Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2006 11 Eg sá smílibondini hjá Tobba fyri mær, tá ið ein tíð­ind­a­ sending fyri og onnur eftir, alla stilluviku á tamb, tóku fyrispurningin upp, sum snúði seg um m.a. at flyta Tekn­iska skúla úr Havn til Klaksvíkar. Tað vóru ikki bara fjøl­ miðlarnar, sum fóru uppfrá, men so sanniliga eisini fleiri av politikarum okkara, bæði úr løgtingi og landsstýrið. Enntá landsstýrismaðurin í Almanna og Heilsumálum valdi at seta tíð av til at svara fyrispurninginum, sum ann­ ars var settur til Jógvan á Lakjuni. Nú veit eg ikki hvat í norð­ oy­a­tin­g­menninir siga til alla hesa uppmerksomheit, sum fyrispurningurin hjá Tobba fær, men í mínari verð var hasin parturin av fyrispurninginum, sum snúði seg um at flyta Tekniska skúla í Havn til Klaksvíkar, eitt ekkó av tí, sum eg havi hoyrt óteljandi ferðir áður. Og eg haldi ikki, at eg fari skeiv, um eg haldi meg hava hoyrt norðoyatingmenninar sagt nakað tað sama um Tekn­ iska skúla, sum Tobbi sigur. Men uttan at fjølmiðlarnir yvirhøvur hava varnast tað. So onkursvegna megnar Tobbi at tosa við eini rødd, sum hoyrist. Og her kemur undirritaða so eisini við inn á banan, sum annars ikki tók tann part­in, sum snúði seg um at flyta tekniska skúla í Havn til Klaksvíkar í álvara. Av tí einføldu orsøk at eg veit, at Tekniski skúlin í Havn verð­ur ikki fluttur. Eg tori at leggja høvdið á blokkin fyri, at ongin løgtingslimur, kemur at atkvøða ímóti tí uppskotinum, sum er í nevnd, og sum snýr seg um at játta pengar til at fíggja bygginh av einum nýggjum Tekniskum skúla í Havn. Alt annað vildi eisini verið óð­a­mannaverk. Havi sjálv ar­beitt á Tekniska skúla í Havn í trý ár. Og hóast sera ótolandi hølisumstøður, so er ongin ivi um, at næm­ ing­ar, lærlingar og hand­ verk­ar­a­vinnan ynskja at skúl­in skal verða í Havn. Skúl­in hevur ment sína ment­an og umhvørvi her í høvuðsstaðnum, og tað er tí ikki nakað, sum tú kanst avritað niður í eitt annað øki. Eitt er at rokna tøl út á einum excellarkið. Men hesi tøl siga onki um trivna, áhuga, ídni og mentan. Nú fær Pól Michelsen í les­arabrævið í farnu viku tað at síggja út sum um, at Tjóðveldisflokkurin er fyri at leggja teknisku skúlarnar saman. Men tað er ikki rætt! At meir enn tann eini limirin hevur tosað fyri hesum ger tað ikki til floksins støðu. Eg hugsi eisini, at Pól Michelsen lætt­iliga kundi funnið fleiri tinglimir í Fólkaflokkinum, sum kundu sagt tað sama sum Torbjørn. Men fyri tað er tað neyvan Fólkafloksins støða. Sjálvt landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, umboðandi Fólk­a­ flokk­in segði í ùtvarpinum í stilluviku, at tað hevði ver­ið skilagott, at lagt skúl­ ar­nar saman, men tann re­al­politiska støðan var nú ein­a­ferð soleiðis, at tað bar neyvan til. Og tað var útfrá tí realpolitisku støðuni, at hann var noyddur at handla. Og tað var tí, at hann ikki legði skúlarnar saman, og ikki tí, at hann sum um­­boð­ andi Fólkaflokkin í lands­ stýrinum ikki helt, at tað var rætt. Og tá ið Pól Michelsen heldur so hánt um tað, sum eg havi ført fram um fíggingina av Tekniska skúla, so skilji eg ikki hesar at­finningar. Eg kann bara minna hann á, hvat í hann sjálvur segði um fíggingina av Hovs tunnlinum. Tá var hann, sum tann einasti fólk­ a­flokspolitikkarin, sum kravdi, at tunnilin skuldi fíggjast sum vanlig íløga, har í játtað varð tað á fíggjarlógini, sum tað kost­ aði tað árið. Soleiðis at virksemi sást aftur á fíggj­ ar­lógini. Men nú knappliga er PM farin í kórið hjá teim­um sum siga, at