Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tórólv Fagradal, ætt­ aður av Sandi, búsitandi í Tórshavn, andaðist sunnudagin 30. apríl, 75 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Torgerð Petersen, Vestmanna, fer úr Lands­sjúkra­hús­ kapellinum sunnudagin kl. 11.30. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju sunnudagin kl. 14.00. Karolina Clementsen av Sandi andaðist í heiminum 27. apríl, 65 ára gomul. Jarðarferðin verður úr heiminum mánadagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Karo­linu, kunnu lata Missiónshúsinum á Sandi eina gávu. Konta í peningastovunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 2. mai. Atanasius, deyður í 373. Patriarkur í Aleksandria. Var kendur kirkjulærari, og hevur sett saman eina trúarjáttan, sum varð samtykt í Nikæa í 323, og sum ber navn hansara. Starvsdagar hjá SEV Í dag 1. mai 2006 hevur Hans Jákup Petersen, Klaksvík, verksmeistari á Strond, verið í starvi hjá SEV í 30 ár. Herluf Mortensen, Hoyvík, verkfrøðingur, og Stig Nielsen, Eiði, maskinmeistari á Sundsverkinum, hava í dag, 1. mai 2006, starvast hjá SEV í 25 ár. 5. mai 2006 hevur Trygvi Samuelsen, linjumaður, Tórshavn, starvast hjá SEV í 30 ár.       Í dag 1. mai fyllir Katrin Michelsen, fyrrverandi lærari, Tórshavn, sjeyti. Katrin er fødd og uppvaksin í Kaldbak, men ættarbond hennara eru í Kvívík, haðan bæði foreldur hennara vóru. Pápin var Kristian Ludvig Petersen og mamman Elsebeth Malena f. Hansen. Kristian Ludvig fór blaðungur við einum pápabeiggja til Kanada og búði har í nøkur ár saman við íslendskum niðursetum. Hann var m.a. við í kanadiska herinum undir fyrra heimsbardaga. Katrin var bara 3 ára gomul, tá ið hon misti pápan. Eftir sat Elsebeth Malena einkja við 6 børnum og garði at røkja. Við ótrúligum seiggi, lívstreysti og arbeiðsevnum megnaði hon hóast henda svára miss at halda fram, og øll børnini komu væl undan. Elsebeth Malena røkk høgan aldur – var næstan 97 ára gomul, tá ið hon doyði í 1998 – og hon var allar sínar dagar ein sannur savningardepil hjá børnum og barnabørnum og familjum teirra. Áðrenn Katrin fór á Føroya læraraskúla í 1954, hevði hon havt húspláss og hevði eisini staðið í handli í Kvívík. Í læraraskúlatíðini rann saman millum hana og Ólav Michelsen úr Øravík. Tey giftust í 1957 og luku bæði læraraprógv í 1958. Tað fyrsta árið starvaðust tey hvør á sínum stað, Katrin í Kaldbak og Ólavur í Fámjin og á Toftum. Í 1959 fingu bæði starv við Santa Frans skúla og har starvaðist Katrin, til hon í 1964 gjørdist lærari við Tórshavnar kommunuskúla og arbeiddi har uttan slit, til hon við árslok í 1996 fór úr starvi. Ein dyggur smeitur og ómetaliga stór sorg var tað fyri Katrina og døturnar, tá ið elskaði maður og pápi teirra, Ólavur, so brádliga doyði 1. mai 1978, á sjálvum føðingardegi Katrinar. Síðan tá hevur tað hjá Katrini kenst sum um sorg og gleði á hesum degi møtast og – um enn trekliga – taka lógvatak saman og eins og vilja siga hvør øðrum, at í lívinum eru vit noydd at viðurkenna, at bæði eru til og ein partur at lívsins grundkorum. So ræður bara um at lata ljósið frá gleðini vera sterkari enn teir skuggar, sum sorgin kastar. Katrin var øll árini Ólavi ein dyggur stuðul, og uttan hennara stuðul hevði hann ongantíð fingið avrikað alt tað, sum hann legði eftir seg sum blaðstjóri, politikari, høvundur og lærari. Katrin hevur øll árini arbeitt fulla tíð, og burðarfarloyvi var at siga ókent fyribrigdi tey árini, tá ið hon átti børn. Fáar vikur eftir at hon hevði átt, var hon aftur til arbeiðis, so arbeiðsviljin og orkan hava verið ómetaliga stór og hava verið eitt eyðkenni fyri Katrina. Og væl lá fyri at vera lærari, og tað eyðkendi hana, at hon var nærløgd fakliga, og serliga føroyskt og søga vóru hennara yndislærugreinir. Hon gekk sera høgt uppí, at næmingarnir trivust og høvdu tað gott bæði í skúlanum og uttan fyri skúlan, og mong, sum hava havt hana sum flokslærara, munnu minnast aftur á árligu útferðirnar til Kaldbaks. Tað vóru minniligir túrar, sum Katrin og næmingarnir høvdu stóra gleði av. Blíðskapur og gestablídni hava altíð eyðkent Katrina, og mong eru tey, sum gjøgnum árini hava sitið væl heima hjá henni. Hóast Katrin í dag verður sjeyti, so er hon virkin og skipar fyri enn sum áður. Mong sita nú um borðið hátíðardagar, tá ið hon hevur gjørt eina av sínum eyðkendu og góðu máltíðum. Tey seinastu árini hevur Katrin upplivað ta gleði at fáa allar døtur sínar heimaftur, eftir at tær hava búð uttanlands í mong ár. Hon fegnast um hetta og gongur høgt uppí at vitja og fáa vitjan, og mangar hugnaligar og kjakfyltar løtur rundan um borðið í hugnaligu stovu hennara, har øll familjan er savnað, seta sín dám á gerandisdagin hjá henni. Vit – døtur, dótturmenn og ommubørn – ynskja tær, góða mamma og omma, hjartaliga til lukku á hesum runda degi tínum og ynskja tær alt gott í árunum, sum koma. Katrin Michelsen 70 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gjørdu diamantbrúdleyp okkara ógloym­ andi. Takk til tykkum, sum vaktu okkum við sangi. Takk til tykkum øll í missiónshús­ inum, til streingjakórið, familju og vinum, sum hjálptu til at gera dagin møguligan. Takk fyri tykkara stóra hjálpsemi. Takk fyri heilsur, blómur og gávur. Takk til øll tykkum, sum gleddu okkum við at koma í diamantbrúdleyp og heiðra okkum. Harrin signi tykkum øll. Ynskja Jetta og Palli Leygardagin 29. apríl 2006 lótu Beinta av Reyni og Vígdis Petersen upp eina framsýnining við málning­ um og skulpturum v.m. í Galleri Nybro, Nybrogade 30, Keypmannahavn. Framsýningin er opin til og við hósdagin 11.mai. Opið er allar dagar (uttan mánadag) frá kl. 13.00 til 17.00. Beinta av Reyni og Vígdis Petersen: Listaframsýning í Keypmannahavn