Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 83 - 1. mai 2006 Leygardagin fór eitt fylgi av mot­or­súkkl­ um úr Vági og av Tvør­oyri við kós móti Klaks­vík og nýggja Norðoyatunnlinum. Dýrd­arveðrið leyg­ ar­dag­in gjørdi túr­in ógloymandi. Nýggi tunnilin er stásiligur og at fylg­ ið slapp yvirum við ellisakførum fyrr­a­ part­in gjørdi mun, tí so kundi koyrast í Norðoyggjum leyg­ardagin innan sjálvt hátíðarhaldið. Hó­ast onkur mundi ligið eftir umborð á Smyrli, tí viðkomandi ikki helt vera neyðugt at keypa ferðaseðil, men at ferðin var ó­keypis, eins og aðr­ a­staðni henda dag, so eydnaðist ferðin til fullnar allan vegin og gjørdist hetta ein ógloymandi mot­or­ súkkl­uferð yvir fjøll, undir sund og á bát­a­ dekki Ferðafrásøgn Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Klokkan 06:05 savnaðust eini 15 motorsúkklur úr Pork­ eri og Vági við Posthúsið í Vági og ferðin gekk norður eftir oyggj. Kósin varð greið. Fyrst Smyril á Krambatanga, har motorsúkklur av Tvør­ oyri eisini komu um­­borð. Síðani úr Havn til Klaks­ víkar ígjøgnum nýggja Norð­ oya­tunnilin. Í skemti hava limirnir í fylginum givið sær sjálv­ um heitið Storm Boys, men hvussu er og ikki, so hev­ur heitið fest seg og er hangandi. Ikki ókeypis fyri suðuroyingar Alt gekk sum eftir ánni. Veðr­ið var gott og túrurin við Smyrli góður. Tað gav tó at bíta, tá onkur mundi ligið sjóvarfallið av sær, tí viðkomandi ikki hevði hugsað um at keypa ferðaseðil. Viðkomandi helt nevniliga – kanska ikki heilt av órøttum – at tað var ókeypis at ferðast í Før­oyum henda dagin. Lýst hevði ver­ ið við, at ókeypis var und­ir sundini og við Teist­a­num og Smyrli. Tað sum viðkomandi ikki visti var, at tað ikki gjørdist ókeypis við Smyrli fyrr en sunnudagin. Og neyvan kann nakar siga viðkomandi ringan fyri at hava hildið seg til logiskan hugsunnarhátt, ið vildi sagt, at tá hátíðarhaldið er leygardag, so er tað hendan dag­in, at suðuroyingar - eins og onnur – sleppa ókeypis. Men sum ein Klaksvíkingur segði seinni á degi: - Óluksaliga løgið. Hvat skulu suðuroyingar í hópatal gera her norðuri sunnudagin? Eta restir og síggja norðoyingar hava timb­ur­menn? Presturin, súkklan og hundurin Hvussu var og ikki. Hóast gjaldast skuldi, tí ein kom úr ávísum parti av landinum, so setti hetta ikki dempara á ferðina. Skemtiligt var t.d. at hitta hvalbiarprest á flottari motorsúkklu umborð á Smyrli. Knappliga stóð hann á bildekkinum við lítlum, fittum hundi í føvninginum. Hvar kom hesin frá? Jú, prest­ur hevur vant hundin væl og hevur hesin rættiliga fingið bensin í blóðið, tí tá prstur koyrir motorsúkklu, so situr hundurin í aðr­ari taskuni aftanfyri á mot­or­ súkkluni!! Og brátt sást eitt fylgi á eini 17 motorsúkklur fara úr Havn og norðureftir tíðliga fyrrapartin leygardagin. Tað undraði suð­ur­oy­ ing­ar, so vánaligar koyr­i­ umstøðurnar eru í støðum norðanfyri, í mun til gamla og smala, men tó slætta, asfaltið í Suðuroynni. Við tunnilin í Kald­baks­ botni hava teir fílað asfalt omanav vegnum og onki er koyrt í aftur. Sama er gald­ andi inni í tunnlinum norðuri við Streymin. Fyri ein, ið koyrir á mot­ or­súkklu hevur hetta við sær, at hjólini skifta millum allar tær smáu rufflurnar í vegnum og tað kennist, sum fer súkklan fyrst til vinstru og síðani høgru við skjótum millumbilum. Við øðrum orð­um, so kemur slingur í valsin, og tað er hvørki hepp­ið ella avslappandi og er neyvan heldur í samsvar við ferðslutrygdina. Fyrst ígjøgnum Avtalan var, at klokkan 11 slapp fylgið av hesum mot­orsúkklum sunnast úr Føroyum ígjøgnum Norð­ oyatunnilin saman við elisakførum, ið fóru fyrst­ u­ferð undir sundið tá. Og flestu súkklurnar hava aldur Hugleiðing á tveimum hjólum: Suðuroyingar fingu ikki tunnilsfrítt Klokkan 06:05 savnaðust eini 15 motorsúkklur úr Pork­eri og Vági við Posthúsið í Vági og ferðin gekk norður eftir oyggj