mánadagur 1. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 83 - 1. mai 2006
Tað fer eisini at
ávirka Føroyar, at
altjóða dómstólurin
hevur staðfest, at
ongin kann tvingast
at vera limur í
einum fakfeløg. Í
kjalarvørrinum
á dóminum er
væntandi, at
fakfeløgini fara at
skerpa kósina ímóti
arbeiðsgevarum, so at
tað bara eru limirnar
í fakfeløgunum,
sum fáa tey rættindi,
sum limaskapurin í
fakfeløgum gevur
Arbeiðsmarknaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er onki at ivast í, at
eini Føroyar verða ávirkaðar
av úrskurðinum, sum varð
feldur í altjóða dómstólinum
í Strasburg fyrr í ár.
Tað staðfestir Páll Niel-
sen.
Páll Nielsen er løgfrøðingur
við serligum kunnleika til
arbeiðsmarknaðin.
Á aðalfundi í Føroya
Arbeiðarafelag
herfyri
greiddi hann frá, hvussu
hann heldur, at dómurin er
at ávirka arbeiðsmarknaðin
í Føroyum.
Hann vísir á, at ein
meginregla í fyristingar-
lógina, er, at mannamunur
skal ikki gerast á fólki.
– Tað merkir, at allir
borgarar skulu viðgerast
eins. Tað merkir eisini, at
tá ið ein søkir starv, ella
søkir um byggiloyvi, hevur
tað ongan týdning, hvørja
trúgva, viðkomandi hevur,
hvønn húðalit, viðkomandi
hevur ella, hvørjum felag,
viðkomandi er limur í.
– Av hesum sama hava
dómstólar og løgfrøðingar
í
ártíggjur
havt
ta
áskoðan, at úrvalsavtalur
eru ólógligar á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Kortini hevði Starvs-
mannafelagið úrvalsavtalur
við landsstýrið, men fyri
nøkrum
árum
endaði
eitt slíkt mál í rættinum,
har
ein
starvsmaður
kravdi, at hann kundi ikki
tvingast til at vera limur í
Starvsmannafelagnum fyri
at kunna arbeiða á hesum
ávísa arbeiðsplássinum.
Og hann fekk viðhald í
rættinum, tí niðurstøðan í
dóminum var, at hann hevði
ikki skyldu til at vera limur
í Starvsmannafelagnum fyri
at arbeiða á einum ávísum
almennum stovni, hóast tað
stóð í sáttmálanum.
Brot á mannarættindi
Men fyrisitingarlógin er
ikki galdandi á privata
arbeiðsmarknaðinum.
Á
privata
arbeiðs-
marknaðinum kunnu par-
tarnir í grundregluni avtala,
hvat teir vilja.
– Kortini eru nógvar lógir,
bæði í Føroyum og altjóða
lógir, sum partarnir mugu
laga seg eftir.
Ein av hesum altjóða
lógum er mannarættinda-
dómstólurin.
Higartil hava løgfrøðingar
tulkað
lógina
so,
at
mannarættindadómstólurin
forðar ikki fyri at hava
úrvalsavtalur á arbeiðs-
marknaðinum.
Teir hava havt ta áskoðan,
at ætlanin við lógunum
um
mannarættindini
hevur ongantíð verið,
at tær skuldu stýra sátt-
málaviðurskiftunum
á
arbeiðsmarknaðinum.
Men fyri nøkrum árum
síðani kærdu tveir danir til
mannarættindadómstólin
og kravdu, at danski
staturin varð dømdur av
viðurkenna, at tað er brot á
mannarættindasáttmálan at
hava úrvalsavtalur í Dan-
mark.
Fyrr í ár fall dómurin og
teir báðir danirnir fingu
viðhald.
– Sostatt hevur altjóða
dómstólurin
staðfest,
at tað er brot á manna-
rættindasáttmálan at krevja,
at fólk skulu vera limir í
ávísum fakfelag fyri at fáa
arbeiði, sigur Páll Nielsen.
Samstundis staðfestir
føroyska stýrisskipanarlógin
at løgtingslóg hevur ikki
gildið, tá ið hon gongur ímóti
millumtjóða sáttmálum.
– Sostatt mugu vit
staðfesta, at dómurin í manna-
rættindadómstólinum eisini
fær avleiðingar í Føroyum.
Arbeiðsgevarar
strongja á
Páll Nielsen sigur, at hetta
hevur ført við sær, at
arbeiðsgevarar eru longu
farnir at strongja á fyri at
fáa tað sett úr gildi, at talan
er um úrvalsavtalur.
– Semjast partarnir á
arbeiðsmarknaðinum ikki
um at strika ásetingarnar um
úrvalsavtalur, er væntandi,
at politikarar fara at royna
at fáa Løgtingið at seta bann
fyri úrvalsavtalum.
Páll Nielsen sigur, at
grundgevingin verður uttan
iva, at føroyingar kunnu
ikki koma sær í vanda fyri
at fáa dóm fyri at hava brotið
mannarættindini.
Hann sigur, at sum
støðan er nú, hava hvørki
arbeiðsgevarar ella arbeiðs-
fólk skyldu til at virða
ásetingarnar í sáttmálunum
sum sigur, at tey skulu
vera limir í einum ávísum
felagi.
