mánadagur 1. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 98 - 23. mai 2006
– Tann høgi oljuprís
urin er farin at hótta
djúpvatnstrolararnar,
men fer hann fyri
bakka, verður
tað til óbótaligan
skaða fyri vinnulív,
fólk og húsarhald
í Suðuroy, sigur
Granskingardepilin
fyri økismenning í
nýggjari frágreiðing
Djúpvatns
trolararnir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fara Djúpvatnstrolararnir
fyri bakka, verður tað til
óbótaligan skaða fyri Suður
oy.
Og tað fer at raka bæði
vinnulív, fólk og húsarhald.
Tað staðfestir Granskingar
depilin fyri Økismenning í
eini nýggjari frágreiðing.
Tað eru teir báðir, Dennis
Holm og Bogi Mortensen,
sum hava kannað, hvønn
týdning djúpvatnstrolararnir
hava fyri Suðuroy.
Og teir staðfesta, at bæði
beinleiðis og óbeinleiðis,
hava djúpvatnstrolararnir
sera stóran búskaparligan
týdning fyri Suðuroy.
Teir vísa á, at av teimum
12 djúpvatnstrolarunum
í flotanum, hoyra teir 9
heima í Suðuroy, umframt
at at suðuroyingar manna
ein afturat.
Tilsamans eru einir 130
suðuroyingar við djúpvatns
trolarunum og sostatt hevur
lagnan hjá trolarunum
beinleiðis ávirkan á 100-
130 húski í Suðuroy og tá
eru reiðarar, umsiting og
maskinmenn ikki talt við.
Tilsamans forvinna teir
130 Suðuroyingarnir við
djúpvatnstrolarunum einar
65 milliónir krónur.
Men umframt manning
arpartin, hava flestu djúp
vatnstrolarar eisini ein reið
ara og/ella eina umsiting,
og harafturat hava fleiri skip
maskinmenn á landi, sum
teir eisini løna.
Í fjør forvunnu tilsamans
351 fiskimenn í Suðuroy
góðar 111 milliónir krónur,
ella góðar 315.000 krónur
í miðal.
– Teir 130 menninir við
djúpvatnstrolarunum for
vunnu sostatt 58,5% av saml
aðu lønarútgjaldingunum til
fiskimenn í Suðuroy, hóast,
hóast manningarnar við djúp
vatnstrolarunum bara eru
37% av fiskimonnunum í
Suðuroy, sigur Granskingar
depilin.
Eisini fyri kommunurnar
í Suðuroy hava djúpvatns
trolararnir stóran týdning.
Í 2004 betaltu manning
arnar á djúpvatnstrolarunum
einar 13 milliónir í komm
unuskatti og tað eru eini 12%
av allari skattainntøkuni hjá
kommununum í Suðuroy.
Men djúpvatnstrolararnir
eisini eina óbeinleiðis ávirk
an á búskaparæigu støðuna í
Suðuroy, við tað, at tað eisini
stendst nógv avleitt virksemi
av teimum.
Virksemið, sum er avleitt
av djúpvatnstrolarunum eru
maskinverkstaðir, virki, sum
gera reiðskap, umframt at
bunkring og provintering eis
ini førir virksemi við sær.
Hjá fleiri av hesum virkjum
eru djúpvatnstrolararnir ein
avgerðandi hornasteinur í
virkseminum.
– Trý ártíggju við djúp
vatnstrolarum í Suðuroy
hava gjørt, at flaka- og fiska
virkini í oynni í ávísan mun
hava lagt seg eftir at arbeiða
fisk, sum hesir trolarar
fiska og tey eru sostatt í ein
ávísan mun tengd at hesum
trolarum.
Tey sjey virkini, sum
eru í Suðuroy nú, arbeiddu
sløk 7.000 tons í fyrsta árs
fjórðingi í ár.
Av hesum eru góð 4.200 tons
frá djúpvatnstrolarunum.
Sostatt fingu virkini í
Suðuroy 60% av rávøruni
frá djúpvatnstrolarunum
hendan fyrsta ársfjórðingin
í ár.
Fyrsta ársfjórðing í ár
rindaðu fiskavirkini í Suður
oy tilsamans 14 milliónir
krónur í lønum, og í miðal
vóru 310 fólk til arbeiðis á
flaka- og fiskavirkjunum.
Fiskavirkini í Suðuroy
eru sostatt týdningarmikil
arbeiðspláss og her er talan
serliga um ófaklærd arbeiðs
fólk.
