Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 98 - 23. mai 2006 Hóast uppgávan kann tykjast møtumikil, eru tey ikki so fá ung á útoyggj, ið vilja gera sítt til, at heimbygdini verður lív lagað. Á skeiði herfyri trutu hugskotini hjá útoyggjaungdómum ikki um, hvussu ein kann gerast ungur íverksetari á útoyggj Ung og nýskapan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Herfyri skipaði Útoyggja­ felagið fyri skeiðnum “Ung og nýskapan” á Gjáargarði við Gjógv. 20 ungfólk úr Hattarvík, Kirkju, Hesti, Trølla­nesi, Mikladali, Hús­ um og Skúgvi tóku lut á skeið­num. Og hugskotini til felags evnið: “Hvussu menna vit okkara heimbygd” trutu ikki. Tiltakið kann kanska best lýsast sum eitt skeið í íverk­ setan. Dentur varð lagdur á at greiða teimum ungu frá, hvussu eitt virki verður sett á stovn, og hvørjir møguleikar liggja í at vera sjálvstøðugt vinnurekandi. Steinar og festivalar Umframt at veita kunning var endamálið við skeiðnum eisini at geva teimum ungu á útoyggj íblástur og mót uppá at seta nakað í verk í teirra heimbygd. Til at skunda und­ ir kjakið og skapa íblástur høvdu stigtakararnir fingið ymisk fólk at greiða frá egn­um royndum sum íverk­ setarar. Fakligi parturin av skeið­num byrjaði við, at Hansina Dahl frá virkinum sp/f Steinur, greiddi frá, hvussu hon fekk íblástur og hugskotið til at stovna sítt virki. Steinur inn- og útflytur steinar og flísar, og størsti parturin av arbeiðinum hjá Hansinu er at samskifta og skipa fyri umvegis internet og telefon. At tað liggja nógvir møguleikar í einum slíkum virki, var lítil ivi um. Ikki minst áhugavert var tað í hesum høpi, at Steinur er eitt virki, ið ikki er staðbundið, og tí eins væl kundi ligið á útoyggj. Úr Gøtu var Jón Tyril komin at greiða frá felagnum Grót og G-festivalinum. Hann legði dent á at lýsa, hvussu hugskot kunnu gerast til verulig tiltøk. G-festivalurin er eitt mentanarligt tiltak, men er samstundis eitt slag av vinnuvirksemi. Jón vísti á, at mentan eins væl og handverk av ymsum slag, kann gerast eitt inn­tøku­ gev­andi virksemi, men at tað krevur tol og hart arbeiði. Á útoyggj eru nógv mentanarlig virði, ið uttan iva kunnu gerast vinnuvegur hjá fleiri, men tað krevur at ein hevur hugflog og torir at seta síni hugskot í verk. Ikki minst krevur tað, at ein er sinnaður at taka fíggjarligar kjansir, tí fíggjarligt avkast kemur sjáldan alt fyri eitt, minti Jón á. Aftaná hvørja framløgu vóru spurningar og kjak, og tey ungu hildu seg ikki aftur at spyrja. Tað var týðiligt, at framløgurnar høvdu sett ferð á ikki so fáar tankar um eitt nú, hvussu tilfeingið í nærumhvørvinum kann nýtast til vinnulig endamál, og hvussu ein sjálvur kann skapa sær eitt arbeiðspláss, sum er til gagn fyri ein sjálv­ an og heimbygdina. Aftaná tann fakliga partin av degnum, var hugni og und­ irhald á skránni um kvøldið. Millum annað undirvístu gent­urnar av Húsum og Mikla­dali í Line-dansi, og dansað varð bæði væl og leingi. Meginøki og útoyggj Seinna dagin á skeiðnum vitjaðu luttakararnir virkið Glarlist á Eiði. Tað er Elisa­beth Ellingsgaard, ið hev­ur stovnað virkið, har tey framleiða og selja lutir úr glasi. Elisabeth greiddi teimum ungu frá ar­beið­inum við glasi, hvat