Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 23. mai 2006 17 – Eg eri sinnaður at tosa um, hvørjir møguleikar eru at hjálpa djúp­vatns­ trolarunum, men tað verður tørført. Og studning eri eg slett ikki sinnaður at lata, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Djúpvatnstrolarar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg eri altíð sinnaður at tosa um ymsar møguleikar. Men tað verður torført. Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­ maður í fiskivinnumálum, hevur í dag onki boð upp á, hvussu trupulleikarnir hjá djúpvatnstrolarunum, kunnu loysast. Hann hevur havt fund við umboð fyri djúphavsflotan og ætlanin er at hava ein fund afturat. – Eg siti bara og bíði eftir eini umbøn um at fáa fund í lag, so eri eg til reiðar at møta, sigur hann. Spurningarnir eru bara, hvørjir møguleikarnir eru. – Eg kann so siga eitt bein­ anvegin og tað, er, at eg eri slett ikki sinnaður at gera eina studningsskipan fyri djúp­vatnstrolararnar. Tað verð­ur so ikki við mín­­um til­mæli, at tað verð­ur sett í verk, tí vit royna tvørt­ur­ ímóti at koma burtur úr studn­inginum. Annars er tað sjálvandi ein politiskur spurningur, skoyt­ ir hann upp í. Men tit vóru kortini sinn­ aðir at lata rækjuflotanum studning, hví eru tit ikki eis­ini sinnaðir at veita djúp­ vatnstrolarunum studning? – Rækjutrolarin er í eini serligari støðu, tí har snúði tað seg um at bjarga vunnum rættindum á fjarleiðum. Enda­­málið var at varðveita rækju­flot­an, so at vit ikki mistu okkara rættindi á fjar­ leið­um, so tað kann ikki akku­rát saman­ber­ast við djúp­vatns­trol­arar­nar, held­ ur lands­stýris­mað­urin í fiski­ vinnu­málum. Hann vísir eisini á, at enn hava djúpvatnstrolararnir held­ur ikki biðið um studn­ ing. – Tað, sum djúpvatns­ trol­ararnir hava tosað við okkum um, var møguleikin fyri at fáa fleiri fiskirættindi. Eitt nú vildu teir kanna møguleikan fyri at sleppa at partrola fyri at spara olju og teir hava eisini nevnt møguleikan fyri at sleppa aftur í Barentshavi aftur – Men tað verður tor­ført at útvega teimum fleiri rætt­indum, tí tað er ógvu­ liga avmarkað alla­staðni. Hinvegin eru so bæði par­ trolaraflotin og djúp­vatns­ flotin eyðmerktir, so tað verður ikki lætt at broyta tað, ásannar landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum. – Við tí lógarskipan, vit hava, verður tað ikki víðari, at teir sleppa at at partrola, so tað skal ein politisk við­ gerð til fyri at nakað skal broytast. – Annars er Bjørn Kalsø full­greiðir yvir, hvønn týdn­ ing, djúpvatnstrolararnir hava fyri fiskivinnuna og bú­skapin og serliga fyri tey øki, har teir hoyra heima og eru mannaðir. Tì sigur hann, at hann vón­ar ikki, at trupulleikin verður so stórur, sum Gransk­ ingardepilin fyri økis­menn­ ing vísir á í frágreiðing síni. Og Bjørn Kalsø vil ikki lova nakað í hesum sam­ bandi, men hann held­ur, at tað hevði verið ómeta­liga óheppið, skuldi djúpvatns­ flotin fingið somu lagnu sum rækjuflotin. – Men tað er ikki bara djúp­vatnsflotin, sum hevur trupulleikar av oljuprísinum, tí tað hava eisini aðrar partar av flotanum eisini. Djúpvatnstrolarar: Bjørn Kalsø vil ikki lova nakað Suðuroy – Eg kann ikki lova nakað, men fáa djúpvatnstrolararnir somu lagnu sum rækjuflotin, hevði tað verið ómetaliga óheppið, heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Porkenningar hava fingið sítt egna bygdarsavn og nú verður tað opið fyri almenninginum Siðsøga Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er tað nakað síðani, at porkenningar fingu sítt egna bygdarsavn. Og í summar er ætlanin at hava tað opið fyri al­menn­ inginum fastar tíðir. Opið verður sunnudagar frá klokkan 14 til 17 og annars eftir avtalu við Tórg­ ir Strøm, sum er tann, ið vísir savnið fram. Hann er at hitta heima á tlf 373176 ella fartlf. 573176. Porkenningar siga, at savn­ ið hevur nógvar forvitnis­ ligar lutir úr Porkeri at vísa fram so sum amboð og handa­verk umframt ein hóp av myndum, sum lýsa lívið í bygdini tey seinastu hundrað árini. Bygdarsavnið er í gamla skúlanum í Porkeri, sum í sjálvum sær er eitt prýðiligt listaverk innan. Johan Chr. Dam, sum var ættaður úr Porkeri, æðramálaði hann, og tað mundi vera seinasta æðramálingin, hann legði úr hondum, áðrenn hann doyði. Prýðiligt bygdarsavn opið Porkeris Bygdarsavn er í gamla skúla í Porkeri og har er nógv forvitsnisligt at síggja, sum lýsir