Í Suðuroynni eru fiskavirk
ini millum teir fáu valmøgu
leikarnir hjá ófaklærdum,
ikki minst hjá ófaklærdum
kvinnum.
Metingarnar siga, at fiska
virkini í Suðuroy fara at taka
ímóti 26.000-27.000 tonsum
av fiski í ár.
Hetta er væl meiri enn í
2005, tá ið tey einans tóku
ímóti tilsamans gott og væl
15.000 tonsum. Um hetta
fer at halda, verður arbeiði
á flaka- og fiskavirkjunum í
Suðuroy eisini væl støðugari
í 2006 enn í fjør og tá
Í fjør rindaðu fiskavirkini
í Suðuroy einar 39 milliónir
krónur í lønum, men heldur
gongdin higartil til ár sær,
verður væl meiri virksemi
í ár
Men eisini á annan hátt,
hava djúpvatnstrolararnir
sera stóran týdning fyri
Suðuroy
Teir eru ímillum tær stóru
fyritøkurnar í oynni og eru
sostatt eisini av týdningi fyri
heildina, hvat vinnulívinum
í oynni viðvíkur.
Eitt nú hava trolararnir
fleiri ferðir sett pening í
annað virksemi í Suðuroy.
Sostatt gera trolararnir
sítt til at aðrar fyritøkur og
aðrar vinnur kunnu verða
settar á stovn í økinum – ella
bjargaðar, er tørvur á tí.
Men Granskingardepilin
fyri Økismenning vísir á, at
nú er oljan so dýr, at heldur
hendan gongdin fram, eru
vánalig útlit fyri rakstrinum
í ár.
Djúpvatnstrolararnir brúka
nógva olju og tí hevur olju
prísurin sera stóran týdning
fyri raksturin.
– Tí kann tað seinni í ár vera
neyðugt at finna onkra loysn
fyri djúpvatnstrolararnar
seinni í ár og tað eigur polit
iski myndugleikin helst
longu nú at fyrireika seg til,
sigur Granskingardepilin
fyri Økismenning.
Í samrøðu við Sosialin í
farnu viku, segði Mikkjal
Hammer, reiðari á Steintóri
í Hvalba, at tað er greitt, at
eingin kann í longdini reka
vinnu, sum ikki hongur
saman.
Hann segði, at sum gongd
in er nú, verður í hvussu
so er neyðugt at fáa meira
fyri hvønn litur av olju.
Og jú dýrari oljan verður,
tess verri gerast útlitini hjá
trolarunum, verða eingi stig
tikin til bata.
– Men sum gongdin er
nú, er ikki óhugsandi, at
skipini verða løgd ein part
av árinum, segði hann.
– Tað kenur ikki
upp á tal at djúp
vatnstrolararnir fáa
somu lagnu, sum
rækjuflotin, ið svann
burtur í onki. Men
tað er ongin orsøk
at leypa framav,
heldur Hendrik Old,
formaður í vinnu
nevndini hjá Løgting
inum
Djúpvatnstrolarar
og Suðuroy
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Fara djúpvatnstrolararnir
fyri bakka, hevði tað verið
eitt stórt bakkast fyri fiski
vinnuna. Ikki minst hevði
tað rykt teppið undan vinnu
lívinum í Suðuroy.
– Tí kann tað ikki koma
upp á tal, at lata flotan av
djúpvatnstrolarum svinna
burtur og fáa somu lagnu
sum rækjuflotin fekk.
Hendrik Old, formaður
í vinnunevndini hjá løg
tinginum, er 100% vísir í, at at
flotin av djúpvatnstrolarum
skal bjargast.
Annars hevur granskingar
depilin fyri økismenning
akkurát givið út eina frá
greiðing um støðuna hjá
djúpvatnstrolarunum.
Av teimum 13 djúpvatns
trolarunum, eru teir níggju
í Suðuroy, umframt at onkur
av hinum er mannaður við
Suðuroyingum.
Harafturat avreiða teir
rættiliga stórar nøgdir til
virkini í Suðuroy og tí hev
ur djúpvatnsflotin ómetaliga
stóran týdning fyri Suður
oy.