hesin fígg­ingarháttur er ikki so tídn­ingarmikil kortini. Um Tekniski skúlin sum nú ætl­ andi skal byggjast hevði ver­ ið fíggjaður eftir vanligari mannagongd, har virksemi sást aftur á fíggjarlógini, so hevði tað merkt, at avsettar vóru einar 35 til 40 mió kr í fýra ár. Meðan samgongan velur eina loysn, har hon sig­ ur 9 mió kr í 20 ár. Við tí avleiðing, at skúlin verður 30 mió kr dýrari samanlagt, og við tí avleiðing at virksemi í samfelagnum ikki sæst aftur á fíggjarlógini. Men eftir at skattalætti er givin uppá 240 milliónir krónur, avgjøld tik­ in av B&O anleggum, rakstr­ arstuðul innførdur aftur til vinnulívið, osfr alt meðan undirskotini á fíggjarlógini eru fleiri hundrað milliónir, so má man gera okkurt kre­ a­tivt. Og hví ikki bara seta virksemi í gongd nú og senda rokningina út í framtíðina. Eitt er fíggingarhátturin annað hvør skúli skal byggj­ ast. Tjóðveldisflokkurin hevur saman við Pól Michelsen hild­ið fast um at byggja ein miðnámsskúladepil við Marknagil ið kundi hýst øllum trimum mið­náms­skúl­ u­num í Havn. Men tann ætl­ anin er nú punkterað, við hjálp frá PM. Bara tí at ein av einogtjúgu er ímóti. Men ikki nóg mikið við, at mann droppar mið­náms­ skúladepilin. Men tað, sum verri er, er, at mann onki projekt hevur sett í staðin. Landsstýrismaðurin hevur fram­vegis ikki gjørt av, hvør skúli skal byggjast. Hann bið­ur bara um pengarnar, og so skal hann finna útav aftaná, at Løgtingi hevur játt­að honum pengarnar ein­a­ferð í næstu viku, hvat hann skal brúka pengarnar til. Frá tingsins røðarapalli segði hann, at tað fór hann at finna útav aftaná, at tingið hevði játtað pengarnar! Soleiðis hvílir tann breiða semjan á éinum herðum. So samanumtikið verður uttan iva einmæld semja í ting­inum fyri uppskotinum at játta fígging til bygging av Tekniska skúla í Havn. Við sitandi samgongu er onki alt­ ernativ fyri skúlanum Hetta sær jú út til at verða einasti mátin, ið samgongan unn­ir handverkaravinnuni ein tekniskan skúla. Men at talan er um ábyrgd­ar­ leysa mannagongd bæði í fíggingini og í fyri­reik­ ing­­ini, er harmiligt. Tí tað fyrireikandi arbeiði við­víkj­ andi skúladeplinum var klárt, tá ið sitandi samgonga tók við, og fíggjarpolitikkurin frá 80-árunum var jarð­lagd­ ur. Men samgongan hevur megnað at punkterað tað fyri­ reikaða arbeiðið og kveistrar fíggjarstýring fyri borð. Júst afturkomin av utt­an­ lands­ferð í arbeiðsørindum frætti eg stórtíðindi. “Ongin fram­tíðar flogvøllur á Skorð­ hæddini”. Havi higartil livað í tí trúgv, at “konsensus” í flogvallamálinum var, at 3 alternativir møguleikar fyri framtíðar flogvølli skuldu kann­ast til botns nevnliga Skorðhæddin, Glyvursnes og Søltuvík. Úrslitini skuldu so kunngerast, og tað staðið sum var best egnað og hevði flestu fyrimunirnar sigraði. Tíverri havi eg ikki hoyrt grundgevingarnar frá Bjarna Djurholm fyri at sleppa æt­l­ a­nunum á Skorðhæddini end­a­liga. Siti við nøkrum spurningum, sum eg vóni at vinnumálaráðharrin svarar í bløðunum, tí seinasta freist at seta munnligar spurningar í Løgtinginum er farin. 1. Hvørjar nýggjar, vítt­ fevnd­ar og nágreinligar kann­­ingar hevur Bjarni Djur­ holm sett í verk á og rund­ anum Skorðhæddina. Hvat vísa hesar og hvat hava tær kostað? 2. Sama spurning viðvíkjandi Glyvursnesi og Søltuvík ? 3. Hvat gjørdi, at flog­vall­a­ møguleikin í Suðureysturoy endaliga bleiv sleptur ? 4. Skorðhæddin liggur í Nes kommunu. Hvat sam­ skifti hevur verið við Nes kommuna umframt hinar grann­akommunurnar kring fjørð­in í samband við kann­ ing­arnar, og eru tær kunnaðar um úrslitið? 