mánadagur 1. mai 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 73 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 83 - 1. mai 2006
Verði henda grein
skrivað í takksemi
til skiparan Martin
í Søldarfirði og øll
góð fólk á føroyska
arbeiðsmarknaðinum
á sjógvi og landi,
sum seinastu 30 árini
hava givið revsulóg
arbrótarum ein kjans
at fóta sær aftur í sam
felagnum
kriminalforsorgin
Karin Kjølbro
Kriminalforsorgarleiðari
Tað var fyrst í 70-árunum
at táverðani fúti í Føroyum
harra Klerens søkti danska
løgmálaráðið um, at fáa
eina kriminalforsorgardeild
í Føroyum. Løgmálaráðið
gjørdi av at senda ein med
arbeiðara til Føroyar at
meta um, antin tað var
tørvur fyri tí. Hetta var ein
sosialráðgevi, ið m.a. hevði
arbeitt í Kriminalforsorgini í
Grønlandi. Hann var her í 2
ár og kom til tað niðurstøðu,
at arbeiði var til eitt fólk.
Starvið var lýst til setan 1.
mai 1976. Undirritaða var
sett í starvið - fyrstu árini
einsamøll, seinni kom ein
skrivari og seinastu 10 árini
hevur harumframt verið ein
fulltrúi, ið er sosialráðgevi.
Í dag arbeiða 4 fólk í trimum
ársverkum. Bygnaðarliga
liggja vit undir Direktoratet
for
Kriminalforsorgen og
danska Løgmálaráðið eins
og donsku deildirnar, har ein
er í hvørjum amti.
Fría kriminalforsorgin er
tann partur av revsiverkinum,
ið er uttanfyri fangahús.
Viðskiftafólkini verða
dømd til Kriminalforsorg.
Starvsøkið er allar Føroyar.
Aldurin er fólk yvir 18 ár.
Uppeftir er onki aldursmark.
Talið av viðskiftafólkum
seinastu árini sæst á mynd
1.
Tølini siga ikki beinleiðis,
hvussu støðan er við revsi
lógarbrotum í Føroyum
sum heild. Tey siga bert,
hvussu mong eru dømd til
Kriminalforsorgina seinastu
8 árini og slag av dómi. Í dag
eru kvinnur sløk 10% árliga.
Talið av fólki, ið hava framt
nýggj revsilógarbrot, áðrenn
eftirlitstíðin er av, hevur
seinni árini ligið millum 6
og 8 %.
Fyrsta árið var húsast á
Fútaskrivstovuni. Síðani
hava vit leigað í Vágsbotni
og í Gongini, og nú er
adressa okkara Húsabrúgv
13 – ein sonn perla, ið liggur
millum Havnar Kirkju og
Hotel Hafnia, sum vit leiga
frá Brøðrum Marstein.
Árliga játtanin (2005)
er: 1.4 mió.kr. við øllum
(lønir, pensiónsgjald, ferðir
og rakstur). Tað er ein rár
hending at farið er út um
játtanina.
Endamálið:
At fyribyrgja, at fólk, ið dømd
eru fyri revsulógarbrot, gera
nýggj revsulógarbrot.
Okkara egna stavnhald er,
at viðskiftafólk okkara skulu
vera betur fyri, tá tey fara,
enn tá tey komu.
Hvat gera tey?
Sbr Rættargangslógini § 808
skal Kriminalforsorgin gera
persónkanningar viðv. sosialu
og persónligu viðurskiftum
teirra, ið væntast kunnu at
vera dømd treytaðan dóm.
Tað er vanliga Føroya Land
fúti, ið biður um hesar
kanningar. Endamálið er at
útvega Rættinum kunning
um skuldsetta, tá støða skal
takast til revsiingina. Sum
vegleiðing til rættin verður
vanliga eisini gjørd ein nið
urstøða við uppskoti um
møguliga revsing og eftirlit
av Kriminalforsorgini, og
kanska eisini um sertreytir
t.d. at fara í viðgerð móti
misnýtslu av rúsdrekka/rús
evnum, at lata vatnroyndir
eftir nærri áseting av Krimi
nalforsorgini o.a.
