Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 23. mai 2006 15 brúk fyri 30 monnum aftrat Dánjal sigur, at skipini væntandi verða klár at fara avaftur bedingini í hesi vik­ uni. Hann sigur, at í løt­uni vita teir einki um nakra aðra leingjan av stál­skip­um á Skála, men á Tórs­havn­ ar Skipasmiðju hava teir eisini sett upp í vestmanna­ trolararnar hjá Tummasi Christhopersen. Onnur skip Annar av nýggju trolarunum hjá P/F Beta í Saltangará, sum eldur kom í fyrr í ár, hevur leingi ligið við bryggjukantin á Skála, men her hevur skipasmiðjan havt minsta partin av arbeiðnum sjálv. – Vit hava bara tikið okk­um av sentralhitanum um­borð á skipunum, sigur hann. Tað eru Byggiservice og El-Service á Skála, sum hava staðið fyri arbeiðnum at umvæla skipið, sum ætl­ andi skal verða liðugt í hesi vikuni. Seinastu dagarnar hevur systurskipið hjá Stelki, Bak­ ur, eisini ligið við bryggju­ kantin á Skála. Bæði skip­ini skulu nevniliga hava kryvji­ maskinur. Tað er maskin­ verkstaðurin FJM við Fjøru­ vegin í Runavík, sum tekur sær av hesum arbeiði. Napoléon og Teistin Tvey onnur arbeiði, sum Skipa­smiðjan á Skála eis­ini hevur at gera, er um­bygg­ ing av fyrrverandi rækju­ trolaranum hjá Torbirni Ja­cobsen, Napoléon, sum leir­víkingar nú eiga. – Hetta er stórarbeiði. Maskinan skal umbyggjast til tungolju, og haraftrat skal skipið setast í stand, áðrenn tað fer aftur til fiskiskap, sigur Dánjal Andreassen. Nú mánadagin tóku arbeiðs­ menninir á skipasmiðjuni eisini strandfaraskipið, Teist­ an, í dokkina á Skála. – Skipið kemur til árliga klassing og skal eisini málast alt, sum tað er. Ætlandi verð­ur Teistin klárur at fara í sigling aftur um einar fjúrt­an dagar ella so, sigur umsitingarleiðarin. Stórur russari Í vikuni kemur eisini ein stórur russari á Skála. Skipið er 120 metrar langt og skal í dokkina, har eitt nú skrúvubløð skulu skiftast, eins og botn-og síðuventilar skulu eftir­ hyggj­ast og møguliga skift­ ast. Aftrat hesum skal skip­ ið málast, sam­stundis sum annað við­líka­hald skal ger­ ast um­borð. – Vit hava verið noyddir at siga fleiri arbeiði frá okkum, sigur Dánjal Andreassen. Hann vísir á, at skipa­smiðj­ an hevur sagt einar tveir russarar og eini tvey føroysk skip frá sær, og hetta kemst serliga av, at dokkin er fult bookað í alt summar. – Vit noyðast eisini at hugsa um, at tað stundar móti feriutíð, og meðan tann tíðin er, kunnu vit vænta at hava uppaftur minni fólk at taka av, sigur hann. Nógv stál Men tað eru ikki bara skipini, sum geva teimum, ið starvast hjá skipasmiðjuni á Skála, teir nógvu arbeiðstímarnar. – Vit hava eisini gjørt stór­ arbeiði fyri brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti, og vit skulu eisini gera stórarbeiði fyri KOB-brennistøðina á Hjalla. Dánjal Andreassen sigur, at arbeiði, sum gjørt er fyri IRF, í høvuðsheitum snýr seg um útbúnað og filtur til reinsan av royki. Uppi í hesum er so eisini sandblásing og máling av stáli, sum verður sett upp á brennistøðini. – Hetta eru um krøv, ið verða sett til slíka brenning, sum nú skulu fáast frá hond­ ini. Hann sigur, at arbeiði á brennistøðini á Hagaleiti nú er farið at halla, og síðan verður farið undir at gera nøkulunda sama arbeiði fyri brennistøðina á Hjalla, har teir eru í ferð við at stoypa fundamentið. – Jú, hetta er stórarbeiði, ið tilsamans snýr seg um eini 120-130 tons av stáli, sigur Dánjal Andreassen, umsitingarleiðari, at enda. Teir eru skornir sundur miðskips, og síðan er ein sektión, sum er 1,8 metrar long, sett upp í skipini Skála Skipasmiðja hevur stóran týdning fyri handverksvinnuna á Skála og í Eysturoynni sum heild