mánadagur 1. mai 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 98 - 23. mai 2006
– Vit eru 75 mans
til arbeiðis á skipa
smiðjuni, men
kundu saktans havt
einar 30 mans aftrat,
serliga sveisarar
og maskinsmiðir.
Vit hava ikki søkt
eftir fólki, men
hava lænt fólk frá
øðrum verkstøðum,
sum vit hava gott
samstarv við, sigur
Dánjal Andreassen,
umsitingarleiðari
Handverksvinna
Orð & myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Skipasmiðjuni á Skála
hava teir úr at gera, og
soleiðis, sum út sær í løtuni,
verður eisini nógv at gera á
skipasmiðjuni teir næstu
mánaðirnar.
Skip verða longd, og skip
verða bygd um til tungolju.
Onnur eru til árligt eftirlit,
og uppaftur onnur eru til
viðlíkahald og neyðugar
umvælingar.
Bæði við bryggjukantin, í
dokkini og uppi á landi eru
menn til arbeiðis.
Stórt og umfatandi arbeiði
verður gjørt fyri brenni
støðina hjá IRF á Hagaleiti,
og stórt arbeiði skal gerast
fyri KOB-brennistøðina á
Hjalla.
Talan er í fyrsta lagi um
skering, sveising og levering
av eini 120-130 tonsum av
stáli, sum skal verða við til
at reinsa roykin, sum kemur
frá brennistøðunum.
Hetta er gomul krøv, sum
nú skulu fáast frá hondini á
báðum brennistøðunum.
Letur væl at
– Dokkin, sum er tann
einasta í Føroyum, er at
kalla fult bookað fram
til august mánaða, sigur
Dánjal Andreassen, sum er
umsitingarleiðari á Skipa
smiðjuni á Skála.
Hann letur væl at, nú
so nógv er at takast við á
skipasmiðjuni, men við tí
fólki, sum tókt er til arbeiðis,
krevja hesi arbeiði góða og
holla stýring og dugnalig
arbeiðsfólk.
– Jú, eg haldi, vit kunnu
siga, at tað sum heild gongur
væl í hesi vinnu í løtuni,
sigur Dánjal Andreassen.
Tørva arbeiðsmegi
– Vit kundu saktans brúkt
einar 30 mans aftrat, soleiðis
sum gongdin er, serliga
sveisarar og maskinsmiðir,
sigur hann.
Spurdur, sigur umsitingar
leiðarin, at skipasmiðjan
hevur ikki søkt eftir fólki,
men teir hava spurt seg fyri
hjá øðrum verkstøðum.
– Men líkt er til, at allir
hava nóg mikið at gera.
Dánjal sigur, at skipasmiðj
an hevur gott samstarv við
onnur verkstøð, og tí hevur
smiðan stundum kunnað
lænt fólk aðrastaðni, tá ið
mest hevur verið at gera.
– Vit hava soleiðis eisini
lænt nakrar av okkara monn
um út, tá ið aðrir hava havt
brúk fyri fólki, og vit hava
kunnað umverað onkran
mann her hjá okkum.
Leingingar
Tá ið Sosialurin vitjaði á
Skála seinast í farnu viku,
stóðu systurskipini, Skála
fossur úr Vestmanna og
Hansa Maria av Toftum,
uppi á bedingini.
Teir eru báðir longdir við
1,80 metrum, sum er sett
uppi umleið miðskips.
Hesi skipini, sum royna
á landleiðini um sumrar
nar, eru teknaði á Tórs
havnar Skipasmiðju, men
skrokkarnir eru bygdir eftir
føroysku tekningunum í
Pólandi.
Skrokkarnir vórðu sleip
aðir heim úr Pólandi, og síðan
vórðu skipini smíðaði liðug
og riggaði til á Tórshavnar
Skipasmiðju.
– Hetta arbeiði hevur
gingið væl. Vit bygdu sek
tiónirnar, sum skuldu setast
upp í skipini, áðrenn skipini
komu higar og vórðu skorin
sundur. Ætlandi skuldu
skipini verða liðug longu
eftir trimum vikum síðsta
mikudag, men veðrið hevur
tarnað okkum eitt sindur.
Eysturoy
Skipasmiðjan á Skála b
Dánjal Andreassen er
umsitingarleiðari á
Skipasmiðjuni á Skála
Stelkur er nú um at verða liðugur eftir herviliga eldin fyrr í ár. Nú verður kryvjimaskina sett í
systurskipini, Stelk og Bak hjá P/F Beta
Rækjuskipið Napoléon, sum leirvíkingar nú eiga, verður umbygdur til tungolju, samstundis sum
skipið verður sett í stand