– Eftir dóminum hava
hvørki arbeiðsgevarar ella
arbeiðsfólk skyldu til at virða
tann partin í sáttmalanum
sum sigur, at tey skulu vera
limir í einum ávísum felag
fyri at kunna arbeiða.
Tað merkir so eisini, at
tekur arbeiðsgevari fólk
í arbeiði, sum ikki eru
limir í einum felag, kunnu
fakfeløgini onki gera við
tað.
– Eftir lógini kunnu
arbeiðsfólk ikki longur nokta
at arbeiða saman við fólki,
sum ikki eru limir í einum
fakfelag, tí tað vildi verið
brot á tænastuskyldurnar.
Skerpa tónan og
upplýsa meiri
Páll Nielsen vísir á, at í
Danmark eru tað mong,
sum melda seg úr vanligu
fakfeløgunum og melda
seg inn í alskyns alternativ
feløg.
Men tað er ein sannroynd,
at hesi feløgini geva ikkis
serliga stór rættindin og hava
ofta vánaligar eftirlønir og
lívstryggingar.
Hann
reisir
síðani
spurningin
um,
hvat
fakfeløgini kunnu gera,
fyri at varðveita limirnar og
forða fyri, at teir rýma úr
feløgunum.
– Fakfeløgini kunnu
sjálvandi gera skipanir, sum
gera tað lokkandi at vera
limur í einum fakfelag. Men
ikki minst kunnu fakfeløgini
gera eitt upplýsandi arbeiði,
har tey greiða frá teimum
fyrimunum, sum eru við at
vera limir í einum fakfelag.
Tað heldur hann vera
serliga
átrokandi
hjá
fakfeløgunum
Í hesum sambandi hugsaði
hann um, at fakfeløgini hava
felags lívstryggingar og
eftirlønarskipanir.
At talan er um felags
skipanir, ger, at tær eru
nógv bíligari enn tær
høvdu verið, um hvør
einstakur sær, teknaði
sína egnu lívstrygging og
eftirlønarskipan.
– Alt hetta eru munandi
fyrimunir við at vera limur
í einum fakfelag, segði Páll
Nielsen.
– Ein annar máti er at
royna at forða fyri, at tey,
sum ikki vilja vera limir í
fakfelag, av sær sjálvum fáa
somu rættindi og sømdir,
sum fakfeløgini við stríði
hava vunnið sínum limum.
– Kann tað veruliga bera
til, at tey, sum ikki vilja vera
limir í einum fakfelag, skulu
fáa tey rættindi borin upp í
hendurnar, sum fakfeløgini
bróta nasar fyri at vinna
sínum limum, spurdi hann.
Hann vísti eisini á, at
tey, sum eru limir í einum
fakfelag, eru eisini vard
av sáttmálanum, sum er
galdandi, men tey, sum ikki
er í einum fakfelag, hava
ikki hesa trygdina.
– Tey mugu hvør sær hugsa
um síni egnu rættindi og tí
kunnu tey koma rættiliga illa
fyri av tí sama, tá ið tað er
okkurt, tey gloyma at hugsa
um á vegnum.
Kortini
væntar
Páll
Nielsen, at arbeiðsgevarar
óformliga fóru at tryggja
øllum somu sømdir, men
sum so er ongin trygd í tí.
Men
hann
væntar
eisini, at ein avleiðing
av dóminum í Strasburg,
verður, at fakfeløgini fara
at skerpa kósina mótvegis
arbeiðsgevarunum á hesum
øki og fara at krevja, at tað
verður gjørt púra greitt,
at tað vera bara limirnir í
fakfelagnum, ið hava tey
rættindi, sum eru nevnd í
sáttmáslanum, og ongin
annar
Tí metti Páll Nielsen
eisini, at samanumtikið fer
tað eisini framyvir at verða
torført at standa uttanfyri
fakfeløgini, hóast summi
kunnu freistast til tað eftir
úrskurðin í mannarættin-
dadómstólinum.
Fakfeløg skerpa kósina
ímóti arbeiðsgevarum
Tekur arbeiðsgevari fólk í arbeiði, sum ikki eru limir í einum felag, kunnu fakfeløgini onki gera við tað, sigur Páll Nielsen,
løgfrøðingur. Men hann metir samstundis, at samanumtikið fer tað eisini framyvir at verða torført at standa uttanfyri fakfeløgini,
tí fakfeløgini hava so nógvar fyrimunir at bjóða limunum
Stutt um úrvalsavtalur
At talan er um úrvalsavtalur merkir, at Limir í fakfeløgunum
kunnu bara arbeiða hjá limum í arbeiðsgevarafelagnum
og arbeiðsgevarar kunnu somuleiðis bara hava limir í
fakfeløgunum til arbeiðis. Úrvalsavtalur bindur sostatt
báðar partar.
Men nú hevur altjóða dómstólurin í Strasburg komin til
ta niðurstøðu, at úrvalsavtalur eru ólógligar. Sostatt kann
ongin tvingast at verða limur í einum fakfelagi.
FAKTA