Persónkanningin er eisini
týðningarmikil hjá Krimi
nalforsorgini, ið ofta hevur
eftirlit (aloftast í eitt ár, men
upp til 3 ár) við teimum, ið
vera dømd treytaðan dóm,
eins og við fólki, ið verða
royndarleyslatin úr fanga
húsi.
Tey, ið sita meira enn 2
mánaða fongsul, verða ofta
leyslatin aftaná 2/3 tíð við
ávísum treytum, um ikki tað
er nakað, ið beinleiðis talar
ímóti tí.
Umframt at koma við
niðurstøðu og uppskoti um
møguliga revsing, so er
persónkanningin týðningar
mesta amboð okkara til at
gera eina ætlan um, hvussu
framtíðin skal skipast, tá
skuldsetti er dømdur. Ofta er
talan um ungfólk, og stund
um eru tey uttan mál og mið.
Hetta erí ofta rætta løtan til
at endurskoða lív sítt.
Samstundis sum vandi
kann verða fyri álvarsamari
revsing, so er altíð ein vón
um, at ein hurð er á gloppi
til eina ljósari framtíð,
um tú ert fús/ur veruliga
at gera nakað munagott.
Útgangsstøði okkara er,
at næstan alt ber til, sjálvt
um tú kanska fyrst skalt
inn at sita. Ert tú hugagóð/
ur, gerst tú títt besta, so
ganga vit langt við tær. Tað
merkir, at útbúgvingarverk,
almannaverk og arbeiðs
marknaður eru okkara
fremsti samstarvsfelagar.
Men stigið verður varliga,
tí fólk okkara skulu ikki
gerast sjónlig ella markast
sum kriminel í almenna rúm
inum.
Tey avvarandi
Foreldur ella hjúnarfelagi
kanska børn venda sær til
okkara. Ofta kenna tey seg
rivnan og skræddan, tá tey
mugu ásanna, hvat er hent
– ikki minst, tá tey vara av
einum álvarsamum máli,
ið kanska verður viðgjørt
í miðlunum. At tosa við
mammur og konur, ið
kanska fyri fyrstu ferð
koma í eina púra ókenda
verð, er natúrligur partur av
arbeiðinum, eins og at vera
millumlið millum danskt
fangahús og heimið, tá fólk
sita í útlegd. Hesi eru sera
fá – í løtuni 2.
Samfelagstænasta
Nógvar broytingar eru farnar
fram seinastu árini. Heimild
er t. d. at vera dømdur at gera
samfelagstænastu ístaðin
fyri fongsulsrevsing. Tað er í
áðurnevndu persónkanning,
at tað eisini verður kannað,
um skuldsetti er egnaður
til samfelagstænastu, og
um tað er møguligt. Slagið
av arbeiði, ið verður gjørt,
er altíð nakað, ið ikki má
vera kappingaravlagandi.
Tað kann vera í sosialum
arbeiði, innan ítrótt, kirkjur,
samkomur, mentannarhús
og
hjálparfelagsskapir.
Hetta er rættiliga vælum
tókt aðrastaðir, men ikki
hjá okkum, tí hildið verð
ur, at so vita øll, at eg eri
revsilógarbrótari. Annars
vísa kanningar aðrastað
ir, at fólk, ið gera sam
felagstænastu, i nógv minni
mun fremja nyggj revsilógar
brot, enn tey, ið fara inn at
sita. Hetta hevur sjálvsagt
eisini samband við, at tey,
ið fáa samfelagstænastudóm
ofta eru betri fyri (hava ikki
framt so nógv lógarbrot) enn
tey, ið fáa fongsulsdóm.
Alkoholviðgerð
Tað er rættiliga vanligt,
at partur av treytaðum
dómi er orðaður á tann
hátt, at dømdi skal fara í
vigerð móti misnýtslu av
rúsdrekka, sum áløgd verður
av
Kriminalforsorgini.
Sjálvandi verður fyrst mett
um, um tað er tørvur fyri
tí. Tey fyrstu mongu árini
var viðgerðin í samráð við
kommunulækna, ið útskriv
aði antabusheilivág, sum var
umsitin av Kriminalforsorg
ini. Tað bar til, og tað veitti
ugga og hjálp hjá nøkrum.
Men munin betur hevur tað
verið, eftir at vit hava fingið
viðgerðarheim í landinum,
har hugsjónin er verulig lívs
stílsbroyting.
