før­oy­ ing­um annars, væl unt, og sum peikar fram á ta kós, ið samferðslan sum heild eigur at stevna. at fara leygardagin Privatiseringsørskan kúgandi, trælkandi gevur ríkmonnunum kapitalistunum teim fáu fólksins ogn - eyðræning myrkrið fjalir okkara vakra land høgrarákið latið sosialismuna í ein kavrotnan serk tann kúgaða líkasæla fjøldin stendur nekta spillnakin trælalyndi uppreistrarhugurin kódnaður av eitrandi oyðandi roykinum frá listilærdu spekulantunum multinationalu kræddararnir eins og soppar oyða og drepa alt á teirra leið kúgandi stættin niðurbindur fjøldina meðan trælahandilin og trælalívið hevur fríar ræsur sosialistiska hugsjónin vorðin ørindasveinur hjá vandamikla høgrarákinum stórkapitalinum - profittinum privatiseringsgyrndin øsur ta kúgaðu fjøldina mei ei hetta letur sær lynda stríðshuga til verka fer hevjar stríðsbrandin tað blóðreyða stættastríðið mikla brimar í eystanroðanum vandamikla fundamentalistiska rákið má dvína ikki pláss fyri slíkum illgresi í tí nýggja fólkaheiminum tann kúgaða fjøldin ófræls vorðin sætt frælsi ei vit fáa fyrr enn kúgandi kapitalistarnir privatiseringsómennini durafjórðingin fáa tá verður fagnaðarljómur í gildisskála proletaranna so leingi stórkapitalurin spekulantarnir kúga og hóreiggja sær verður stættastríðið sjónligt í orð og gerð gjógvin millum rík og fátæk vorðin djúpari og grefligari materialisman latin í andaligan búna vorðin so hástór, máttmikil sjálvsøkin og kúgandi sum ongantíð áður eins og í tí myrku miðøld ósolidariski skarin í trælaserki ikki medvitandi bæði kúgaður og kúgandi við borgarliga streyminum fylgir mikið gyklaverk telgja sær gudar, um gullkálvin dansa hálovar stórmonnum og kapitalistunum trælur í egnum húsi ljómur úr farnari, myrkari tíð gapandi sálarleysar einaræðisborgir Vit kúgaðu vilja stríðast fyri frælsi, rættvísi og solidariteti tann brennandi, máttmikli, árvakni solidariski skarin fylkist í hóp og stríðsfúsur vil berja niður tað kavráa harkaliðið Kammerátar! tann stríðsreyða socialisman vil sigra! sigurin er í nánd! Skoði samhugafylkingina miklu fløðir innar í fólkaheimið stríðskvæðið ljómar hátt í høll – Brátt lýsir í eystri – 1. mai 2006 Sólmundur Joensen 1. mai 2006: Tann kúgaða ófrælsa fjøldin - Stættastríðið mikla