5. Stendur sam­gong­an aft­an fyri nið­urstøðuna hjá ­lands­ stýr­ismanninum? Seinasta fráboðaða ætlanin frá landsmyndugleikunum fyri Suður Eysturoy, var ein brúgv tvørtur um inn­ sigl­ingina til Skál­a­fjørð­in. Hetta hóast Nes, Runavíkar og Sjóvar kommuna í fel­ ag arbeiddu við eini tunn­ ilsloysn, ið skuldi fremjast uttan kostnað fyri landið; ynski um brúgv er ikki kom­ ið frá fjarðbúgvum. Um risa verkætlanin at sam­binda Suðurstreym og Suð­ureysturoy við einum und­ir­sjóvartunnli eydnast, verð­ur nógv avlopstilfar, ið kundi verðið nýtt til ger av flogvølli. Loysnirnar mugu vit finna í felag, og stað­ bundnu myndugleikarnir eiga at takast við í størri mun, enn talan hevur verið um higartil.­ VIÐMERKINGAR Hvat er ætlanin Bjarni Djurholm landstýrismaður? Kári P. Højgaard løgtingsmaður Tekniskir trupulleikar í samgonguni Annita á Fríðriksmørk løgtingskvinna Hvat snýr klass­a­ stríð­ið seg um í okk­ara tíð? Tað fara Ing­eborg Vinther og Jó­annes Eidesgaard at umrøða á 1. mai tiltaki, sum Suð­­ur­ streymoyar Javn­ aðarfelag skipar fyri í Miðlahúsinum í Vágsbotni mán­a­ dag­in eftir 1. mai fundin á Vaglinum 1. maidagshald Tíðindaskriv frá Suð­ur­ streymoyar Javnaðarfelag Spurningurin um, hvat klass­astríðið í dag er – hvat innihaldið er og hvussu klassastríðið vísir seg – hevur verið frammi hetta seinasta árið. For­ mans­frágreiðingin á Landsfundinum er tulk­ að soleiðis, at Javn­að­ar­ flokk­urin hevur avsagt klass­a­stríðið. Onnur hava tulkað útsagnir frá fakfelagsleiðarum so, at nú er mótparturin hjá teim tímaløntu ikki longur arbeiðsgevararnir, men mánaðarløntu løn­tak­ ararnir. Men hvat halda so tveir av høvuðsleikarunum um støðuna, tá svarini skulu hvessast og bara spurningurin um klassastríðið og høv­uðs­ uppgávurnar hjá ar­beið­ ararørsluni skal viðgerast? Hvørjar tulkingar eru tær røttu og hvørjar nuansir eru, verða vit vónandi klók­ari um eftir tiltakið. Ætlandi fara tey at um­røða bæði heimligar og altjóða spurningar. Ikki minst spurningin um, hvussu klassastríðið hætt­ar sær í heimshøpi, nú búskaparligu mørkini kámast og frælsi alt meira merkir ótálmaðir virk­is­ møguleikar hjá kapi­tal­i­ num. Eisini hugni og tón­leik­ ur Umframt Ingeborg og Jóannes verður eisini tón­leikaframførsla. Trou­ badururin Sámal Ravns­ fjall, sum jú er royndur 1. mai sangari, verður eisini við á tiltakinum, har hann fer at framføra nøkur av sínum góðu løgum. Og annars kunnu fólk hugna sær við práti og skemti afturvið einum drekk­amunni. Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágs­ botni, tá 1. mai fund­ur­ in hjá Havnar Ar­beiðs­ mannafelag er liðugur. Suðurstreymoyar Javn­ að­arfelag bjóðar øllum at verða vælkomin á 1. mai tiltakið. Klassastríð í Miðlahúsinum Carita Björklund heldur fram sum forkvinna í Norr­øna Felagnum í Før­ oy­um, og Hallstein Sig­ urðs­son heldur fram sum næstformaður. . Á aðalfundinum í mars bar Heðin M. Klein seg undan afturvali. Hann var nevndarlimur í Norrøna Felagnum í Føroyum í 22 ár. Fyri hann varð El­in Michelsen vald í nevndina. Hallstein Sigurðsson varð afturvaldur. Hini í nevn­dini eru Kári á Rógvi og Eyrith Leyni. Slættanes Seinasta freist hjá lim­u­ num at tekna seg til út­ferð­ ina hjá Norrøna Felagnum í Føroyum til Slættanes leygardagin 17.juni er 8. mai. Farið verður við bussi úr Havn til Sørvágs, haðani siglt verður norðurum til Slætt­a­nes. Eftir steðgin á Slættanesi verður siglt á Oyrargjógv og so við bussi aftur til Havnar. Carita forkvinna í Norrønafelagnum