Granskingardepilin stað
festir at høgi oljuprísurin
er ein hóttan ímóti djúp
vatnstrolarunum og lækkar
oljurprísurin ikki, kann tað
gerast neyðugt við polit
iskum tiltøkum av onkrum
slagi fyri at bjarga flotanum
undan at fáa somu lagnu sum
rækjuflotanum, ið mestsum
er svunnin burtur í onki.
Ongin orsøk at
leypa framav
Ein, sum fær ávirkan á,
hvussu politikararnir takkla
hesa støðuna, er Hendrik Old,
formaður í vinnunevndini
hjá Løgtinginum.
Hann ásannar, at hetta er
ein trupulleiki,
Hann heldur kortini ikki,
at tað er ongin orsøk til at
leypa framav.
– Eg haldi ikki, at vit skulu
mála myndina alt ov svarta,
tí tað skerst ikki burtur, at
djúpvatnstrolararnir hava
havt nøkur góð ár, so hótta
fallið stendur ikki beint fyri
durum.
Hendrik Old heldur tí, at
djúpvatnstrolararnir hava
nakað at standa ímóti við,
hóast rakstrarúrslitið er
versnað.
– Men tað er heilt avger
andi, at varðveita djúpvatns
trolararnar, tí teir hava so
stóran týdning fyri føroyska
fiskivinnu og føroyskan
útflutning. Samstundis eru
teir okkara tryggastu leveran
dørar til flakavirkini allan
veturin.
- Og hvønn týdning teir
hava fyri alla Suðuroy, er
óneyðugt at siga so nógv um
og tí kann tað ikki koma upp
á tal, at lata teir fara.
– Vísir tað seg at vera
fyribils, at oljan er so dýr,
eiga teir at hava fíggjarliga
styrki at standa ímóti. Men
fer oljan ikki niður aftur,
verður hetta ikki bara
ein stórur trupulleiki hjá
lemmatrolarunum, men hjá
so nógvum øðrum eisini
og tí mugu vit fylgja fylgja
gjølliga við gongdini og vita,
hvussu støðan tekur seg upp
tá ið ein tíð er fráliðin.
Men hinvegin hevur
Hendrik Old í løtuni onga
pantentloysn upp á, hvussu
trupulleikin skal loysast.
Kortini ásannar formað
urin í vinnunevndini, at
studningur er ikki tað, sum
liggur fremst í huga og tað
verður helst allarseinasti
útvegur.
Tá kundi Hendrik Old held
ur hugsað sær, at møguleik
arnir at útvega trolarunum
betri møguleikar at fiska,
tó at hann ásannar, at økt
veiðirættindi hanga ikki á
trøðunum.
Eitt nú vísir hann á, at
kvotan hjá lemmatrolarunum
av toski og hýsu undir Føroy
um er munandi minkað. Men
hann sigur, at tað er eitt krav
frá honum, at hon verður sett
upp aftur næsta fiskiári, sum
byrjar í september.
Men hann heldur eisini, at
lemmatrolararnir skulu fáa
møguleika at partrola onkur
tíðarskeið fyri at spara olju
og tann møguleikan heldur
hann, at politiski myndug
leikin eigur at viðgerða við
vælvild.
Annars vísir hann á, a
vit hava kvotu undir Eystur
grønlandi, í Norðsjónum og
Barentshavinum og hann
heldur, at vit eiga at kanna
eftir, um tað ber til at lata
djúpvatnstrolararnir fáa
meiri burturúr teimum.
Hann heldur somuleiðis, at
tað er ikki annað enn rímiligt,
at
djúpvatnstrolararnir
sleppa aftur í Irmingarhavi
at royna, halda teir, at tað
er ein loysn, sigur Hendrik
Old.
– Eg haldi, at bæði Fiski
málaráðið og Skipini eiga
at fara av álvara til verka at
útvega djúpvatnstrolararnir
betri møgueleikar at fiska,
leggur formaðurin í vinnu
nevndini afturat.
– Hinvegin er tað alt
avgerandi, at djúpvatnstrol
ararnir framvegis sigla út
frá Suðuroy og eisini avreiða
sum mest í oynni, leggur
hann afturat.
Grundvøllurin undir
Suðuroy farin at rilla
Grundarlagið skal ikki rykkjast undan Suðuroy
– Fiskimálaráðið og
djúpvatnstrolararnir eiga at
fara til verka avb álvara fyri
at kanna møguleikarnir at
geva djúpvatnstrolarunum
betri veiðimøguleikar, sigur
Hendrik Old, formaður
í vinnunevndini hjá
løgtinginum