Tá vit nýliga frættu um
nýggjan heilivág, ið tekur
hugin at drekka rúsdrekka
við at fáa innspræning eina
ferð um mánaðin, so ljóðar
tað áhugavert , um ikki hjá
árin fylgja við, og um tað
ikki verður ov dýrt. Tað eru
so mong, ið eru forpínd og
ynskja at sleppa burturúr tí,
men ikki megna lívlanga
dagliga strevi við at halda
seg leysan av rúsdrekka.
Rúsevni
Tað var tann tíð, tá vit
kundu fegnast um, at okk
ara ungdómur ikki brúkti
rúsevni. Men tann tíð er
farin, og vit mugu ásanna,
at nøkur ung bæði brúka og
selja rúsevni, og at so gott
sum alt slag av hesum ilgresi
er tøkt í Føroyum. Fólk , ið
sita fyri slík lógarbrot, hava
møguleika fyri móti enda
num av avsitingartíðini und
ir ávísum treytum at fara í
rúsevnisviðgerð, um tørvur
er fyri tí. Bæði fangavørar
og kriminalforsorgarmeðar
beiðari gera tað tey kunnu
fyri at motivera til viðgerð.
Í seinastuni eru dømi um, at
hin royndarleyslatni hevur
sum treyt, umframt at halda
seg frá rúsevnum, at lata
vatn, tá Kriminalforsorgin
krevur tað.
Talva 2. vísir ávís mál
viðgjørd í Føroya Rætti í
1980 sammett við 2005.
Álvarsom harðskapsmál
eru nærum tvífaldað og
mál viðv brot á lógina um
euforiserandi evni eru 11-
faldað. Hetta var eisini tað
vit høvdu eina hugmynd
um. Og tað er ein syrgilig
gongd.
Tey sálarsjúku.
Tað kemur fyri, at fólk
fremja revsilógarbrot í sál
arørsku. Hesi eru ikki egnað
til vanliga revsing og vera tí
dømd til ambulanta viðgerð
á sálarsjúkrahúsi ella til
innlegging, og til eftilit av
Kriminalforsorgini, tá tey
eru uttanfyri sjúkrahús.
Nú tað finst so góður heili
vágur, eru ikki stórvegis
trupulleikar av hesum við
skiftafólkum . Eisini kann
nevnast, at psykiatriska
deild á Landssjúkrahúsinum
hevur verið fyrimyndarlig í
umsorganini fyri hesum
viðskiftafólkum.
Sexologisk viðgerð
Eins og í grannalondunum
vóru seinast í farnu øld fleri
kynslig lógarbrot framd,
eisini móti børnum, her hjá
okkum. Hetta slag av revs
ilógarbrotum hevur altíð
verið í øllum londum. Tey
gjørdist bara sjónligari tá.
Revsingin hevur fyrr verið
ymisk aftrat fongsulsrevsing
t. d. kastratión og kemisk
kastratión sum royndar
leyslatingartreyt m.a. tí at
tað hevur víst seg, at fólk
(einamest menn) gevast ikki
við slíkum ógerningum. Hesi
30 árini veit eg bert einstøk
dømi um, at menn hava
fingið kvinnulig kynshor
monir sum part av revsingini.
Í dag er partur av viðgerðini
sexologiskar
psykolog
samrøður, ið verða hildnar
at gera mun. Tað ber eisini til
og virkar í landi okkara frá
byrjan av hesi øld, tá Føroya
Landsstýri hækkaði játtanina
til psykologmanning á psyk
iatrisku Deild, so bæði
hin dømdi og órættaði
kundu fáa hesa neyðugu
hjálp. Viðgerðin byrjar
vanliga, meðan menn sita,
og heldur so fram, tá teir
verða royndarleyslatnir.
Hetta fer fram í samstarvi
millum Kriminalforsorg og
Psykiatrisku Deild.
Fría kriminalforsorgin 30 ár
Ímillum umsorgan, stuðul og eftirlit
Karin Kjølbro, kriminalforsorgarleiðari, íð hevur myndað kriminalforsorgina í 30 ár, hevur ikki 30 ára starvsdag. Hon hevur ofta
verið í farloyvi vegna politiskt arbeiði.
Framhald á síðu 16