tað krevur, og hvussu hon byrjaði sítt virksemi. Hetta var ein sera hugtakandi vitj­an og serstakliga hetta, at tað ikki krevur stórar flottar bygningar at fáa eitt spennandi virki á føtur og at bera seg. Seinnapartin var fyri­ lest­ur um “Nýskapan”, og hvørjar fyritreytir skulu vera til staðar, skal eitt øki mennast. Eisini hevði Rani Nolsø, menningarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu, eina framløgu um íverksetan, og hvat skal til fyri at koma í gongd. Sera eldhugaða framløgan hjá Rana fekk veruliga lív í kjakið um munin millum at virka á einum meginøki við øllum teimum hentleikum, ið har eru, og at skapa virksemi á útoyggj. Tey ungu vóru á einum máli um, at tað liggja nógvir ótroyttir møguleikar á smáplássunum. Samstundis mugu vit síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at sum støðan er í løtuni, er tað truplari at fáa nakað á føtur á útoyggj, og tí krevur tað eisini størri vilja og dirvi av teimum, ið ætla sær undir vinnuligt virksemi á útoyggj. Í bólkaarbeiðinum aftaná fyrilestrarnar fingu tey ungu til uppgávu at orða nøkur uppskot um tiltøk, ið kundu ment teirra heimbygd. Ikki óvæntað, snúðu fleiri av hug­skotunum seg um bøttar umstøður fyri ferðafólka- og farmaflutningi til út­oyggj­ arnar, men eisini um til­ tøk innan ferðavinnuna, smá­ídnað av ymsum slag, skúlar og útbúgvingartiltøk, umframt annað, ið kann fáa fólk at leita sær til út­oyggj­ arnar. Eitt ítøkiligt og sera áhuga­ vert hugskot kom frá einum dreingi av Húsum, sum meinti, at ein “Náttúruskúli” skuldi verið settur á stovn á einari av útoyggjunum. Skúlin skuldi bjóða skeið til m.a. fólk innan ferðavinnuna og øll onnur, ið hava áhuga í kenna føroysku náttúruna betri og læra meir um alt frá plantu- og djóralívi til jarðfrøði, streym o.a. Ein slíkur skúli kundi skapað heilt fitt av arbeiði í eini lítlari bygd, við tað skulu vera fólk á staðnum, ið vísa skeiðsluttakararnum runt á oynni og greiða frá náttúruni har, umframt at tey hava ábyrgdina av mati, gisting, reingerð o.a Nýggir íverksetarar? Í samrøðu við luttakarar eftir skeiðið vístu fleiri á, at tiltakið hevði latið eyguni upp fyri eini heilt aðrari fatan av íverksetan, og at tað ikki var so trupult, sum tey høvdu hildið frammanundan. Hóast fleiri av luttakar­un­ um vóru í iva um, tey fóru at búseta seg í heimbygdini, so hevði tað stóran týdning fyri tey, at heimbygdin bleiv ment. Tosað varð um, at tað ikki var rætt, at ein skuldi kenna seg noyddan at búgva á útoyggj fyri at bjarga oynni, men at tað skuldi vera av áhuga, og tí ein veruliga ynskti at búgva har. Um tey sjálvi kundu hugsað sær at búð á útoyggj, var treytað av møguleikunum fyri inntøkugevandi arbeiði á staðnum. Og hjá fleiri var tankin byrjaður at spíra, at tað kanska fór at verða tey sjálvi, sum skuldu skapa hesar møguleikar. Ung á útoyggj við visjónum Mong áhugaverd hugskot sprettu úr bólkaarbeiðinum hjá teimum ungu Elisabeth Ellingsgaard greiddi teimum ungu frá sínum virki “Glarlist” á Eiði Um kvøldið undirvístu genturnar av Húsum og Mikladali í Linedansi – og dansað var bæði væl og leingi ... 20 ungfólk úr Hattarvík, Kirkju, Hesti, Trøllanesi, Mikladali, Húsum og Skúvoyi tóku lut á skeiðnum